6. november 2019

KYNSLIGUR ÁGANGUR KANN VERA LÍKA TRUPUL AT FÁA EYGA Á, SUM HANN ER AT TOSA UM

Orsøkirnar til tess eru fleiri, tí nógvar ymiskar umstøður gera seg galdandi:

• Børn, ið eru fyri kynsligum ágangi, vísa sjáldan týðilig tekin um ágangin

• Ein skemmari hevur eingi serstøk eyðkenni

• Tabuiseringin ger tað torført at seta orð á, bæði fyri sær sjálvum og fyri øðrum

• Kynsligur ágangur kann vera eitt av fleiri sálarligum og/ella sosialum vandamálum hjá skemmara, barni ella familju, og harvið verður truplari at staðfesta hann

• Harafturat kann ein skeiv ákæra um kynsligan ágang hava álvarsligar persón ligar og sosialar avleiðingar fyri tann, ið er undir illgruna.

• Somuleiðis kann óttin fyri at loypa óneyðugan ekka á ella fyri at elva til kreppu hjá ofrinum og familjuni vera ein forðing, tí „hvat nú, um tað bara eri eg, ið síggi trøll á alljósum degi?“

 • Av tí at ein illgruni oftast er grundaður á ógreið tekin um vantrivnað – ein varhuga – er trupult at taka stigið frá illgruna til inntriv.

EINGIN ENDALIGUR SVARLISTI

Kynsligur ágangur er bert ein av fleiri orsøkum til, at børn og ung vísa tekin um vantrivnað ella frávíkjandi atburð. Samstundis vísa summi børn sera ógreið ella als eingin sjónlig tekin, hóast tey hava verið fyri ágangi. Vantrivnaður eigur at viðgerast í síni heild og setast í samband við aðrar fyritreytir í lívinum hjá barninum ella tí unga. Skulu foreldrini skiljast? Eigur barnið ein eldri beiggja, ið møguliga kann hava sett sína kynsligu sjóneyku á yngru systkini? Eingin endaligur svarlisti er at taka til fyri at varnast ella avdúka kynsligan ágang. Í staðin kunnu vit leita okkum vitan um, hvørjar sálarligar og sosialar avleiðingar kynsligur ágangur hevur, og á tann hátt duga betur at meta um ein illgruna.