MAKJ
29. maj 2018

Mín samleiki

Tá eg var 12 ára gomul varð eg neyðtikin. Skemmarin segði tá, at neyðtøkan var ein loynidómur millum okkum bæði.
Sum 12 ára gomul visti eg ikki betri og tann traumatiska hendingin kom ikki fram fyrr enn 12 ár seinni. Tá eg var 24 ára gomul, kundi mín psyka og kroppur ikki longur blíva við at hava hendan loynidómin sitandi á mær, og tí valdi eg at siga mínum nærmastu frá hesum. Tó høvdu hesi 12 árini oyðilagt so nógv fyri meg, sum eg ongantíð hevði kunna ímynda mær.
Í 6 ár stríddist eg við bulimi. Mín psyka var mín ringasti fíggindi.
Mini seinárin komu fram sum ymiskar diagnosur t.d. tunglyndi/angist, PTSD og paranoid persónleikaórógv. Haraftrat stríddist eg í 6 ár við bulimi og føldi tá, at maturin var tað einasta eg hevði kontroll yvir.
Tey seinastu 4 árini í mínum lívi hava verið tey ringastu. Kenslan av at vera “skeiv”, veik, til onga nyttu og ikki at hava álit á onnur enn meg sjálva hava merkt mín gerandisdag. Eg føli ikki, at eg bara við orðum, kann greiða frá tí helviti, sum eg var ígjøgnum. Mín psyka var mín ringasti fíggindi, og tað gjørdi, at eg tvær ferðir bleiv innløgd á psykiatrisku deild.
Líkamikið hvørja útbúgving eg var í gongd við, føldi eg meg býtta, óintelligenta og nyttuleysa. Eg kundi koma heim við 12 tølum á mínum ringastu døgum og álíkavæl var eg ikki før fyri at rósa mær sjálvari. Eg revsaði meg sjálva hvønn einasta dag við oyðileggjandi tonkum.
Eg hevði ógvuliga ringt við at vera í inniligum sambondum, tí eg hevði ikki álit á nakran mann. Eg trúði, at allir menn vóru líka, og at teir høvdu lúnskar baktankar um meg, sum fór at enda við at oyðileggja mítt lív. Eg fann altíð eina orsøk til at koma burtur frá øllum mínum sambondum, og eg sá altíð meg sjálva sum eitt offur aftaná. Tann “evindaliga” samkenslan við meg sjálva, fekk mítt sjálvsvirði grivið niður í stór hol. Eg sá meg sjálva sum neyðarsliga og veika, og eg føldi ongantíð, at nakar hevði brúk fyri mær. Eg hevði ógvuliga ringt við at lata meg upp fyri nøkrum, og tí bleiv einsemi og mistrúgvin mínir einastu vinir.
Í nógv ár havi eg stríðst við kensluni av hvør eg eri. Kenslan kann enn koma fram, um eg verið biðin um at siga frá, hvør eg eri og hvat eg standi fyri. Kenslan forðaði mær í mínum lívi, tí eg visti ikki hvønn veg eg skuldi fara, hvørjum eg skuldi vera saman við ella hvussu eg skuldi finna meg sjálva aftur. Eg føli ofta, at mín samleiki bleiv tikin frá mær tá eg bleiv neyðtikin.
Terapiin
Tá eg segði frá um neyðtøkuna fyrstu ferð, bleiv eg bjóðað sálarfrøðihjálp. Tað var ógvuliga hart fyri meg, tí eg føldi ikki at sálarfrøðingarnir dugdu at síggja, hvussu eg hevði tað.Tað kendist sum um teir bara vildu hava at eg skuldi víðari – men eg føldi ikki at eg fekk tað “forstáilsi”, sum eg hevði tørv á fyri at koma víðari. Hetta gjørdi at eg lat aftur yvir fyri teimum og øllum øðrum og bleiv meiri og meiri afturlatin og kedd.
Eitt ár seinni fann mamma mín eitt sentur fyri kynsliga misnýtt – tey høvdu serkunnleika í seinárinum. Her brúktu tey psykoterapeutiskar mátar sum t.d. bólkaterapi. Longu fyrstu fer í bólkinum føldi eg, at hetta var vegurin fram fyri meg. Øll seinárini eg hevði stríðst við í so nógv ár, deildi eg nú við aðrar kvinnur, sum høvdu tað upp á sama máta.
Bólkterapiin hevur givið mær nøkur amboð at arbeiða við, tá tað er harðast og ringast í gerandisdegnum. Eg havi fingið nøkur ítøkilig ting, sum eg skal royna at minnast til, og samstundis havi eg fingið hjálp til at síggja tingini í einum størri høpi.Terapiin fekk meg at skilja, at hetta var ikki mín skuld. At tað finnast menniskju harúti (skemmarar), sum hava ógvuliga trupult við at síggja hvat er rætt og hvat er skeivt, og at tað eru hesi menniskju, sum burdu følt seg skeiv. Aftaná á neyðtøkuna gekk eg við kensluni av, at hetta var mín egna skuld, og at tað hendi, tí eg var sum eg var. Hesa kensluna fekk terapiin meg skjótt av við og ístaðin fyri at síggja meg sjálva sum eitt offur, fann eg mín nýggja leiklut sum yvirlivari.
Elska meg, tá eg eri ringast
Sjeikurin hjá mær og familjan hava verið ein stór hjálp gjøgnum mína tilgongd. Tey hava upplivað meg frá mínari ringastu síðu, og álíkavæl elskað meg, fyri tað eg var. Tey hava verið góð til at minna meg á, at eg eri sterk – at eg eri ein yvirlivari. Haraftrat hava tey lært at viðurkenna, at tað enn kunnu vera dagar, har eg havi tað rættuliga ringt, og at tað er ok.
Míni ráð til avvarandi
Tosið um tað! Tosið við tann misbrúkta um, hvussu hann/hon hevur tað. Spyrjið um tingini og latið vera við at ignorera tað.Tað merkist týðiliga, tá ein avvarandi, um tað fer yvir um teirra mark at tosa um. Tá hendan kenslan kemur, so fer tann misbrúkti ofta at føla skuld og skomm innaní. Tann misbrúkti skal nokk sjálv/ur siga frá, tá ein spurningur blívur ov ódámligur. Samstundis er tað umráðandi, at ein ikki letur “elefantin í rúminum” fylla alt ov nógv. Um man sum avvarandi roynir at ignorera evnið um misbrúk, og alt tað sum tað hevur við sær, so dettur hetta aftur á tann misbrúkta, sum fer at merkja tøgnina.
Verið opin, erlig og tosið líka fram um tingini. Fyri meg hevur tað rigga best, tá avvarandi hava sagt tingini líka fram, sum t.d.: “ Tað er gott nokk nakað lort, tú hevur verið úti fyri. Sum summi fólk kunnu vera ólekkur, og hvat er tað ikki sterkt at tú kempar víðari! Stór virðing fyri tær!” Avvarandi sum ignorera evnið ella sum bara kunnu fáa seg at koma við nøkrum fáum setningum sum t.d.: “ Hevur tú tað ok aftaná….tú veitst…aftaná øllum við….ja.” hesir óbeinleiðis drálandi spurningarnir blíva ístaðin til eina pínliga samtalu fyri tann misbrúkta. Hetta seinasta dømið fekk meg í øllum førum til at føla enn meiri skuld og skomm, enn eg hevði áðrenn.
Til tín, sum hevur verið fyri kynsligum ágangi
Um tú hevur verið fyri kynsligum ágangi, so kom fram við tí. Tað er ikki neyðugt at gera tað á sosialum miðlum ella á øðrum støðum, sum kunnu kennast ræðandi. Tað kann bara vera til ein persón, sum tú hevur álit á. Ein persón, sum tú heldur fer at lurta eftir tær. Eg gekk og helt, at hetta kundi eg klára sjálv, og ongantíð havi eg tikið meiri feil. Eg vildi ynskt at eg fyri langari tíð síðan hevði sagt onkrum frá um tað traumatisku uppliving eg var úti fyri tá. Hevði eg gjørt tað, kundi eg kanska havt fingið ta hjálp, sum eg hevði brúk fyri langt fyrr. Tey 12 árini har eg bara hevði meg sjálva at tosa við, oyðiløgdu meg.
Um eg ikki hevði tikið ímóti hjálpini, sum fekk fekk á sentrinum fyri kynsliga misbrúkt, so veit eg ikki hvar eg hevði verið í dag. Fyri meg var tað týdningarmesta amboðið at tosa um tað. At vita, at tú ert ikki einsamallur og at tað finnast mong, sum kunnu føla tína pínu og sum vilja gera alt fyri at koma ígjøgnum hetta saman við tær – tað hjálpti mær víðari.