Eg kom niður aftur á eftirskúlan, og babba ringdi til skúlastjóran at fortelja honum um støðuna. Skúlastjórin hevði skyldu at melda, og bleiv hetta sjálvandi gjørt. Eg kundi so byrja til sálarfrøðing. Vit byrjaðu við fimm ferðum, minnist eg. Eg minnist ikki heilt, hvussu langt var ímillum ferðirnar, men eg minnist í hvussu er, at eg var útlúgvað, tá ið eg hevði verið har. Eg mátti fáa eitt sindur av frírúmi frá skúlagongdini, av tí at hetta rætt og slætt tók so nógva orku frá mær. Og tað fekk eg. Eg mátti hvíla meg og sova, tá eg hevði verið og tosað um tað, sum mær var hent. At ganga til sálarfrøðing hjálpti mær tó sera væl, og haraftrat snakkaði eg eisini við vinkonurnar hjá mær, sum eg hevði har á skúlanum. Eg eri sera takksom fyri, at eg havi havt so nógv fólk rundan um meg, sum hava tímað at lurtað og spurt inn til. Eg havi heldur ikki møtt nøkrum, sum hevur sagt nakað keðiligt um meg ella við meg hesum viðvíkjandi – eg haldi altíð, at fólk rundan um meg hava dugað væl at reagerað, og tað eri eg eisini sera takksom fyri.
Eg skuldi eisini avhoyrast, so ein dagin kom danska politiið á skúlan og tosaði við meg. Eg minnist, at vit fóru inn í eitt kontór, sum var har á skúlanum. Hvat hendi inni í tí rúminum, minnist eg als ikki. Eg minnist bara, hvussu troytt eg var aftaná, og at eg fór beint upp á kamarið at leggja meg. Eg hugsi, at tað má hava verið so ótespiligt fyri 16-ára gomlu meg at práta um nakað so andstyggiligt, at eg bara havi lagt alt í gloymibókina beinanvegin, sum eg eri farin út harfrá.
Av tí at eg var undir 18 ár, mátti barnaverndin uppí. Eg fekk eina ella nakrar – minnist ikki heilt – samrøður við sosialráðgeva, sum var umboð fyri barnaverndina, og fekk haraftrat játtað fimm samrøður við sálarfrøðing, tá eg var komin aftur til Føroya. Tíðin gekk, og eg gekk til sálarfrøðing, meðan vit bíðaðu eftir, at sakin kom fyri í rættinum. Eg haldi ikki, at tað hjálpti nakað serligt at ganga til sálarfrøðing í Føroyum. Antin var tað tí, at hesin sálarfrøðingurin og eg ikki høvdu ordiliga kemi, ella hevði eg fingið so góða hjálp frá sálarfrøðinginum niðri, at eg hevði ikki so nógv meira at tosa um júst tá.
Dagurin upprann, har sakin kom fyri rættin, og vit møta niðri í rættinum. Komin inn í gongina í reyða, lága bygninginum í C. Pløyensgøtu fáa vit at vita, at sakin er útsett. Eg minnist ikki hví, men í grein, sum er skrivað um málið (sum kann lesast her: https://www.in.fo/news-detail/83-ra-gamal-tveir-m-na-ir-fyri-si-amisbrot ) sæst, at tað var tí at verji hansara kravdi, at málið skuldi førast fyri afturlatnum hurðum. Tá hann ikki fekk viðhald í hesum, noktaði hann at verja hann og kravdi málið fyri landsrættin. Landsrætturin gav dómaranum í Føroya Rætti rætt í, at grund var ikki fyri at krevja hurðarnar afturlætnar. At tað bleiv útsett, var sjálvandi ordiliga keðiligt, tá mann bara vildi hava tað yvirstaðið. So aftur at bíða. Ikki fyrr enn hálvt ár seinni, 14.01.11, kom sakin fyri aftur rættin – eitt ár aftaná, eg hevði fortalt foreldrunum tað. Hetta hevur so verið tí, at Landsrætturin bara er í Føroyum einar tvær ferðir um árið.
Mamma, babba og eg fóru oman í rættarsalin. Vit møttu aftur í reyða, lága bygnninginum. Harfrá skuldu vit ganga niðan í eitt annað hús, nærhendis. Tað var eitt lítið hús og als ikki, sum eg hevði ímyndað mær tað úr filmum, minnist eg, at eg hugsaði. Eg minnist, at eg gekk niðan gjøgnum trappurnar og nærum komin upp, møtti eg eini konu, sum eg ongantíð hevði sæð fyrr. Hon segði, at hon var frá barnaverndini. Tann sosialráðgevin, sum skuldi koma, og sum eg hevði snakkað við og bygt mær eitt nøkunlunda álit á, sum eisini var okkara málsviðgeri, var nú vorðin sjúkrameldaður, so hon var komin í staðin. Hetta gjørdist eg rættiliga kløkk og ørkymlað um, minnist eg. Hon segði, at hon helt, at avhoyringin hjá mær skuldi vera fyri afturlatnum hurðum. Tað merkti, at ongin óviðkomandi slapp at vera inni – heldur ikki journalistar. Eg segði, at eg legði einki í, um øll hoyrdu. Hon helt helst ikki, at eg visti, hvat eg snakkaði um, so hon royndi at sannføra meg um, at tað var betri at hava tað fyri afturlatnum hurðum. Eg gav so eftir. Hon má vita best, hugsaði eg. Hetta prátið mátti vera stutt, tí rættarfundurin byrjaði um fáar minuttir. Eg kendi meg ikki væl vegleidda, hvørki í sambandi við hesa avgerðina, og í heila tikið eru familjan og eg sera skuffað av hjálpini frá barnaverndini viðvíkjandi rættarsakini.
Foreldrini siga seg kanska minnast okkurt um, at tey fingu at vita, at eg kundi fáa ein sakførara, men at sami sakførari eisini kundi umboða báðar partar. Ongin vegleiddi okkum í, hvussu ein sovorðin rættarfundur plagdi at ganga fyri seg, og at tað hevði verið skynsamt, um vit fingu okkum ein sakførara at umboða meg, og at vit kundu havt sett eitt endurgjaldskrav, sum í minsta lagi kundi farið til útreiðslur til sálarfrøðing v.m. So tá rættarfundurin byrjaði, sat eg einsamøll framman fyri dómaranum, har abbi mín saman við sínum sakførara sat til vinstru fyri mær og ákærin til høgru fyri mær. At sita einsamøll har sum ein 17-ára gomul genta og ikki hava ánilsi fyri, hvussu ein slíkur rættarfundur gongur fyri seg – hvør kann tosa nær, hvat eg hevði rætt til o.s.fr. – ynski eg ikki mínum ringasta fígginda. Eg varð fullkomiliga slept upp á fjall. Og haraftrat skuldi alt ganga fyri seg á donskum, av tí at ákærin ikki skilti føroyskt. Hetta gjørdi tað ikki lættari. Tá eg so var liðug avhoyrd, fingu abbi mín og ákærin orðið, har abbi mín fekk vart seg og kom við grundgevingum fyri, hví hann ikki skuldi revsast – eitt av teimum var, at eg hevði spurt hann til vin á facebook mitt í øllum hesum. Tað, og at hann hevði – og eg siteri “eina retarderaða konu”, vóru teir stóru triumfarnir, sum helst fingu dómin niður á 2 mánaðars treytaðan dóm. Tvs. um hann gjørdi nakað slíkt aftur innan tvey ár, so skuldi hann inn at sita í 2 mánaðar, og annars kundi hann bara venda aftur til heimstaðin og liva sum ein fríur maður, sum um onki var hent. Eg minnist, at eg vildi gjarna greiða frá hesum við facebook-vinarumbønini – tí tað var altso í óðum verkum, at eg hevði gjørt hetta saman við onkrari vinkonu, har vit ætlaðu okkum at skriva okkurt ljótt til hansara. Men tað gjørdi eg ongantíð, og soleiðis kom nakað so lítið og neyðarsligt at ávirkað eina fyri meg so týdningarmikla og álvarsliga sak – tí eg slapp ikki at siga nakað meir tá. Hann fekk síðsta orðið.
Eftir tað, varð mamma eisini avhoyrd. Hon slapp ikki at vera við til mína avhoyring. Tá sat eg aftanfyri saman við hinum áhoyrarunum, men hetta minnist eg onki av, tíverri.
Vit vóru als ikki fyrireikað – og vit kenna okkum sviknan av skipanini. Hjálpin, stuðulin og vegleiðingin frá barnaverndini var als ikki nøktandi!
GG! Hetta er skrivað út frá mínum minnum. Tað er ikki vist, at støðurnar hava verið júst soleiðis, sum eg skrivi um tær, men hetta er sannleikin frá mínum/okkara sjónarhornið, hvussu eg og vit upplivdu tað – so langt minnið røkkur.