Eg fekk so eitt bræv um at møta í rættinum og at eg hevði fingið ein advokat. Eg skuldi síðani inn í rættarsalin at fortelja hvat var hent og hann sæt beint har yvuri og hoyrdi hvørt eitt orð eg segði. Tað var rættuliga hart at byrja við, men sum minuttirnir gingu, legði eg faktiskt einki í um hann sæt har, tí nú var tað mín møguleiki at fortelja, hvat hann hevði gjørt og hvussu nógv hann hevði oyðilagt.
Eg fann síðani útav, at tað vóru fleiri sum skuldu vitna saman við mær, og eg haldi faktiskt, at tað var nokk tað sum var tað harðasta vid at skula í rættin, tí mín elskaða omma skuldi sita framman fyri dómarinum og framman fyri mostursoni hennara og vitna ímóti honum, men omma mín segði, at hetta vildi hon fegin gera, um hon kundi hjálpa mær.
Tá omma var liðug inni í rættinum fóru vit út og hon fortelur so um, tá ið eg einaferð hevði roynt at gjørt av við meg sjálva. Tá hevði hon spurt meg hvør hevði gjørt seg inná meg og var eg blivin so óð av henni og ikki sovna av tí sama. Tað hevði eg langsíðani gloymt alt um og mintist tað aftur, tá ið omma segði tað uttan fyri rættin, og eg brast út í grát.
í fyrsta umgangi slapp hann og bleiv ikki dømdur sekur. Ákærinm, og advokaturin hjá mær, kærdu tað síðani til eystaralandsrætt. Síðani skuldi politiið lesa alt ígjøgnum og meta um, um tað kundi fara víðari. Tá ið eg hevði fortalt, at eg nú visti nær ágangurin var farin framm, og at tað var hent beint áðrenn tí fyrstu leguna eg hevði verið á sum smágenta, var tað til alla lukku nokk, og akkurát tað sum skuldi til fyri at fáa hann dømdan. Vit øll møttu síðani aftur í eystaralandsrætti og skuldu vitna. Har kom ein kona og segði at hon skuldi prógva nær onkur hevði verið á legu samstundis sum eg hevði verið. Tað fyrsta eg hugsaði var “ takk gud, takk gud fyri at tú hevur hoyrt mínar bønir”. Eg var sjálvandi kedd av, at hon skuldi blandast upp í hettar, men samstundis var hatta eisini mítt prógv..
Tá alt næstan er um at verða liðugt, og vit øll bíða eftir hvat fór at henda, komu dómararnir inn aftur. Eg minnist, hvussu nervøs eg var tá dómarin segði okkurt, sum eg slett ikki skilti, og mín advokatur hyggur eftir mær við einum smíli og sigur, at hann er dømdur. Eg hugsaði bara hvat? hvussu ber tað til? tí tað eg hevði fingið at vita allatíð, var at hann nokk ikki bleiv dømdur fyri, hvat hann hevði gjørt við meg, men hvat hann hevði gjørt ímóti eini aðari hann hevði gjørt seg inná. So eg gleddist stórliga yvir at hann fekk ein dóm og at eg hevði vunnið á honum. Men tó var tað ein stór sorg at hann ikki bleiv dømdur fyri tað hann hevði gjørt við mín trýminingin hjá mær.
Tá so málið kom á in.fo bleiv eg eitt sindur kedd, tí eg gleddist um at hann var dømdur, men har bleiv skriva so nógv um, at hattar var ein virkuliga vánaligur dómur og tað er eisini púra rætt, men hann bleiv faktisk dømdur fyri tað hann hevði gjørt við meg, og tað haldi eg verðuliga er órtúligt at hann kundi dømast fyri, tá umstøðurnar eru truplar í Føroyum at fáa neyðtøkumenn dømdar.
Eg var nógv í tvístøðu um, hvussu eg skuldi hava tað, tá alt var liðugt. Skal eg jubla, skal eg vera óð inná, at hann fekk so vánaligan dóm og hvat við mínum trýmenningi? Tað er so lætt hjá mær at siga við hana “ hann er dømdur og tað er fyri okkum báðar” men hann er BARA dømdur fyri hvat hann hevur gjørt við meg. Eg havi ofta hugsað um tað var rætt av mær at melda hann og tað koma so altíð at vera ymiskar meiningar um hettar, men eg tók støðu til tað og haldi í dag, at tað var tað rætta eg gjørdi – og at tað var tað rætta fyri meg at gera.