Eins og eg óttaðist, áðrenn eg segði tað við mammu og babba, so bleiv tað. Familjan fór í tvíningar, og uttanfyri sótu vit. Hendan skuldin er øgiliga tung og stór hjá einum barni ella eini ungari gentu at bera. Hevði eg bara tagt, so var alt gott.

Annika Osvaldsdóttir Sørensen
17. november 2021

3: Eg fari at oyðileggja alt

Framhald frá bloggi 1, sum kann lesast her.

https://kris.fo/1-eg-eri-kynsliga-misnytt-og-tad-vil-eg-ikki-skammast-um/

So komu vit til Havnar. Mamma, babba og eg sótu einsamøll í stovuni um kvøldið. Nú kundi eg ikki renna undan longur. Hví hevði eg sagt, at eg hevði okkurt at fortelja? Hvat skuldi eg finna upp á, so at eg ikki nýttist at siga teimum hetta? Tankarnir mólu.

“Tú ætlaði at fortelja okkum okkurt, Annika, hvat var tað?”

Eg segði onki. Hvat skuldi eg siga? Hvat fekk eg burtur úr tí? Onki – eina sundurbrotna familju! Tað vildi eg ikki. Eg vildi, at alt skuldi vera, sum tað hevði verið. Ágangurin var jú steðgaður, so upp á tann mátan, so var alt fínt. Men eg orkaði ikki at ganga við tí sjálv. 

“Eg veit ikki, tað var onki.”

Eg ristist og skelvi, har eg siti. Stari annaðhvørt niður í gólvi ella út í tóman heim. Eg tori ikki at hyggja tey í eyguni. 

“Ert tú upp á vegin?”, spyr mamma. 

Eg risti við høvdinum, “nei”. 

“Hvat er tað so, góða, tú kanst siga okkum tað”, sigur mamma aftur. 

“Nei, eg kann ikki. Eg fari at oyðileggja alla familjuna.”

Tey síggja ørkymlað út. Hetta heldur á eina løtu. Tey royna at fáa tað burtur úr mær, men eg vil ikki siga tað. Eg dugi ikki. Spenni bara í øllum kroppinum og royni at koma úr hesi óbehagiligu støðuni. 

“Nú fært tú meg at hugsa um incest”, sigur babba at enda. 

Eg nikki. 

Hvat síðani hendi, er eitt sindur óklárt fyri mær, men eg havi so latið mær fortalt frá foreldrum mínum, at eg fekk sagt fyri teimum, at tað var abbi, sum hevði misbrúkt meg. Summi av tykkum hava kanska hoyrt meg greitt frá í útvarpssendingini Credo um hetta evnið, har eg segði, at foreldrini spurdu meg, um tað var abbi, og so segði eg ja. Tað var soleiðis, eg mintist tað, men tá ið mann hevur fortrongt so nógv, og tað eisini eru knøpp 12 ár síðan, so kann minnið svíkja ella minnast øðrvísi, enn veruleikin var, men tá ið bæði mamma og babba siga seg minnast, at eg sjálv segði tað, so er tað tað mest sannlíka. Haraftrat siga tey, at tey høvdu ikki tann minsta illgrunnan um, at nakar í familjuni – hann uppítaldur – kundi finna upp á slíkt, so tey vóru púra í villareiði, hvør tað kundi vera, og gittu tí ongan. Gamaní vistu tey, at hann var eitt sindur meira “hands-on” við konufólk enn flestu menn eru, men at hann kundi finna upp á at hava eitt seksuelt samband við abbadóttrina høvdu tey snøkt sagt ikki droymt um. Tey vóru málleys og vistu als ikki, hvussu tey skuldu handfara støðuna, tí hetta kom sum eitt sjokk fyri tey. Meiri um handfaringina næstu ferð…

Hví eg segði ja til incest, tá eg varð spurd, hevur javnan undrað meg, tí eg minnist meg ikki nakrantíð hava hoyrt tað orðið. Tað ljóðaði bara rætt, helt eg. Ongin vaksin hevði nakrantíð snakkað við meg um hvørki orðini incest, kynsligan ágang ella kynsliga misnýtslu. Ikki fyrr enn eg gekk í 10. flokki á eftirskúla í Danmark, bleiv hetta evnið vent. Eg helt, at eg var tann einasta, sum drógst við slíkt. Eg helt, at tað var eg, sum fór at oyðileggja familjuna, at tað var mín skyld.

Eins og eg óttaðist, áðrenn eg segði tað við mammu og babba, so bleiv tað. Familjan fór í tvíningar, og uttanfyri sótu vit. Hendan skuldin er øgiliga tung og stór hjá einum barni ella eini ungari gentu at bera. Hevði eg bara tagt, so var alt gott. Hevði eg bara dugað steðgað tí, so var alt gott. Tað er mín skyld. Hetta kundu vera tankar, eg sat við. Og hví eg. Men tíbetur havi eg fingið hjálp og stuðul, so at eg veit, at tað er ikki min skyld. Tað er hansara skyld. Og hetta eri eg sikkur í, ti at fólk – bæði fólk rundan um meg, men eisini professionell hava sagt mær tað. Eg havi fingið tað prentað inn í meg. Og tað skulu øll, sum hava verið misbrúkt eisini fáa at vita!

Tað er ONGANTÍÐ tín skyld. 

Heldur ikki, um tú ikki segði nei. 

Heldur ikki, um tú vart við upp á tað.