Dagarnir eftir, at eg var komin út við loyndarmálinum, vóru rættuliga harðir. Har vóru nógvar kenslur og eg visti slett ikki, hvussu eg skuldi bera meg at. Eg var jú von við at hava tað fyri meg sjálva, men nú, nú vistu øll, sum elskaðu meg, hvat var hent mær. Eg haldi, tá ið man kemur út við einum so stórum loyndarmáli, so má man eisini góðtaka, hvussu øll hini taka tað. Øll koma í eitt kempi sjok og vit øll menniskju eru ymisk og reagera vit somuleiðis øll ymiskt.
Tað er eitt, sum eg havi lært heimanifrá, at vit eru øll ymisk og tað havi eg altíð tikið við mær og altíð havt í huga, tá onkur støða hevur verið. Og júst hetta, eri eg sera takksom fyri at hava lært, tí aftaná at loyndarmálið kom út tordu summi fólk næstan ikki at hyggja uppá meg. Summi søgdu hey, men eg føldi at tey vistu eitt ella annað. Yngra systur mín skuldi spæla steypafinalu dagin eftir, at eg hevði fortalt henni, hvat var hent. Eg valdi at fara at hyggja, tí so kundi eg møguliga sleppa tonkunum eina løtu.
Sjálvandi, til eina steypa finalu eru nógv fólk og øll vilja vísa sín stuðul til liðið. Tá so hálvleikurin kom fóru vit útum at roykja. Vit eru nógv í familjuni, sum standa og tosa saman í einum ringi, tá tann eini mammubeiggin kemur yvir, tekur fast um meg, og gevur mær eitt so stórt klemm. Eg føldi tað so óbehagiligt, tí eg vildi bara gráta. Eg hati at gráta, tað er eitt tað ringasta eg veit.
Eitt ár aftaná, at eg hevði verið í rættinum og vitnað mótvegis mínum krenkara, valdi eg at skriva til mín mammubeiggja og takka fyri klemmin sum hann gevi givið mær og fortaldi honum, at hann hevði nógv at siga fyri meg. Hann svaraði mær soleiðis “ Fekk at vita aftaná, at tú ikki vildi hava klemm…Men fólk sum ikki vilja hava klemm, eru akkurát tey ið skula klemmast. Tey vita bara ikki av tí, at tað er eitt tað viktigasta. Tú kanst fáa so nógvar klemmar sum tú vilt frá mær”.
Eg eri so glað fyri, at hann ikki visti, at eg ikki vildi klemmast! og so forheraður sum hann er, so hevði hann heilt sikkurt klemma meg alíkavæl og tað eri eg eisini glað fyri.
Øll míni vóru hjá mær uppá ein ella annan hátt. Eitt sum var rættuliga ringt, var at síggja alla sorgina í eygunum teirra, tí eg helt faktist at tað var eg sum hevði gjørt tey kedd. Men í dag eri eg nóg sterk til at siga, at tað var ikki eg sum gjørdi tey kedd, men tað var hann. Eg kom út við onkrum, sum eg als ikki megnaði at bera einsamøll. Eg vildi megna at rópa og renna. Eg vildi sleppa undan hesum marrunum
Ein kona í familjuni, mamma og eg sótu í stovuni og tosaðu aftur og fram um hvussu og hvat. Eg kom so til tað niðurstøðu, at nú meldi eg. Eg boðaði trýmininginum hjá mær frá. Hon var ikki heilt vís í hvat hon vildi, men tað er eisini skiljandi. Eg ringdi so og meldaði hann. Tey spurdu meg nær eg kundi koma inn til avhoyringar og eg svaraði “skjótast gjørligt, so eg ikki bakki út aftur”
Eg slapp inn sama kvøld. Eg kom inn til tí fittastu konuna, hon var so dugnarlig til at spyrja inn til og at hava pausur og líka at broyta evnið, tá ið tað bleiv ov hart. Hetta var fystuferð, at eg skuldi fortelja hvørja einastu detalju sum hann hevði gjørt. Tað helt eg verða ein marra at skulla at gera.
Eg gekk leingið og yvaðist í nær hetta var hent, hvat árstal hetta var hent – alt mól bara í mínum høvdi og eg royndi at skriva alt niður, ið eg mintist. Alt frá hvussu vorðin sofan var, hvørji undirklæðir eg hevði á, hvat fyri song systur mín hevði og hvussu eg fór at minnast meir og meir við at síggja myndir av mær tá eg var barn. Og til alla lukku fann eg útav nær áleið tað var hent. Tað gekk ikki lang tíð frá eg hevði melda hann til eg skuldi í rættin, hóast tað føldist leingið at bíða.