3. oktober 2019

ILLGRUNI UM ÁGANG Á ALNETINUM

Hjá vaksnum kann vera trupult at taka støðu til ta sosialu tilveruna, ið børn og ung liva í á netinum. Men kynsligur ágangur kann eisini fara fram gjøgnum talgildar miðlar.

Talan kann bæði vera um børn og ung, ið gera seg inn á hvørt annað, og um vaksin, ið gera seg inn á børn.

Til dømis kann ágangurin koma fyri, eftir at skemmarin í langa tíð hevur bygt upp eitt vinalag og so lokkar ofrið at hava kynsligt samband, t.d. gjøgnum vevmyndatólið ella við at hittast.

Fært tú illgruna um netbornan ágang, er umráðandi at tosa opið við barnið ella tann unga um tað, tey uppliva. Tað er umráðandi ikki at trýsta tey, gerast ill/ur ella at vera ákærandi á ein hátt, sum gevur barninum skuldarkenslur. Tá er størri vandi fyri, at barnið einki sigur, og so verður bara lættari hjá einum møguligum skemmara at halda fram við síni villleiðing.

Sigur barnið ella tann ungi frá, at hann ella hon hevur verið fyri ágangi ella ’grooming’, er umráðandi at goyma alt próvtilfarið – kjattsamrøður, teldupostar o.a. Síðani kanst tú venda tær til løgregluna ella barnaverndartænastuna og fáa ráð um, hvørt málið eigur at verða meldað.