Dagin eftur lá eg leingið í songini, tí eg tordi ikki at síggja hann.
Tá eg enduliga megnaði at fara upp, gekk eg oman ígjøgnum trappurnar og tá eg eri næstan komin niðurundir, síggi eg inní køkin. Hann situr har enn og hann stærir meg niður. Tað var sum um at hann bíðaði inntil eg segði okkurt. Hansara eygu vístu mær, at eg einki skuldi siga. Eg rann síðani inn í stovuna og stóð bara har. Eg vildi so illa gráta, men tað tordi eg slett ikki. Hvat eg so gjørdi restina av hasum degnum, minnist eg ikki. Tað sama er við mínum barnaárum eftir hendingina – eg minnist lítið og so at siga einki.
Tá ið eg bleiv tannáringur stríddist eg nógv við mínum egnu tankum. Eg var mín ringasti happari og eg tordi einki sum helst. Eg megnaði ikki at vera inni í sjálv, tordi ikki at ganga nakrastess sjálv og orkaði einki. At ganga í skúla var ein marra, tí orkan var slett ikki til tað. At gera skúlating var altíð ein kampur og mamma sat við mær í fleiri tímar um kvøldið, men lærarirnir søgdu við mammu at tí trúðu teir slettis ikki. Í dag dugi eg væl at síggja, at tað var alt tað, ið eg havi havt inni í høvdinum, ið hevur fylt so nógv, og at hetta gjørdi, at eg megnaði slett ikki at læra nakað.
Eg veit, at eg fleiri ferð havi hugsa um, hvussu eg skal gera sjálvmorð – nær, hvat og hvussu. eg havi skrivað óteljandi nógv “farvæl brøv” til tey nærmastu.
Einaferð tá ið eg hevði tikið yvirdosis, ringdi eg til eina av systrunum og vildi siga henni bei, og fortaldi síðani hvat var hent. Hon legði á og beint eftir ringdi heimatelefonin. Eg sá, at tað var omma ið ringdi. Eg tók telefonina og hon segði, at eg ikki skuldi sovna, tí abbi og ein mammubeiggi vóru ávegis norð eftir mær, og at tey høvdu ringt eftir einum sjúkrabili.
Hon segði okkurt við meg, ið eg ikki minnist, men eg minnist, at eg bleiv pill svøk og tískil sovnaði eg ikki.
Abbi og mammubeiggi mín vóru eftur mær beinavegin og koyrdu meg ímóti sjúkabilinum. Eg minnist ikki meir enn tað. Eg veit faktist ikki eingang, hvussu leingið eg var á sjúkrahúsinum, men eg slapp so heim og var síðani til nógvar samtalur á barnapsykiatriini. Har fekk eg stafest ADD og varð hetta faktist mín vegur út, tí eg slapp frá at fortelja teimum, at eg faktisk var blivin missbrúkt sum barn og tískil ikki vildi liva meir.
Nøkur ár seinni hendi tað sama aftur!! Har minnist eg slett einki, men til alla lukku eri eg komin væl frá tí.
Eg livdi síðani nøkur “normal” ár. Tað einasta, sum eg merkti vóru óteljandi marrurnar eg vaknaði við av hendingini. Eg hevði altíð marruna aftaná hendingina. Eg droymdi , at onkur helt mær niðri og at eg ikki fekk rópt eftir hjálp ella flutt meg! Og eg føldi alt aftur tá og kundi ofta vakna, bæði bangin og óð.
Tá eg var einsamøll inni, hevði eg altíð eina ætlan, um onkur nú skuldi koma inn og gera okkurt við meg. tT.d. svav eg við møblum fyri hurðarnar, hóast tað var stongt. Eisini hevði eg knívar, saksar ella okkurt líknandi undir koddanum ímeðan eg svav. Hetta sá omma mín einaferð og spurdi sjálvandi hvat sørin tað var eg gjørdi – Eg bleiv sum vanligt óð og omma fekk einki svar.
Eg havi eina bestu vinkonu og eg hevði gingið leingi og hugsað um eg skuldi fortelja henni um alt, men tað gekk leingið til eg fekk tikið meg saman og gjørt tað. Til alla lukku fortaldi eg henni tað. Hon bleiv sera hørm og fortaldi mær, at faktiskt var mín trýmenningur eisini blivin missbrúkt av tí sama manninum, og hon helt at eg skuldi fara víðari við tí, so at hann ikki kundi gera seg inná fleiri. Og eg eri sera glað fyri, at hon var so beint fram og erlig.
Eg bleiv síðani mamma og frá tí eg fekk sonin upp til mín, føldi eg allan óttan – óttin – um nakar skuldi gera naka við mítt barn. Tað vildi eg ikki hava. Eg græt og østist nógv. Eg valdi síðani at fortelja pápanum hjá soninum um hvat var hent, og hann helt at hetta skuldu vit gera okkurt við, tí hetta kundi man ikki ganga við sjálvur. Hann sá eisini, hvussu tað oyðilegði meg.
Tað var summarferia og øll vóru uppá skift og ferðaðust. Tá so omma og abbi komu heim úr Dannmark, valdi eg at fara norður við soninum. Biltúrurin norður var drúgvur. Eg mátti steðga ofta, tí eg græt so illani. Vit komu so norð til Norðskála og alt var sum vanligt. Eg gekk tó og maldi aftur og fram, tí eg visti ikki, hvussu eg skuldi sleppa hesari bumbuni, eg var noydd til at kasta. Hvussu sørin eg skuldi fortelja ommu hetta? hon er jú mostur hansara. og tað er ein kempi sorg í sjálvum sær. Og hvat nú, um alt tað eg hevði hugsað ígjørnum árini, fór at passa? At eg var býtt, egoistisk, ljót, vemmulig, lygnari osfv.
Eg valdi til síðst, at skriva tað niður á ein lepa til ommu, og eftir drúgva tíð, megnaði eg at geva henni lepan. Hon leyp um meg og segði “ ENDULIGA! Tórunn góða, enduliga komst tú” og so læs omma BRÆVIÐ!
Abbi kom inn og omma fór yvur til hann og segdi “ Tað var ein stór sorg at missa Eyðbjørg (dótturin hja ommu og abba) og hana fáa vit aldrin aftur, men hettar er ein størri sorg.
“At mín mostur sonur hevur sært meg so nógv, vildi eg ikki trúð” segði omma, har síðani bæði hon og abbi komu yvur til mín og góvu mær eitt stórt klemm. Og hóast sorgin var stór, so var tað ein lætti fyri ommu og meg, at eg enduliga var komin fram við mínum loyndarmálið.