Eftir at eg var komin út við missbrúkinum og rættarsakin var yvir, kendi eg tað lættari at liva. Eg saknaði nógv tilfar til at lesa. Tilfar um at fara í rættin, hvussu man meldar og eisini hvussu og hvat aftaná rættarsakina.
Eg var beinavegin opin um, at eg var blivin misbrúkt og byrjaði í bólkið hjá Kris. Tað var rættuliga sunt fyri meg at ganga har og at møta øðrum í somu støðu sum eg. Hetta ger, at man hevur álit á øllum, ið eru í bólkinum. Tað er eitt stað, har einki er býtt at siga. Tí ofta kenni eg tað soleiðis, at man má hugsa um, hvussu man orðar seg og tað er alt annað enn mín sterka síða. Tað sum eg haldi er so gott við bólkinum er, at man hevur eina kenslu av, at um man ikki dugur at orða seg, so er onkur annar ofta í bólkinum, ið følir tað sama og dugur at seta orð á tað. Bara tað at man sleppur í bólk og ikki er einsamallur merkir nógv, samstundis sum vit allar eru góðar til at lurta eftir hvørji aðrari og geva góð ráð og uppmuntra hvørja aðra – Tær eru mær gullverdar.
Hóast bólkurin var mær gullverdur, kundi daglidagurin ofta verða strævin og eg var eisini ofta móð og eg fekk skjótt heiligvág fyri langtíðar tunglyndi. Eg mátti eisini hugsa um at koma víðari og ikki at standa í stað. Tað kendist ofta hart og kravdi nógv tár. Tí hóast man er komin út við øllum og hevur vunnið, so er tað enn nógv ið skal lekja. Og fyri meg hevur tað tikið tíð.
Eg tosaði nógv við mammu mína um alt hettar her og spurdi hana inn til, hvussu hon hevði tað. Hon var so kedd og forharmað um, at hon einki hevði vitað og sæð. Tí hon hevði ynskt, at ístaðin fyri at hon bleiv ørg yvir, at onkur hevði skorið eyguni hjá honum (systknabarninum hjá mammu, ið gjørdi seg kynsliga inná meg) út á myndini inni í køkinum, so kundi hon vent tí og heldur spurt hví onkur hevði gjørt tað. Men eg haldi als ikki, at hon kann hugsa soleiðis, tí hvør hugsar at eins egna barn hevur verið úti fyri kynsligum ágangi? Tað sum hon allar mest er forharmað yvir, er tað sum hon sær í dag. Mátin eg uppførdi meg uppá er áleið eins og eldra systur mín gjørdi. Man kann ganga runt og hugsa um so nógv í dag, um hvussu og hvat, men í síðsta enda so fær man einki burtur úr tí, annað enn oftast bara at særa seg sjálva meir.
Ein stór avbjóðing eftir so nógv ár, har man hevur sagt so nógv ljót og niðrandi orð við seg sjálvan, er at man skal koppa tí á. Sum flest øll, so fær man rós fyri okkurt man ger, hvussu man sær út osv, og tað havi eg aldrin klára at tikið orduliga til mín. Eg havi heldur hugsa hví fólk tíma at brúka tíð uppá, at siga slíkt við meg, ið tey atlíkavæl ikki meina. Men í dag royni eg at takka fyri og geri mítt fyri at taka tað positiva til mín, ið fólk siga við meg.
Sum eg havi sagt, so er tað summi, ið ikki megna at tosa um hetta evnið, og tað haldi eg er heilt í lagi. Men eg havi eisini nøkur, sum eru virkuliga røsk at spyrja inn til og fortelja mær at eg eri so røsk. Og tey tosa við meg, sum um tað er ein púra vanlig samtala, tað haldi eg er kul, at tey tíma at brúka tíð uppá at spyrja meg inn til, hvussu tað td. kundi bera til, at eg ikki havi sagt nakað fyrr, hvussu eg kundi síggja hann so ofta uttan at vísa nakað sum helst og td. Hví eg nú vildi sleppa at blogga um alt hettar. Eg kenni alt for nógv, ið hava verið ígjøgnum tað sama og eg eri so glað fyri at fleiri venda sær til mín og stóla uppá meg, so tey ikki ganga púra einsamøll.
Men eg haldi, at tá onkur hevur tikið so nógv frá tær, so hevur tú brúk fyri, at siga tað við onkran og ikki vera einsamøll um tað, tí tað er virkuliga strævið. Kann bara ein perónur fáa tað betur við at lesa, hvat eg havi verið ígjøgnum, so vil eg fegin tað!! tað er forbanka hart at byrja við, men við tíðini er alt lættari og tú fært anda ordiligt aftur. Eg haldi, at hetta er so umráðandi at tosa um og tað er ongin skomm fyri tann, ið hevur verið útsettur. Tað einasta sum er skomm, er at tann, ið hevur valt at gera seg inná ein. Tann persónurin skal skammast og ikki tú. Og um man er ein persónur, ið hevur gjørt seg inná ein/fleiri ella hevur hug, so hugsi eg bara forfanin far til sálarfrøðing og fá tær hjálp, ístaðin fyri at gera seg inná onnur og knúsa tey. Tí tað tekur so leingið hjá okkum at koma fyri okkum aftur. Allir teir tankarnir man hugsar og at man kanska hevur uppiborið hetta, at man er eitt vemmiligt menniskja, ið ikki burdi liva osv eru tankar, ið eg føldi í nógv ár – eins og nógv onnur við mær eisini hugsa og føla – og tað er alt annað enn skeg.
Sum hjá øllum øðrum, so hevur man upp og niðurtúrar, men man dugur betur at lofta øllum, tá ið man er komin út við, at man er blivin kynsliga missbrúktur. Tað ger alt lættari. Í dag eg eri enn ikki komin ordiliga fyri meg, men eg havi tað gott og eg kann flenna ordiligt aftur. Halga eg elski at flenna og at tað kemur frá hjartanum. Eg tori at verða eg og eg tori at siga mína meining. Eg tori at trakka til, eg tori at tosa. Eg tori at tvætla býtt. Eg føli meg ikki býtta meira og eg elski at liva.