Um tú nakrantíð hevur hugsað um, hvussu tað er at blíva kynsliga misnýttur og at skula renna undan ágangi, so fert tú kanska at fáa ein feril av, hvussu tað er her. Sum onnur, sum hava verið misnýtt, áður hava greitt frá, so livir mann eitt parallelt lív við síðuna av tí vanliga lívinum, sum flest øll kenna til. So aftrat at skula hugsa um alt tað vanliga, sum eitt stórt barn og ungur tannáringur nú einaferð hugsar um, sum t.d. hvat ein fer at fáa til døgurða í dag, hvussu ein skal koma aftur og fram til frítíðarítrivini, planleggja avtalur við vinkonur o.s.fr., so fór nógv av míni orku eisini til at stúra fyri, nær næstu ferð fór at vera. Hvussu eg skuldi sleppa mær undan næstu ferð. Hvussu eg skuldi siga “Nei!”. Mangan eydnaðist tað at basa áganginum uppi í høvdinum á mær, men í veruleikanum frysti eg bara og segði onki. Fylgdi bara við. Gjørdi sum eg skuldi. Til tað bara bleiv ein “náttúrligur” partur av sambandinum okkara millum.
Eini stóribeiggi mín og eg vóru og vitjaðu ommu og abba. Eg minnist ikki, um tað var summarferia ella bara eitt vikuskifti – í hvussu er, vóru tað bara vit bæði. Eitt, sum gjørdi tað kul at vitja ommu og abba var, at tey høvdu parabol, so tey høvdu so nógvar kanalir, so har var altíð okkurt hjá øllum at hyggja at. Av hesum stóðust eisini nakrar orrustur um sjónvarpið, tá vit ikki vóru samd. Soleiðis bleiv tað eisini hendan dagin, at beiggi mín fekk tað stóra sjónvarpið, sum var niðri í stovuni, meðan eg, lítlasystir, mátti lúta og fara upp á loft at hyggja í tað sera lítla sjónvarpið, sum stóð inni á einum kamari á loftinum. Meðan eg siti og hyggi at onkrum barnasjónvarpi, kemur abbi inn. Skjúrtan er upplatin. Hann er klárur. Hann hevur fyrireikað seg. Hann kemur yvir í songina, har eg siti og hyggi. Hann byrjar at mussa meg. Tekur í hondina hjá mær og førir hana á sín yvirkropp. Eg skal kela hann. Vit fríggja eina løtu. Hann knappar klædningsbuksurnar upp. Førir hondina hjá mær spakuliga niður í undirbuksurnar. Eg visti ikki reiðiliga, hvat hetta var. Hvat hann vildi hava meg at gera – har. So eg gjørdi onki. Hevði bara hondina har. Hann royndi so at førka hondina fram og aftur, men av tí at eg ikki kendi til, hvat tað var at fleyga einum, so dugdi eg ikki. Visti ikki, hvat hetta gekk út uppá, og at hetta var fyri at nøkta hansara seksuella tørv. Hetta vardi tí ikki so longi. Men nóg longi til, at eg føldi meg skitna og tvitna. Vemmiliga. Ólekkra. Tá hann var farin útaftur, fór eg inn á vesið, sum var beint við síðuna av, har eg vaskaði mær væl við sápu bæði um munnin og hendurnar. Bustaði tenninar og vaskaði alt, sum hevði viðvirkað og nortið við hann. Hevði tað verið brúsa á hesum vesinum, so hevði eg brúsað mær, men tað var tað ikki. Men hetta hjálpti. Eg føldi meg ikki eins skitna og áðrenn. Men upplivingina mátti eg bera víðari í ryggsekkinum.
Eina aðru ferð var eg á baðirúminum í kjallaranum. Eg minnist ikki, um eg hevði verið í brúsu ella bara hevði verið á vesi og stóð og gjørdi okkurt framman fyri speglinum. Í hvussu er, so stóð hurðin opin, og sigast skal, at eg var fult klødd og legði sostatt ikki upp til nakað, um onkur nú skuldi hugsað tað. Tá kemur hann oman gjøgnum trappurnar og stillar seg í duraopið, og tá visti eg, hvat klokkan hevði sligið. Mussitíð.
Slíkar upplivingar gjørdu, at eg royndi at ansa mær ikki at fara á vesið í kjallaranum, tá ongin annar var í kjallaranum. Hetta minkaði kanska um støðurnar á júst hesum vesinum, men hvussu eg so royndi ikki at vera í rúmi saman við honum einsamøll, bar tað ikki altíð til, og hann fann meg í einarúmi og nýtti tað til sín fyrimun.
Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg á Facebook.