Fortíðina fái eg ikki gjørt nakað við, men nútíðina og framtíðina kann eg og vil eg ávirka. Eg havi ikki skyldina av tí, sum hent er, men eg havi ábyrgdina av at fáa mítt lív gott aftur


1. februar 2022

7: Eg vildi bara hava mítt virði aftur 

Eg minnist, hvussu eg hugsaði, at hann skuldi ikki eiga meg. Tá eg hevði fríggjað við onkrum drongi, so var tað, sum átti hann eitt lítið petti minni av mær, og eg hugsaði “Stikk denn! Hevði tú bara vitað! Tað er ikki bara tú, sum vilt hava meg!” Og jú fleiri, jú størri var kenslan av at vera nakað verd fyri onnur mannfólk enn bara hann. Og virðingin fyri mær sjálvari vaks eisini… Til hon ikki vaks meir. Til eg hevði givið so nógv av mær sjálvari til so nógvar ymiskar. Til tað ikki hevði nakað at siga fyri meg longur. Til eg merkti, at virðingin frá vinfólkum og teimum rundanum meg minkaði. Eg bleiv ein søga. Eitt objekt. Men hvussu skuldu tey skilja, at eg bara vildi hava mítt virði aftur? At eg ikki dugdi at siga nei? At eg ikki visti, at mann kundi siga nei? At eg bert vildi vera ein vanlig tannáringagenta við vanligum tannáringatrupulleikum og uttan eina fortíð, sum eg vildi gloyma?

Á henda hátt var mín tilvera, mítt kynslív, ein tvístøða millum at vera errin av mínum vikuskiftisavrikum, sum góvu mær betri sjálvsálit, men eisini nakað, sum eg skammaðist um.

At verða kynsliga misnýtt hevur verið við til at gjørt meg til tann persónin, eg eri í dag. Tað hevur heilt sikkurt tikið nógv frá mær í mínum barna- og ungdómi og eisini nakað inn í vaksnamannalívið. Tað hevur ávirkað meg og tær relatiónir, eg havi havt við mannfólk nógv og eisini sett nøkur spor í relatiónir við mínar vinkonur.

Fortíðina fái eg ikki gjørt nakað við, men nútíðina og framtíðina kann eg og vil eg ávirka. Eg havi ikki skyldina av tí, sum hent er, men eg havi ábyrgdina av at fáa mítt lív gott aftur. Eg kundi eisini latið vera við at gjørt nakað við tað. Ikki snakkað um tað. Ikki skrivað um tað. Bara havt tað fyri meg sjálva. Eg kundi verið bittur inn á abba mín og inn á lívið. Eg kundi hugsað, hví skuldi tað henda mær? Hvat gjørdi eg galið? Hent er hent, eg má bara liva við teimum beisku avleiðingunum, sum hetta hevði við sær. Men tað vil eg ikki. Eg vil hava eitt gott lív. Eitt gott sexlív, sum ikki er ávirkað av eini misnýtslu, sum ein maður eina ferð valdi at byrja.

Eg havi ábyrgdina av at fáa mítt lív gott aftur – tí hvør annar fer at gera tað?

At skriva hesar bloggarnar hevur verið sera læruríkt og sjálvrannsakandi fyri meg. Tað hevur kravt, at eg havi verið noydd at farið aftur í støðurnar og endurskapað tær, fyri at kunna skriva, hvussu tær fóru fram. Tað hevur sjálvsagt ikki altíð verið lætt, men kortini er tað gott at fáa vent bøkkunum eina ferð afturat. Eg havi eisini snakkað nógv við míni nærmastu, serliga familju, men eisini onkrar vinir at vita, hvussu tey minnast ymsar støður, fyri at fáa tær so nær veruligu støðunum sum gjørligt. Gjøgnum hesa seinastu tíðina havi eg eisini ynskt at koma meiri til botns í øllum hesum. KRIS hevur vegleitt meg at venda mær til barnaverndina, har eg havi fingið innlit í málið. Har kundi eg lesa brævaskiftið millum barnaverndina og sálarfrøðingar, eftirskúlan, løgregluna og ymisk onnur skjøl, sum snúgva seg um mítt mál. Hetta hevur verið áhugavert at lisið, tí nógv av tí visti eg ikki, og so er tað eisini nógv, sum eg havi gloymt. Harafturat eri eg eisini vorðin vegleidd í at seta meg í samband við løgregluna, fyri at fáa innlit í alt, sum tey hava um meg. Hetta havi eg fingið játtað, og næsta stigið verður so at fara oman á løgreglustøðina at lesa hetta undir eftirliti.

Hetta verður eisini seinasti bloggurin frá mær á hesum sinni. Sum sagt, hevur hetta hjálpt mær sera væl, og eg kenni meg sterkari og klókari enn eg gjørdi, áðrenn eg byrjaði at skriva. Vónandi hevur tú sum lesari eisini lært okkurt, og eg vóni sjálvandi mest av øllum, at bloggarnir hava kunnað hjálpt øðrum í somu ella líknandi støðum, sum eg og familjan hava verið og eru í.

Til seinast vil eg takka túsund ferðir fyri, at tit lósu, og ikki minst fyri ta heilt ótrúliga góðu móttøkuna og áhugan, sum hevur verið at lesa bloggarnar – tykkara rósandi og stuðlandi orð hava veruliga gjørt mun og hava givið mær orku og hug at skriva um hetta evnið, sum liggur mær so nær at hjarta, og sum eg við hesum havi ynskt at varpa enn meiri ljós á. Eisini ein stór tøkk til mína familju, sum gjøgnum alt – bæði tá ið á stóð, og eisini nú, meðan eg havi skrivað bloggarnar – hevur stuðlað mær út í tað óendaliga. Ein serlig tøkk til mann mín, Inga, fyri at verða so stuðlandi og skiljandi gjøgnum alt. 
Síðst, men ikki minst, tøkk til KRIS fyri at geva mær hendan møguleikan og eisini fyri allan stuðul, hjálp og vegleiðing tit hava veitt og enn veita mær.

Fylgið endiliga við á facebooksíðuni ella heimasíðuni hjá KRIS, tí vónandi og væntandi kemur ein nýggjur bloggari um ikki so langa tíð. 😊

Kærastu heilsur og enn einaferð takk!

Annika Osvaldsdóttir Sørensen