Nakrar ferðir havi eg hoyrt frá fólki, ið IKKI kenna nógv til KRIS, at tað virkar so sekteriskt.
Men hvat merkir tað, at vera sekteriskt?
Eg fór inn á Sprotin.fo at leita eftir orðinum og har stendur:
“sertrúar-, sekteriskur; menigheden har et s. præg samkoman hevur sekteriskan dám; sekteriske meninger einvísar (el. sekteriskar) hugsanir”
KRIS er alt annað enn sekteriskt. KRIS er ein hjálparfelagsskapur, ið er óheftur, bæði politiskt og átrúnaðarliga, og her eru øll vælkomin at søkja sær hjálp.
Samstundis kann eg fylgja teimum, ið siga so….. til eitt vist. Teimum, sum ongantíð hava verið inni hjá KRIS ella tosa við tey, sum arbeiða har.
Tí – tá, ella um tú møtir einum persóni, ið hevur verið so langt niðri av kynsligum ágangi, so tyngdur av seinárinum og sum eftir so nógv ár, endiliga hevur funnið eitt stað sum m.a KRIS, har ein verður møttur, har ein verður hoyrdur og sæddur, har tey skilja støðuna hjá viðkomandi og viðkomandi so samstundis merkir, at hann/hon fær tað betri fyri hvørjaferð hann/hon sleppur av við eitt sindur av byrðuni, so er kanska ikki so løgið, at hesin persónur, á ein ella annan hátt “lovprísar” ( um eg kann siga so ) teimum, sum hava hjálpt.
KRIS er “oyrað”, sum lurtar. KRIS skilir støðuna. KRIS kann veita terapi. KRIS kann ikki taka burtur hesa illgerð, men KRIS kann hjálpa soleiðis, at persónurin lærir at liva við tí sum hent er og ikki í tí sum hent er.
Er tað kanska hendan ovurstóra gleðin av at vera hjálptur, ið far fólk at hugsa um KRIS sum sekteriskt? Kanska er tað tað !