Tá eg fyri nøkrum vikum síðan sá, at LGBT Føroyar høvdu gestaskrivarar/bloggarar á sínum Facebook vanga, helt eg at hetta var eitt sera gott hugskot. Eg skrivaði til Beintu Petersen, forkvinnu í KRIS og forkláraði henni um hetta, og segði at tað hevði verið kul at roynt tað sama við KRIS, fyri at varpa ljós á kynsligan ágang á ein positivan hátt. Hetta er eitt sera tungt evni og er tí eiheldur altíð so lætt at lesa ella tosa um, men vónandi kann hetta hjálpa eitt sindur uppá støðuna.
Eg eiti Beinta Gudmundsen, eg eri 22 ár og eg eri uppvaksin í Sandavági saman við míni kjarnufamilju við mammu, pápa og tveimum beiggjum. Eg eri miðlingur og tað merkir so eisini at eg er yndis, nei tvætl.
Eftir lokið 9. Floksprógv á Giljanes skúla flutti eg til Álands at búgva í eitt ár har eg gekk á Fólkaháskúla. Hetta var ein sera mennandi tíð fyri meg, har eg lærdi nógv um meg sjálva og har eg eisini fekk sera góða hjálp sálarliga.
Eg fari teir næstu dagarnar ella tíðina at skriva eitt sindur um meg og mítt lív við kynsligum ágangi. Eg havi valt at varpa ljós á hetta evnið, tí at eg haldi at tað er so umráðandi at vit kunnu tosa opið um hetta evnið, ið framvegis er so tabusera í Føroyum.
Tá sannleikin kom fram fyri 10 árum síðani, um at eg (og fleiri við mær) var kynsliga missnýtt, var hetta alvorliga eitt hyssj hyssj evnið, men so helt man líkasum, at man var við at koma spakuliga upp undan, men nú 10 ár seinni, so føli eg framvegis ikki, at nógv broyting er komin í. Ná, men eg eri her og eg skrivi her, tí eg vil gera ein mun, so vónandi taka tit væl í móti og er tað okkurt, ið tit hugsa at eg skal taka upp ella okkurt, ið tit bara ynskja at skriva privat til mín, so mugu tit gjarna tað. Tit eru vælkomin at fylgja mínum Instagram brúkara _beinta, har er leggi mín gerandisdag út og har eru tit eisini vælkomin at seta mær spurningar.
Eitt sindur meira um mína fortíð og mína søgu við kynsligum ágangi.
Eg bleiv kynsliga misnýtt av abba mínum sum smágenta. Eg minnist ikki nær tað byrjaði, men tá eg var 12 ára gomul slapp hendan vemmiliga hemmiligheitin fyrstuferð at síggja dagsins ljós. Mín barndómur er eitt sindur fjarur í mínum minni, tí at eg havi fyri tað mesta fortrongt alt, ið er hent, bæði tað góða og tað ringa. Tað er í heilum, at onkur fortelur mær okkurt, sum vit gjørdu sum barn, har eg bara ikki klári at minnast aftur á tað, ið fortalt verður.
Hóast eg kanska útstráli positivitet, so merkir tað ikki, at allir dagar eru eins ljósareyðir, sum ein sjálvur hevði ynskt. Hetta var eisini eitt ynski eg hevði eftir at sannleikin kom fram um kynsliga ágangin, ið abbi mín framdi. Eg vónaði tá, at alt bara fór at gerast betur, ikki tí, tað bleiv tað eisini, men tað tók tíð og kravdi innsats. Sum 12 ára gomul skuldi eg gera ein innsats fyri meg sjálva og fyri at prógva fyri mær sjálvari, at lívið var so nógv meira enn kynsligi ágangurin. Men tað var ikki altíð so lætt, tí eftir at sannleikin kom fram, so hildu eitt nú nakrir dreingir í skúlanum, at tað var sera stuttligt, at gera gjøldur burturúr hesi hending. Tað bleiv rópt eftir gongini í skúlanum í fríkorterinum ”Nú Beinta? Er abbi tín farin inn at ”sita”?” og tá vit vóru úti og spældu, so kundi eg eisini hoyra setningar sum ”Tig tú Beinta, tí abbi tín er pedofil”. Alt nokk sagt í spølni, men hetta eru orð og setningar í seta spor og, sum aldrin verða gloymd/ir.
Eg havi ikki beinleiðis sett upp hvussu eg ætli at skriva/blogga hesar komandi dagarnar, men havi eina hóming at tað kanska gevur mest meining við at deila tað upp soleiðis at alt er í rekkjufylgju. Eg komi at skriva eitt sindur meira um broytingina frá tí at eg bar uppá hesa hemmiligheitina og til hon bleiv fortald, har eg eisni komi eitt sindur inná rættarsakina . Eg komi eisini at greiða frá hvussu eg havi megnað at fóta mær og eisini eitt sindur um hvussu støðan er í dag. Sum sagt er tað okkurt, ið tit ynskja at eg skal taka upp, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við meg.
Hetta er ikki eitt evnið, ið er so hugaligt at taka upp og tað er nokk eisini tí, at tað er so tabusera. Eg ætli mær tó at greiða frá á bestan hátt, soleiðis at tað ikki gerst ov tungt at lesa.
Vónandi verður hetta væl móttikið og eg gleði meg til teir næstu dagarnar. Hetta var ein heilt stutt og skjót frágreiðing um meg og eg vóni at tit tíma at fylgja við.