Vit eru ein stór familja og hava altíð verið nógv saman og tað hevur altíð verið deiligt. At vera uppvaksin í einari stórari familju hevur altíð verið gott!

Tórunn Højgaard
21. maj 2021

1: Eitt sindur um meg

Eg eiti Tórunn og eri 25 ára gomul. Eg eigi tveir fittar dreingir, ið eru 3 og 1 ára gamlir. Eg eri uppvaksin við Ljósá. Havi 4 onnur systkin, ið standa mær nærri og nærri sum árini ganga. Vit eru ein stór familja og hava altíð verið nógv saman og tað hevur altíð verið deiligt. At vera uppvaksin í einari stórari familju hevur altíð verið gott!

Tað, ið eg altíð havi hildið verið so skeg er, at mammubeiggjar mínir altíð eru so forbiði harðir og kulir, men tá okkurt er, so eru teir har og vísa tær umsorgan!

Eg havi eina mostur og hana eri eg sera takksom fyri! Hon er ein persónur har tú aldrin tekur feil av, hvat tað er hon meinar ella hvat hon heldur. Ja mostur er beint fram og tað elski eg.

Mamma og babba eru nakrir kemparar. Allan tann kærleikan og lærdómin eg havi fingið og merkt frá teimum – eg eri sanniliga heldig.

Abbi er nokk sum abbar flest, teir vilja tær alt tað besta og blíva rættuliga særdir um tær hendur eitt hvørt. Abbar dáma eisini minni væl at tosa um kenslur og tað er eisini í lagi, so leingi man veit teir elska teg.  Omma góða omma. Ja, mín omma.Eg minnist lítið til, hvussu eg var sum persónur áðrenn eg bleiv misbrúkt. Eg hugsi nógv um, hvussu eg var áðrenn, tí eg vil bara finna aftur til tað!

Eg bleiv misbrúkt tá ið eg var 8 ára gomul. Sum 8 ára gomul kendi eg ikki til, hvat sex var, og tí visti eg heldur ikki,  hvat tað var sum hendi, tá eg bleiv misbrúkt. Og tað er ei heldur nakað eitt 8 ára gamal barn skal vita nakað um.

Vit høvdu altíð bomm- og kipsdag fríggjadag, tá ið eg var smágenta. Bomm- og kipskvøld var nakað, sum vit gleddu okkum nógv til. Tí her vóru vit øll samlaði. Men akkurát hendan fríggjadagin var lítla systur mín sjúk og mamma var farin at leggja hana og var síðani sovnað saman við henni.

Vit sótu næstan øll og hugdu í sjónvarpið og bíðaðu eftur mammu. Meðan vit bíða var eg hálvgum sovnað á sofuni, tá ið eg hoyri, at babba spyr um vit bara kunna bíða til dagin eftir at eta tað ósunna, so eg legði meg bara orduliga at sova. Tey sum vóru inni hjá okkum tá, vóru vit familjan og so ein annar, ið er av okkara nærmastu familju. 


Eg vakni brádliga  við, at hann ger síni ting og eg fái slett ikki flutt meg. Eg royndi og royndi at fáa eitt róp upp, ella vita um eg fekk reist meg, men einki kom… Til endans kláraði eg at gera eitt lítið rykk og hann togar síðani undirbuksirnar upp, men hann fekk tær ikki for upp…

Hann gekk síðani avstað og upp í kamarið aftur at sova. Eg gloymi aldrin hatta ljóta, skitna ljósa hárið. Eg lá víðari á sofuni og tordi framvegis ikki at flyta meg. Eg vildi so illa á wc, men tað tordi eg ikki, tí eg var bangin fyri, at hann kom aftur. So eg valdi at renna uppá loftið í kamari hjá systur míni og legði meg innan fyri hana at sova.