11. december 2020

Hugleiðing um bloggin sum er skrivaður av Beintu Gudmundsen 

Hey
Eg eiti Teitur Reinert Joensen. Eg fekk eina áheitan frá starvfókunum á KRIS um at hugleiða eitt sindur um bloggin sum er skrivaður av Beintu, her á.
Àðrenn eg komi ov gott í gongd, so skal eg viðurkenna…Eg eri útlærdur sálarfrøðingur og hoyri tískil til tann fakbólkin sum tíverri ikki fekk givið tað hjálp sum Beinta tá hevði brúk fyri. Heldur ikki havi eg persónliga upplivað tað sum Beinta hevur upplivað. Men hetta skal ikki snúgva seg um mítt manglandi persónliga innlit, ella mína fakliga sjálvsmiskunn. Sostatt ætli eg ikki at viðmerkja støðuna hjá Beintu útfrá einum fyribrigdarfrøðiligum sjónarmiði tí hetta meti eg ikki vera hóskandi. Heldur hugsi eg at seta fokus á summar almennar avbjóðingar sum møta fleiri av teimum ið eru kynsliga misnýtt. Eisini ynski eg at varpa ljós á summi sálarlig ástøði sum søgan hjá Beintu hevur við sær. Vónandi kunnu summi fáa okkurt burturúr hesi hugleiðing, men um tit ikki fáa nakað burturúr tí, so er tað eisini heilt OK.


Dissociation
Tá tosað verður um bloggin hjá Beintu, so eru onkur framstandandi “element” sum eru kend innan sálarfrøðina. Tá hon millum annað sigur at hennara barndómsminnið er avmarkað, kann hetta væl møguligt vera ávirkað av hennara trauma. Hetta kann sigast at samsvara við onnur offur ið hava verið útfyri kynsligum ágangi. Tað vísir seg, at eitt av tólinum sum sinnið brúkar at verja ein frá tílíkum subjektivum katastrofum, er nakað ið verður kallað fyri “dissociatión”. At ikki minnast til sítt trauma metist at hava tað “hjálpandi” funktiónina at verja viðkomandi frá at enduruppliva ein konstantan ótta og hóttan sum teirra trauma hevur verið atvold til. Hendan dissociatión kann eisini virka uppá aðrar mátar. Tínar umstøður kunnu merkjast fremmandar, har tín egni kroppur eisini kann merkjast fremmandur. Onkur kanning á hesum økinum vísa á, at nærum 1 út av 4 sum uppliva eitthvørt trauma, kunnu vísa onkur tekin uppá dissociatión (Mauritz et al. 2013). Beinta sigur at hon minnist meira til sín barndóm í dag enn hon gjørdi tá hon var yngri. Tað ljóðar kanska ósamsvarandi at man skal minnast sína fortíð betri jú eldri man blívur. Hóast tað, er hetta eisini í tráð við gransking á hesum øki. Tað vísir seg at um hendan dissociatión ikki verður viðgjørd so verður hon tikin við, víðari í lívinum (Freyd, 2007). Ùtfrá hesum so kann mann ímynda sær at tann viðgerð sum Beinta hevur fingið, hevur í ein ávísan mun, verið við til at niðurbróta hennara “minnisverju” og givið henni meiri atgongd til sín barndóm enn hon hevur havt áður.  


Flashback
Diagnostiskt, so hevur trauma eisini onnur sertekin sum geva fólki mein. Tá minnið ikki kann sigast vera heilstoypt so kunnu onkur óvæntaði útbrot frá fortíðini koma fram aftur í minninum, uttan nakra sum helst fráboðan. Hetta kennir onkur møguliga aftur sum “flashback”. Hesi flashback kunnu koma nær sum helst, men kunnu eisini koma tá man møtir fólki ella kemur í støður sum kunnu setast í samband við teirra ágang. Tað eru serliga tær kroppsligu kenslur sum heilin samanber við tað fyrrverandi vandastøðu (trauma), sum kann útloysa eitt flashback (Nixon, 2005). Beinta fortelur um hetta fyribrigdið tá hon tosar um fylgjandi tíðina har hon sá abba sín og onkuntíð mátti renna heim og læsa hurðina. At man sær brotsmannin umaftur og umaftur vil viðlíkahalda ella styrkja um óttan til viðkomandi. Tíverri kann hesin styrkjandi ótti síðani geva enn meira flashback, og so kann henda ónda ringrásin koyra.
At Beinta tekur frástøðu til abba sín, er tó ein sjálvsagdur máti at taka frástøðu frá innlærdum vandastøðum. Tá eg sigi “innlærdum” so eru tað ikki øll ting sum fólk hava ein felags ótta fyri. Eg vildi mett at flest fólk ikki koyra hondina á komfýrin tá hann er frá. Hetta kemst sjálvsagt av at tað er pínufult at brenna hondina, líkamikið hvør man er. Allíkavæl, so eru ikki øll sum uppliva myndina av abba teirra, soleiðis sum Beinta ger, tí flest onnur hava ikki verið skemd av abba teirra eins og Beinta hevur. Tískil eru ikki øll sum seta abba sín í samband við vanda, sum hon hevur stríðst við øll barnaárini. At hava ein tílíkan ótta til síni nærmastu, kann tí hava eitt ávíst einsemi við sær, serliga tí at onnur avvarðandi ikki avspegla hendan óttan sum man hevur.


Stigma
Eitt annað sum Beinta lýsir væl í sínum bloggi, eru tær umstøður sum ofta ikki duga at rúma tílíkum trupulleikum. Her meini eg við tann atburð vístur móti Beintu, serliga tá onnur børn vilja sláa hennara ágang uppí glens stutt aftaná hetta kom fram í ljósið. Tískil kann sigast at avbjóðingar sum møta teimum ið eru kynsliga misnýtt, eru fleiri í tali. Tá javnaldrar ikki hava førleikar at handfara tílíkar støður, kann tað ístaðin verða borið fram uppá ein máta sum ikki er sosialt hóskandi. Tó, tá ein tílíkur atburður verður vístur til tað trauma sum Beinta hevur uppliva, so kann hetta hóast alt, merkjast sum at man verður útstoyttur av sínum javnaldrum. Hetta kann føra til eitt ávíst misálit og einsemi, sjálvt um man er rundan um síni nærmastu, nakað sum Beinta sigur seg uppliva hesa tíðina.
Ì løtuni arbeiði eg á Psykiatriska deplinum og har koma fólk inn sum hava ymiskar sálarligar trupulleikar. Eitt sum er afturvendandi tema í okkara arbeiði, er tann stigmatisering sum hesi fólk kunnu vera undir. Hetta kemst sjálvtsagt av, at man er í einum samfelag, sum hóast stór framstig, kanska ikki heilt klárar at rúma tílíkum trupulleikum. Hetta kann tískil merkjast sum steinur oman á byrðu hjá teimum sum hava sálarligar avbjóðingar. Ein máti at “avstigmatisera” hetta, kann vera at man tosar opið um hesar avbjóðingar, nakað sum Beinta nemliga ger. At tosa um hesar trupulleikar kann ikki bara hjálpa einum at arbeiða við sínum egna trauma, men eisini hjálpa við at “avstigmatisera” sálarheilsu í okkara samfelag. Tá fólk merkja seg hava einhvønn trupulleika, so kunnu tey ringja 1870 (læknavaktin). Hetta nummarið ringir man til, líkamikið um man hevur trupulleikar við evt. beininum, rygginum, maganum, hjartanum og eisini sinninum. Hetta er sanniliga eitt gott signal at senda samfelagnum, nemliga at allir trupulleikar, somatiskir og psykiskir eru møttir líka. Harumframt, at tosa um hesi tingini eru avgerðandi fyri okkum sum individ og sum samfelag. Av hesi orsøk skulu fólk sum Beinta fagnast fyri tað dirvi sum krevst, ikki bara fyri at basa hennara egnu avbjóðingum men eisini at berjast fyri avstigmatisering, við at deila sína søgu. Uttan at gera meg ov klókan uppá tað, so meti eg eisini at hendan avstigmatisering er eitt av høvuðsmotivinum hjá KRIS, at leggja hendan blogg á teirra heimasíðu.
Við hesum vil eg, vegna mítt fak, hjartaliga takka Beintu og KRIS fyri teirra megnar arbeiði á hesum økinum.
 
 
References
Freyd, J. J., DePrince, A. P., & Gleaves, D. H. (2007). The state of betrayal trauma theory: Reply to McNally—Conceptual issues, and future directions. Memory, 15(3), 295-311.
Mauritz, M. W., Goossens, P. J., Draijer, N., & Van Achterberg, T. (2013). Prevalence of interpersonal trauma exposure and trauma-related disorders in severe mental illness. European Journal of Psychotraumatology, 4(1), 19985.

Nixon, Reginald DV, and Richard A. Bryant. “Induced arousal and reexperiencing in acute stress disorder.” Journal of Anxiety Disorders 19.5 (2005): 587-594.