Við alsamt styttri millumbilum verður varpa ljós á kynsligan ágang. Ikki bert ágang móti børnum men eisini vaksnum fólkum.
Eg kann nevna #MeeToo átakið, har fleiri túsund kvinnur , runt um heimin, nú standa fram og siga frá, hvussu tær eru kynsliga misbrúktar.
Í donskum miðlur kunnu vit í hesum døgum síggja , lesa ella hoyra um fyrrverandi barnasjónleikarar, ið hava brotið tøgnina um kynsligan ágang. Hetta hendir heili 40 ár eftir , at ágangurin hendi.
Hví koma tey fram við hesum nú, eftir so nógv ár?
Tað gera tey, tí kynsligur ágangur er eitt so ógvusligt markabrot og tað hevur ógvuslig árin við sær, um hetta ikki verður viðgjørt, so skjótt til ber.
Men hvussu upplýst eru vit um ávirkan og árin av kynsligum ágangi?
Vita vit yvirhøvur hvussu ógvusligt inntriv kynsligur ágangur er? Vita vit hvussu ógvusligar avleiðingar, kynsligur ágangur hevur við sær, um ikki hond verður tikin um barnið ella tann vaksna beinanveg?
Vita vit , ella megna vit at fyrihalda okkum til, hvussu nógvar og ógvusligar avleiðingar tann vaksni hevur at stríðast við, tí skommin og skuldarkenslan av áganginum hevur verið so stór, at hann ella hon hevur brúkt alla orku til at fjala og skúgva hesa illgerð burtur? So nógv, at hetta hevur ført við sær, misbrúk, angist, sálarsjúku, lágt sjálvsvirði, sjálvskaðan o.s.v?
Vita vit ? Ella megna vit at fyrihalda okkum til, at soleiðis er tað ?
Tað vit ikki tosa um, tað er ikki til?
Eg velji at hugsa, at vit helst øll innast inni vita, men tað er so torført at fyrihalda seg til hesa illgerð.
Men vit noydast at fyrihalda okkum til tað. Kynsligur ágangur er ein veruleiki, eisini í Føroyum.
Læs nú ein dagin eina grein, í Politiken.dk, har ein serfrøðingur sigur :
“Seksuelt krænkede børn lider i samme grad som torturofre
Når sexkrænkelser sker på et bestemt udviklingstrin, ødelægger det børn i samme grad som folk, der bliver udsat for tortur”
“Fire ud af fem børn, der har været udsat for seksuelle krænkelser, udvikler posttraumatisk stress, ptsd.”
Hetta er ræðandi at hugsa um. Men vit kunnu gera nakað vit hetta.
Tað fyrsta er at viðganga, at tað hendir, eisini heima hjá okkum í Føroyum. At tað kann henda allastaðni.
Vit vaksnu hava eina ábyrgd av at verja børnini, – eisini ímóti kynsligum ágangi.
Vit mugu upplýsa og læra tey at verja seg móti kynsligum ágangi, líka so væl sum vit læra tey at busta tenn, ella læra teg at ferðast í ferðsluni.
Vit mugu læra tey, at tey ongantíð hava skuldina av at ein vaksin ger seg inn á tey, um tað so er kynsligur ágangur, harðskapur ella okkurt heilt annað.
Eitt barn eigur ONGANTIÐ skuldina!
Kann man tað. Kann man upplýsa børn um sovorið ?? Ja, man kann, um tað verður gjørt á ein hátt, ið barnið megnar at fata!
Men hvat so við teimum børnunum, sum eru vaksin í dag og sum ikki fingu hjálp tá tey vóru børn, kunnu vit hjálpa teimum??
Ja, vit kunnu.
Vit kunnu møta teimum, lurta eftir teimum og royna at skilja teirra støðu. Hjálpa teimum soleiðis at tey skilja , at skuldin ikki liggur hjá teimum , men at skuldina eigur tann, ið framdi illgerðina. Hjálpa teimum so tey fáa slept tungu byrðuni tey hava borið í nogv ár, soleiðis at tey kunnu liva frí og fáa eitt virðiligt lív.
Kynsligur ágangur skal ikki tigast burtur, men tosast burtur!
Vit eru noydd til at seta meira fokus á stóra trupuleikan.
Vit mugu áhaldandi kunna og upplýsa um trupla og “ tabuiseraða” evnið, sum kynsligur ágangur er.
Tí, tað vit tosa um, tað kunnu vit gera nakað við!