Sgreg
9. november 2017

Sjónlig/ósjónlig- Tann vaksni

Tann vaksni

Teir ósjónligu trupuleikarnir halda fram inn í vaksinlívið, líka mikið hvussu ein roynir at handfara teir.

Nú leggjast fleiri trupuleikar til, í og við at ein far egna familju, far eina útbúgving og starv.

Ein kann væl vera sjónligur fyri øðrum, men hví følir ein sjálvur seg so ósjónligan? Hví er tað eingin sum sær ein? Hví hevur ein tað ikki gott?

Sum árini ganga, gert grundin til at ein ikki hevur tað gott,- eisini ósjónlig fyri einum sjálvum. Ein skilir ikki seg sjálvan. Heldur,- at tað er nakað galið við einum sjálvum og tað má haldast loyniligt.

Soleiðis er ein sjálvur við til at ósjónliggera seg, tí eingin má vita, hvussu ein hevur tað innaní, tí tað er ikki nøkur vøkur sjón.

Eingin má kenna tann skitna loynidóm og allar svørtu síðurnar. Kanska allarminst ein sjálvur.

Sjálvt um ein veit, at ein hevur verið fyri kynsligum ágangi sum barn, so kann ein ikki “bara” siga tað fyri umheiminum og harvið gerast sjónligur.

So lætt er tað ikki!