Bloggur 1 – Beinta Gudmundsen
Leinkja: https://kris.fo/2020/08/05/bloggur-1-beinta-gudmundsen/
Bloggur 2 – Beinta Gudmundsen, barndómur & kynsligur ágangur
Leinkja: https://kris.fo/2020/08/11/bloggur-2-beinta-gudmundsen-barndomur-min-kynsligur-agangur/
Í mínum seinasta bloggi, skrivaði eg um mín barndóm, og kom eisini eitt sindur inná hvussu tað er at fortreingja barndómin. Hesuferð fer bloggurin at snúgva seg um, tá sannleikin sá dagsins ljós og um tíðina aftaná.
Ber tað til, at lætna 50 kilo mentalt?
Tað er undarligt, at eg í dag kann siga, at tað eru 10 ár síðani at sannleikin kom fram. 10 ár er ein long tíð, serliga tá ein ikki er vorðin eldri enn fyrst í tjúgunum. Eg havi eitt heilt lív frammanfyri mær, og eg eri sera takksom fyri, at eg, í mínum besta aldri, kann liva uttan at hava teir trupulleikarnar, sum eg hevði áðrenn kynsligi ágangurin kom fram.
Fyri 10 árum síðan var tað ein í familjuni, ið hevði dirvið til at siga nokk er nokk. Hesum kann eg bara vera takksom fyri, tí hetta gjørdi, at eg fekk ein spurning, ið eg aldrin væntaði fór at koma. Og so fekk eg enntá spurningin tvær ferðir. Eg fekk ein eyka møguleika til at siga, ja tað passar.
Tað byrjaði við, at mamma ein dagin brádliga kom inn í mítt kamar, setti seg á seingjarstokkin og spurdi meg um abbi hevði kynsliga missnýtt meg. Eg bleiv nervøs, so eg kann eisini ímynda mær, at hetta var ein forferdiligur spurningur hjá mammu at seta mær. Í eini handavending svaraði eg «nei» og tankarnir byrjaðu at flúgva runt í høvdinum.
«Hvat skal eg gera?»
«Hvussu veit hon hetta?»
«Hvør hevur fortalt henni?»
«Hvussu skal eg venda mínum svarið?»
«Skal eg bara spæla sum um einki er hent?»
Og dagarnir fóru aftur til at spæla sum um einki er hent, tí soleiðis var tað. Eingin visti um nakað og tískil var tað eisini sum um, at einki var hent. Tað er løgið, og ein kann eisini undrast hvussu ein bara kann innstilla seg soleiðis mentalt. Dagarnir eftir vóru vanligir fyri meg, tí eg visti einki um nakað ella nakran. Eftir nakrar dagar, so fekk eg aftur spurningin. Sama spurning, sum eg svaraði nei til fyrstuferð. «Hevur abbi kynsliga missnýtt teg?» og hesuferð svaraði eg tíbetur «ja». Enn einaferð helt eg tað vera undarligt, at eg fekk hendan spurningin, tí eg hevði onga hóming av, hvar hon hevði fingið hetta at vita frá. Tað vísti seg so, at sum áður nevnt, at tað var ein í familjuni, ið hevði dirvið til at siga frá fyrst.
Dagarnir eftir hetta vóru sera undarligir. Eg fór ikki í skúla, men dagin eftir, at eg hevði sagt mammu frá øllum, var ein føðingardagur í flokkinum. Mamma helt, at eg ikki skuldi fara, men tað var einki at gera við, tí at eg VILDI í føðingardag. Hóast eg hevði grátið í fleiri tímar áðrenn, bert ligið í songini, næstan einki etið, so megnaði eg at fara at spæla og hugna mær við mínum floksfeløgunum. Tí hví skuldi eg ikki klára tað, tá eg í forvegin var so von at seta eina masku á við einum smílið, hóast eg innast inni var um at fella saman?
Eg hevði ikki verið í skúla tann dagin, so tá eg kom í føðingardag fekk eg sjálvandi nakrar spurningar um, hví eg ikki hevði verið. Eg segði bara, at eg hevði ikki verið so væl fyri tann morgunin… hehe, lítið visti eg, at lærarin fór at fortelja teimum tað, sum var nógv vemmiligari og forferdiligari enn at vera eitt sindur illa fyri. Men hetta svaraði spurninginum júst tá, og vit hugnaðu okkum víðari. Tað var deiligt at sleppa burturúr øllum, sum gekk fyri seg har heima eina løtu.
Sum sagt var eg ikki í skúla dagarnar aftaná. Eg meini, at tað gingu eini 14 dagar til eg fór í skúla aftur, og eg gleddi meg, tí so kundi eg gloyma alt sum gekk fyri seg har heima eina løtu, men soleiðis varð ikki.
«Nú Beinta? Er abbi tín farin inn at sita?» og so flenti hann saman við nøkrum øðrum dreingjum, ið sótu við sama borð sum hann. Tað vóru 3 borð á júst tí strekkinum í gongini í skúlanum, og á tí 3. sat eg við mínum vinkonum. Eg byrjaði sjálvandi at gráta og gekk avstað.
Hetta var tíverri ikki eindømi. Eg fekk tó góða hjálp frá SSP ráðgevunum, sum vóru við mær allan vegin í gjøgnum míni síðstu skúlaár, og sum eisini tosaðu við dreingirnar, ið høvdu sagt ymiskt við meg. Eg fekk eisini eina umbering frá teimum.
Eg dugi væl at síggja í dag at hetta hevur verið trupult fyri teir at seta seg inn í, tí at eg sjálv visti ikki hvussu eg skuldi bera meg at saman við mínum vinfólki í hesi støðuni.
Tá eg síggi hesar dreingirnar í dag, tosa vit saman. Tað sum hendi fyri 10 árum síðani er ikki nakað, ið ávirkar okkara samband, og tað er eiheldur nakað, sum fyllir nógv í mínum gerandisdegi.
Eg havi tosað eitt sindur við mína vinkonu um, tá ið vit vóru yngri. Hon minti meg á, at um sama mundi, at kynsligi ágangurin bleiv avdúkaður, kom sangurin hjá Páll Finnur Páll út, sum kallaðist pedofilurin. Vit tosaðu eitt sindur aftur og fram um hendan sangin, og komu so í tankar um, at hann bleiv ofta sungin, tá vit vóru yngri, og eisini framman fyri mær. Hon minnist serliga væl einaferð, tá vit spældu á vøllinum, har ein drongur byrjaði at syngja hendan sangin.
[brot úr sanginum]
Visti tú at abbi tín undir fjallið var pedofil
Tá omma tín var gomul og senil
Hevur tú ikki hoyrt nógvar søgur
Um børn, sum ikki tora í song,
Tá tey droyma um abba tín og hansara hond
Tí abbi tín gekk runt og føldi
uppá hvørt smábarn sum hann sá
Hvørt pinkubarn eitt offur í vøgguni lá
Børnini komu grátandi, tá hann segði 1, 2, 3 sting hann inní
Børnini komu ýlandi, tá hann segði 4, 5 longur inn
Abbi tín, var pedofilurin.
Hóast sannleikin kom fram, so var tað ikki soleiðis at alt bara bleiv slettað burtur úr minninum, og at eg nú slapp frá øllum. Hann búði og býr framvegis í somu bygd sum eg. Tað fyrstu tíðina áðrenn hann fór inn at sita, gekk hann nógv í bygdini, og eg møtti honum sum regul hvørjaferð eg var úti og spældi. Onkuntíð megnaði eg at lata sum luft og spæla víðari, og onkuntíð rann eg heim og læsti hurðarnar.
Tað vóru fleiri gentur, sum hann hevði missnýtt. Tað gekk eitt og eitt hálvt ár frá tí, at hann bleiv meldaður, til hann fór inn at sita og í hesum tíðarskeiðinum kláraði hann í øllum førðum at missnýta eina afturat. Av tí, at eg var yngri enn 16 ár, slapp eg ikki at vitna í rættinum. Tó vóru aðrar, ið vóru eldri enn 16 ár, og kundu vitna sínum upplivingum sum yngri.
Sum sagt, so kundi eg ikki vitna í rættinum, men eg bleiv avhoyrd í einum lítlum rúmið á politistøðini í Havn. Eg sat í eini sofu ímeðan ein politistur sat í einum stóli yvirav mær. Tað var sera minimalistiskt inni har, og eg minnist hvussu eg royndi at krógva meg langt niður í grønu hettutroyggjuna, sum var renn vát í tárum. Fyri at fáa meg róliga sat eg og teknaði. Tað var ikki tí, at eg fekk eitt sera gott avrik burturúr, tí eg teknaði, tí pappíri var gjøgnum bloytt og fór beint í skrell eftir avhoyringina.
Hann fekk lúsa 3 ár, men sat bert 2 ár og nakrar mánaðar inni. Júst tá búði eg á Álandi. Eg minnist hvussu eg stúrdi fyri at koma heim tað summarið, sum hann var komin út nakrar mánaðar fyri.
Eftir seinasta bloggin, ið eg skrivaði, fekk eg tveir spurningar, sum eg eisini hugsaði at eg skuldi svara á her.
«Hevur tú enn samband við ommu tína?»
Nei, tað havi eg ikki. Hon valdi at liva saman við honum, og tískil havi eg, eins og familjan, hava valt at eisini taka frástøðu frá henni.
«Er tað ikki mega ringt at búgva í somu bygd sum hann?»
Sum eg havi skrivað eitt sindur longri uppi, so var tað torført í fyrstuni, tí at hann sum sagt gekk í bygdini eins og eg gjørdi, tá eg var úti og spældi. Eg síggi hann ikki nógv longur, men møti eg honum ella henni, so havi eg sett mær fyri, at eg skal hyggja tey inn í eyguni og ganga beint forbíð. Eg havi møtt henni í innkeypshandlum og havi gjørt júst hetta, tá eg møti henni.
So svarið til yvirskriftina «ber tað til at lætna 50 kilo mentalt?»
Í høvuðsheitum er svarið nei, men fyri meg, føldist tað soleiðis, tá eg slapp av við eina so stóra hemmiligheit.
Óansæð hvussu hørð tíðin aftaná var, har mínir tankar vóru ”eg sleppi aldrin burturúr hesum”, so eg kann eg við vissu siga, at tað eri eg nú sloppin.
Fjórði bloggur fer at snúgva seg um júst hetta evnið – at liva við kynsliga áganginum, og ikki í honum, og hvussu eg havi fótað mær.