Endamálið við blogginum hjá KRIS er at upplýsa um evni, ið hava við kynsligan ágang og seinárin av kynsligum ágangi at gera. Sjónarmið, ið verða viðgjørd á blogginum kunnu bæði vera persónligar meiningar og faklig íkast.
01-02-2022
7: Eg vildi bara hava mítt virði aftur
Fortíðina fái eg ikki gjørt nakað við, men nútíðina og framtíðina kann eg og vil eg ávirka. Eg havi ikki skyldina av tí, sum hent er, men eg havi ábyrgdina av at fáa mítt lív gott aftur
Tá hann var farin útaftur, fór eg inn á vesið, sum var beint við síðuna av, har eg vaskaði mær væl við sápu bæði um munnin og hendurnar. Bustaði tenninar og vaskaði alt, sum hevði viðvirkað og nortið við hann.
Dagurin upprann, har sakin kom fyri rættin, og vit møta niðri í rættinum. Komin inn í gongina í reyða, lága bygninginum í C. Pløyensgøtu fáa vit at vita, at sakin er útsett.
Vit skuldu tosa við hann um tað, og so fór hann ivaleyst at siga umskylda, og at hetta var alt ein stór misskiljing og eitt mistak, sum hann var sera keddur av, og so kundi eg fyrigeva honum – og so kundu vit øll venda aftur til at vera ein stór kjarnufamilja – sjálvandi!
Eins og eg óttaðist, áðrenn eg segði tað við mammu og babba, so bleiv tað. Familjan fór í tvíningar, og uttanfyri sótu vit. Hendan skuldin er øgiliga tung og stór hjá einum barni ella eini ungari gentu at bera. Hevði eg bara tagt, so var alt gott.
2: Eg eri meira – er tað lov at siga tað í Føroyum?
Ein gerð ella ein uppliving kann ongantíð definera ein persón – og so slett ikki, tá ið persónurin ikki hevur valt gerðina ella upplivingina sjálvur. Eg havi ikki valt at blivið misbrúkt. Tað kann eg onkuntíð halda.
1: Eg eri kynsliga misnýtt, og tað vil eg ikki skammast um
Fyrst kann eg bara staðfesta, at eg eri ikki vorðin neyðtikin. Eg havi ikki havt samlegu við abba mín. Men eg havi havt eitt øðrvísi forhold við hann, enn eldru systkin míni hava, og enn eg hevði við hin abban hjá mær.
Tað sum eg haldi er so gott við bólkinum er, at man hevur eina kenslu av, at um man ikki dugur at orða seg, so er onkur annar ofta í bólkinum, ið følir tað sama og dugur at seta orð á tað. Bara tað at man sleppur í bólk og ikki er einsamallur merkir nógv, samstundis sum vit allar eru góðar til at lurta eftir hvørji aðrari og geva góð ráð og uppmuntra hvørja aðra
Eg var nógv í tvístøðu um, hvussu eg skuldi hava tað, tá alt var liðugt. Skal eg jubla, skal eg vera óð inná, at hann fekk so vánaligan dóm og hvat við mínum trýmenningi? Tað er so lætt hjá mær at siga við hana “ hann er dømdur og tað er fyri okkum báðar” men hann er BARA dømdur fyri hvat hann hevur gjørt við meg.
Vit eru ein stór familja og hava altíð verið nógv saman og tað hevur altíð verið deiligt. At vera uppvaksin í einari stórari familju hevur altíð verið gott!
Hugleiðing um bloggin sum er skrivaður av Beintu Gudmundsen
HeyEg eiti Teitur Reinert Joensen. Eg fekk eina áheitan frá starvfókunum á KRIS um at hugleiða eitt sindur um bloggin sum er skrivaður av Beintu, her á.Àðrenn eg komi ov gott í gongd, so skal eg viðurkenna…Eg eri útlærdur sálarfrøðingur og hoyri tískil til tann fakbólkin sum tíverri ikki fekk givið tað hjálp sum Beinta … Læs videre "Bloggur"
Eg havi altíð verið sera opin um ágangin, og havi ikki verið bangin fyri at tosa um tað. Tað hevur tó verið onkur avbjóðing, tí tað kom og kemur fyri, at tá eg nevni tað, so steðga fólk upp. Tey vita ikki hvat tey skulu siga, og royna at broyta evni.
Tað byrjaði við, at mamma ein dagin brádliga kom inn í mítt kamar, setti seg á seingjarstokkin og spurdi meg um abbi hevði kynsliga missnýtt meg. Eg bleiv nervøs, so eg kann eisini ímynda mær, at hetta var ein forferdiligur spurningur hjá mammu at seta mær.
Fyri at koma í gjøgnum hvønn dag, var eg noydd til at hugsa øðrvísi enn børn flest. Ístaðin fyri at hugsa, hvat vit fingu til døguðra, so vóru mínir tankar í einum heilt øðrum stað, har eg heldur gekk og stúrdi fyri nær hann aftur fór at gera seg inn á meg.
Jólagleði, familja, vinir og kenningar koma saman – stór og smá. Tað angar av góðum mati, kertuljós eru tendraði . Nýggju klæðini verða tikin í brúk, Húsini eru vaskaði, bakstur er bakaður. Fólk eru spent til jólaaftan. Persónurin í hesi søgu er ónavngivin, av tí at hendan søgan er eisini veruleiki í Føroyum. X situr … Læs videre "Bloggur"
KYNSLIGUR ÁGANGUR KANN VERA LÍKA TRUPUL AT FÁA EYGA Á, SUM HANN ER AT TOSA UM
Orsøkirnar til tess eru fleiri, tí nógvar ymiskar umstøður gera seg galdandi: • Børn, ið eru fyri kynsligum ágangi, vísa sjáldan týðilig tekin um ágangin • Ein skemmari hevur eingi serstøk eyðkenni • Tabuiseringin ger tað torført at seta orð á, bæði fyri sær sjálvum og fyri øðrum • Kynsligur ágangur kann vera eitt av … Læs videre "Bloggur"
Hjá vaksnum kann vera trupult at taka støðu til ta sosialu tilveruna, ið børn og ung liva í á netinum. Men kynsligur ágangur kann eisini fara fram gjøgnum talgildar miðlar. Talan kann bæði vera um børn og ung, ið gera seg inn á hvørt annað, og um vaksin, ið gera seg inn á børn. Til … Læs videre "Bloggur"
Tá eg var 12 ára gomul varð eg neyðtikin. Skemmarin segði tá, at neyðtøkan var ein loynidómur millum okkum bæði. Sum 12 ára gomul visti eg ikki betri og tann traumatiska hendingin kom ikki fram fyrr enn 12 ár seinni. Tá eg var 24 ára gomul, kundi mín psyka og kroppur ikki longur blíva við … Læs videre "Bloggur"
SKEIV ÁKÆRA UM KYNSLIGAN ÁGANG KANN HAVA ÁLVARSLIGAR AVLEIÐINGAR
Neyðtøka er eitt brotsverk. Men tað er ikki altíð eitt brotsverk, tá ein maður roynir eftir einari kvinnu, ikki ein gong tá tað hendir á ein avgjørdan ella ein klossutan hátt. Kurteisni skal ikki síðustillast við mannchauvinistisk álop. #Mee Too rørslan hevur verið við til at fella illgrunakendar menn, sum hava framt kynsligan ágang, m.a. … Læs videre "Bloggur"
Meira fokus á kynsligan ágang og á seinárin av kynsligum ágangi
Við alsamt styttri millumbilum verður varpa ljós á kynsligan ágang. Ikki bert ágang móti børnum men eisini vaksnum fólkum. Eg kann nevna #MeeToo átakið, har fleiri túsund kvinnur , runt um heimin, nú standa fram og siga frá, hvussu tær eru kynsliga misbrúktar. Í donskum miðlur kunnu vit í hesum døgum síggja , lesa ella … Læs videre "Bloggur"
Nøkur koma hartil, har tey gera seg sjálvan sjónligan og við at arbeiða hart við sær sjálvum, gerast tey klár til at standa fram og siga sína søgu. Men hvat hendir so? Ógvuliga ofta hendir einki. Eingin sær, eingin hoyrir og eingin skilir. ” Tað er ræðuligt” siga tey og skunda sær víðari ella … Læs videre "Bloggur"
Tað er torført at gerast sjónligur, tí…. 1: Skuldarkensla og skomm eru tengd at kynsligum ágangi. Tað má ikki koma fram tí so vita øll hvussu ein veruliga er! 2: Ein ræðist avvísing og burturkveistran frá umheiminum. Tað er ikki uttan grund, tí nógv vita ikki hvussu ein skal reagera, um tey fáa slíkar upplýsingar … Læs videre "Bloggur"
Tann ungi Gjøgnum ungdómsárini royna nøkur framhaldandi at tillaga seg og royna at vera ósjónlig, fyri at sleppa undan áganginum ella álopum frá umhvørvinum. Ræðslan er stór og sjálvsálitið er burtur. Onnur royna at berjast fyri at blíva sjónlig. Berjast fyri at blíva sædd, hoyrd og skilt . Nøkur gerast víðgongd og gerast ógvuliga sjónlig … Læs videre "Bloggur"
Nakrar ferðir havi eg hoyrt frá fólki, ið IKKI kenna nógv til KRIS, at tað virkar so sekteriskt. Men hvat merkir tað, at vera sekteriskt? Eg fór inn á Sprotin.fo at leita eftir orðinum og har stendur: “sertrúar-, sekteriskur; menigheden har et s. præg samkoman hevur sekteriskan dám; sekteriske meninger einvísar (el. sekteriskar) hugsanir” KRIS … Læs videre "Bloggur"
“Kann eg spyrja teg nakað ?” spurdi Sonja meg, ein dagin eg møtti henni. “Ja endiliga. Eg svari, um eg kann ella fái ”, sigi eg við hana. Sonja sigur víðari: Ein dama í bygdini, har eg eri frá, varð í nógv ár misbrúkt sum barn av sínum egna pápa. Hon kom út við síni … Læs videre "Bloggur"