Notice: Function _load_textdomain_just_in_time was called incorrectly. Translation loading for the eventorganiser domain was triggered too early. This is usually an indicator for some code in the plugin or theme running too early. Translations should be loaded at the init action or later. Please see Debugging in WordPress for more information. (This message was added in version 6.7.0.) in /mnt/wordpress_data/fo.kris/wp-includes/functions.php on line 6121

Notice: Funktionen _load_textdomain_just_in_time blev kaldt forkert. Indlæsning af oversættelse for twentysixteen-domænet blev udløst for tidligt. Dette er normalt en indikator for, at noget kode i pluginet eller temaet kører for tidligt. Oversættelser bør indlæses ved init-handlingen eller senere. Se venligst Fejlfinding i WordPress for mere information. (denne meddelelse blev tilføjet i version 6.7.0). in /mnt/wordpress_data/fo.kris/wp-includes/functions.php on line 6121
Kris – Side 13 – Kris

Landsinnsavnan 25. august 2018

Leygardagin 25. august verður okkara árliga landsinnsavnan. Vit hava ognað okkum nýggj hølir á Toftum, har vit skulu húsast framyvir. Umvælingar eru enn í gongd, og tí fer allur peningurin, ið kemur inn, óskerdur til húsini.

Nýggju hølini geva okkum munandi betur umstøður til at bjóða ókeypis ráðgeving og hjálp til tey, ið hava verið fyri kynsligum ágangi og at upplýsa um kynsligan ágang.

Soleiðis kanst tú stuðla:

  1. lat pengar í bússurnar, ið koma runt landið leygardagin 25. august
  2. SMSa KRIS til 1910 fyri at lata 100 kr.
  3. Flyt pengar á konto 6460-573.888.3

Fyribyrgjandi undirvísing

TÍÐINDAGREIN

Týskvøldið tann 12. juni var undirvísing fyri 55 námsfrøðingum/hjálparfólki á dagstovnunum í Sunda kommunu.

Dirvi til at síggja – tryggleika til at handla. 

Tað eru Sigvør Gregersen, námsfrøðingur og Malan Kjærbo, sosialráðgevi, sum – vegna KRIS – bjóða seg fram til at undirvísa fakfólki í at tola at hoyra tað, ið barnið sigur og at fanga/síggja ábendingar frá barninum. Tær hava eina holla vitan um økið og hava nomið sær kunnleika til at undirvísa í hesum trupla og ofta bannhalgaða evninum.

Undirvísingin var eyðmerkt av áhuga fyri og spurningum um m.a. tekin um ágang, nær orsøk er til stúran, nær orsøk er til inntriv, og um hvussu ein tosar við børnini um evnið kynsligur ágangur.
Um vit tosa við børn um ágang á teirra egna menningarstigi og tey merkja, at tey verða tikin í álvara, so koma søgurnar.

Tað er sjón fyri søgn, at vit læra, at tað hevur týdning at læra børnini at tosa um góðar og ringar kenslur, tí vit fáa bara góðar og jaligar afturmeldingar um undirvísingarátakið.

Um áhugi er fyri einum tílíkum undirvísingarátaki, eru tit vælkomin at venda tykkum til: Sigvor@kris.fo ella Malan@kris.fo

Átakið er fyri øll, sum hava við børn og ung at gera – m.a. lærarar, námsfrøðingar, læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarfrøðingar, tannlæknar og sálarfrøðingar

 

KRIS HEVUR FØROYSKAÐ TVEY HEFTI UM KYNSLIGAN ÁGANG OG GEVUR ÚT NÚ

KRIS Føroyar ,  fyribyrging – kunning – undirvísing

                               

Í samstarvi við Red Barnet í Danmark, ið hevur tikið stig til at geva út fýra hefti um kynsligan ágang móti børnum, hevur KRIS umsett tvey tey fyrstu heftini til Føroyskt. Ætlanin er, at tey bæði seinnu heftini koma út í næstum.
Tá ið vaksin fremja ágang – er fyrsta heftið av fýra, ið eru ætlað vaksnum. Í hesum hefti fært tú breiða kunning um, hvat kynsligur ágangur ímóti børnum er.
Tá ið illgrunin kyknar – er næsta heftið. Her eru ráð um, hvussu tú kanst bera teg at, um tú sum foreldur, avvarðandi ella fakfólk fært illgruna um, at eitt barn er fyri kynsligum ágangi.
Stríðið móti kynsligum ágangi
Eins og Red Barnet vil KRIS stríðast ímóti kynsligum ágangi ímóti børnum.
Børn hava rætt til at vera børn og eiga ongantíð at verða tvingað til kynsligt samband. Øll børn kunnu vera í vanda fyri kynsligum ágangi, men førleikaveik børn eru í størri vanda enn førleikasterk børn. Børn, sum vaksa upp í ótryggum umhvørvi og eru nógv einsamøll, eru viðkvæmari, tá ið vaksin skemmari vísir teimum umsorgan og tann hátt roynir at fáa samband í lag við tey.

Eingir skemmarar eru líka Hugmyndin um tann eyðkenda kynsliga skemmaran við feittutum hári og í knarvakoti samsvarar sjáldan við veruleikan. Tað er ein sannroynd, at teir sleppa sjáldan at vera saman við børnum, og tí – sjálvt um teir vildu – hava ikki nógvar møguleikar at fremja kynsligan ágang. Í staðin mugu vit staðfesta, at vaksin, sum finna røttu løtuna til at fremja kynsligan ágang ímóti børnum og ómyndigum, eru ógvuliga ymislig fólk.
Vit vita, at ein stórur partur av ágangi hendir í húskinum ella í nærumhvørvinum. Ein minni partur hendir á dagstovnum, í skúlum og í sambandi við frítíðarvirksemi.
Frá vinalagi til kynsligan ágang
Hjá vaksnum kann vera trupult at taka støðu til ta sosialu tilveruna, ið børn og ung liva í á netinum. Men kynsligur ágangur kann eisini fara fram gjøgnum talgildar miðlar. Talan kann vera um børn og ung, ið gera seg inn á hvørt annað, og um vaksin, ið gera seg inn á børn. Til dømis kann ágangurin koma fyri, eftir at skemmarin í langa tíð hevur bygt upp eitt vinalag og so lokkar ofrið at hava kynsligt samband t.d gjøgnum vevmyndatólið ella við at hittast.
Við vitan kann kynsligur ágangur fyribyrgjast
Vitan er sterkasta vápnið, tá ið støða verður tikin til kynsligan ágang fakliga og persónliga bæði í samband við tað fyribyrgjandi arbeiðið, tá ið illgruni kyknar og í heilt ítøkiligum málum.
Bæði foreldur og fakfólk, sum dagliga eru um børn, hava tørv á vitan og amboðum, fyri at veita børnunum ta verju, tey hava rætt til.
Kynsligur ágangur er bert ein av fleiri orsøkum til, at børn og ung vísa tekin um vantrivnað ella frávíkjandi atburð. Samstundis vísa summi børn sera ógreið ella als eingin sjónlig tekin, hóast tey hava verið fyri ágangi. Í øllum førum eiga vit vaksnu at fara til verka, um eitt barn t.d. hevur angist, fer lætt at gráta, hevur ilt við at sova o.s.fr.
Eingin endaligur svarlisti er at taka til fyri at varnast ella avdúka kynsligan ágang. Tí eiga vit at leita okkum vitan um, hvørjar sálarligar og sosialar avleiðingar, kynsligur ágangur hevur, og á tann hátt duga betur at meta um illgruna.
KRIS vónar, at hesar útgávur kunnu vera við at stuðla foreldrum og fakfólki í stríðnum móti kynsligum ágangi á børn.

Heftini, sum eru uttan kostnað, kunnu fáast við at venda sær til: kris@kris.fo

Kris vil fegin takka Jólamerkjagrunninum fyri stuðul til hesar útgávurnar, Red Barnet fyri útlutan av tilfari og Sprotanum fyri gott samstarv í sambandi við rættlesur og útgávu

Mín samleiki

Tá eg var 12 ára gomul varð eg neyðtikin. Skemmarin segði tá, at neyðtøkan var ein loynidómur millum okkum bæði.
Sum 12 ára gomul visti eg ikki betri og tann traumatiska hendingin kom ikki fram fyrr enn 12 ár seinni. Tá eg var 24 ára gomul, kundi mín psyka og kroppur ikki longur blíva við at hava hendan loynidómin sitandi á mær, og tí valdi eg at siga mínum nærmastu frá hesum. Tó høvdu hesi 12 árini oyðilagt so nógv fyri meg, sum eg ongantíð hevði kunna ímynda mær.
Í 6 ár stríddist eg við bulimi. Mín psyka var mín ringasti fíggindi.
Mini seinárin komu fram sum ymiskar diagnosur t.d. tunglyndi/angist, PTSD og paranoid persónleikaórógv. Haraftrat stríddist eg í 6 ár við bulimi og føldi tá, at maturin var tað einasta eg hevði kontroll yvir.
Tey seinastu 4 árini í mínum lívi hava verið tey ringastu. Kenslan av at vera “skeiv”, veik, til onga nyttu og ikki at hava álit á onnur enn meg sjálva hava merkt mín gerandisdag. Eg føli ikki, at eg bara við orðum, kann greiða frá tí helviti, sum eg var ígjøgnum. Mín psyka var mín ringasti fíggindi, og tað gjørdi, at eg tvær ferðir bleiv innløgd á psykiatrisku deild.
Líkamikið hvørja útbúgving eg var í gongd við, føldi eg meg býtta, óintelligenta og nyttuleysa. Eg kundi koma heim við 12 tølum á mínum ringastu døgum og álíkavæl var eg ikki før fyri at rósa mær sjálvari. Eg revsaði meg sjálva hvønn einasta dag við oyðileggjandi tonkum.
Eg hevði ógvuliga ringt við at vera í inniligum sambondum, tí eg hevði ikki álit á nakran mann. Eg trúði, at allir menn vóru líka, og at teir høvdu lúnskar baktankar um meg, sum fór at enda við at oyðileggja mítt lív. Eg fann altíð eina orsøk til at koma burtur frá øllum mínum sambondum, og eg sá altíð meg sjálva sum eitt offur aftaná. Tann “evindaliga” samkenslan við meg sjálva, fekk mítt sjálvsvirði grivið niður í stór hol. Eg sá meg sjálva sum neyðarsliga og veika, og eg føldi ongantíð, at nakar hevði brúk fyri mær. Eg hevði ógvuliga ringt við at lata meg upp fyri nøkrum, og tí bleiv einsemi og mistrúgvin mínir einastu vinir.
Í nógv ár havi eg stríðst við kensluni av hvør eg eri. Kenslan kann enn koma fram, um eg verið biðin um at siga frá, hvør eg eri og hvat eg standi fyri. Kenslan forðaði mær í mínum lívi, tí eg visti ikki hvønn veg eg skuldi fara, hvørjum eg skuldi vera saman við ella hvussu eg skuldi finna meg sjálva aftur. Eg føli ofta, at mín samleiki bleiv tikin frá mær tá eg bleiv neyðtikin.
Terapiin
Tá eg segði frá um neyðtøkuna fyrstu ferð, bleiv eg bjóðað sálarfrøðihjálp. Tað var ógvuliga hart fyri meg, tí eg føldi ikki at sálarfrøðingarnir dugdu at síggja, hvussu eg hevði tað.Tað kendist sum um teir bara vildu hava at eg skuldi víðari – men eg føldi ikki at eg fekk tað “forstáilsi”, sum eg hevði tørv á fyri at koma víðari. Hetta gjørdi at eg lat aftur yvir fyri teimum og øllum øðrum og bleiv meiri og meiri afturlatin og kedd.
Eitt ár seinni fann mamma mín eitt sentur fyri kynsliga misnýtt – tey høvdu serkunnleika í seinárinum. Her brúktu tey psykoterapeutiskar mátar sum t.d. bólkaterapi. Longu fyrstu fer í bólkinum føldi eg, at hetta var vegurin fram fyri meg. Øll seinárini eg hevði stríðst við í so nógv ár, deildi eg nú við aðrar kvinnur, sum høvdu tað upp á sama máta.
Bólkterapiin hevur givið mær nøkur amboð at arbeiða við, tá tað er harðast og ringast í gerandisdegnum. Eg havi fingið nøkur ítøkilig ting, sum eg skal royna at minnast til, og samstundis havi eg fingið hjálp til at síggja tingini í einum størri høpi.Terapiin fekk meg at skilja, at hetta var ikki mín skuld. At tað finnast menniskju harúti (skemmarar), sum hava ógvuliga trupult við at síggja hvat er rætt og hvat er skeivt, og at tað eru hesi menniskju, sum burdu følt seg skeiv. Aftaná á neyðtøkuna gekk eg við kensluni av, at hetta var mín egna skuld, og at tað hendi, tí eg var sum eg var. Hesa kensluna fekk terapiin meg skjótt av við og ístaðin fyri at síggja meg sjálva sum eitt offur, fann eg mín nýggja leiklut sum yvirlivari.
Elska meg, tá eg eri ringast
Sjeikurin hjá mær og familjan hava verið ein stór hjálp gjøgnum mína tilgongd. Tey hava upplivað meg frá mínari ringastu síðu, og álíkavæl elskað meg, fyri tað eg var. Tey hava verið góð til at minna meg á, at eg eri sterk – at eg eri ein yvirlivari. Haraftrat hava tey lært at viðurkenna, at tað enn kunnu vera dagar, har eg havi tað rættuliga ringt, og at tað er ok.
Míni ráð til avvarandi
Tosið um tað! Tosið við tann misbrúkta um, hvussu hann/hon hevur tað. Spyrjið um tingini og latið vera við at ignorera tað.Tað merkist týðiliga, tá ein avvarandi, um tað fer yvir um teirra mark at tosa um. Tá hendan kenslan kemur, so fer tann misbrúkti ofta at føla skuld og skomm innaní. Tann misbrúkti skal nokk sjálv/ur siga frá, tá ein spurningur blívur ov ódámligur. Samstundis er tað umráðandi, at ein ikki letur “elefantin í rúminum” fylla alt ov nógv. Um man sum avvarandi roynir at ignorera evnið um misbrúk, og alt tað sum tað hevur við sær, so dettur hetta aftur á tann misbrúkta, sum fer at merkja tøgnina.
Verið opin, erlig og tosið líka fram um tingini. Fyri meg hevur tað rigga best, tá avvarandi hava sagt tingini líka fram, sum t.d.: “ Tað er gott nokk nakað lort, tú hevur verið úti fyri. Sum summi fólk kunnu vera ólekkur, og hvat er tað ikki sterkt at tú kempar víðari! Stór virðing fyri tær!” Avvarandi sum ignorera evnið ella sum bara kunnu fáa seg at koma við nøkrum fáum setningum sum t.d.: “ Hevur tú tað ok aftaná….tú veitst…aftaná øllum við….ja.” hesir óbeinleiðis drálandi spurningarnir blíva ístaðin til eina pínliga samtalu fyri tann misbrúkta. Hetta seinasta dømið fekk meg í øllum førum til at føla enn meiri skuld og skomm, enn eg hevði áðrenn.
Til tín, sum hevur verið fyri kynsligum ágangi
Um tú hevur verið fyri kynsligum ágangi, so kom fram við tí. Tað er ikki neyðugt at gera tað á sosialum miðlum ella á øðrum støðum, sum kunnu kennast ræðandi. Tað kann bara vera til ein persón, sum tú hevur álit á. Ein persón, sum tú heldur fer at lurta eftir tær. Eg gekk og helt, at hetta kundi eg klára sjálv, og ongantíð havi eg tikið meiri feil. Eg vildi ynskt at eg fyri langari tíð síðan hevði sagt onkrum frá um tað traumatisku uppliving eg var úti fyri tá. Hevði eg gjørt tað, kundi eg kanska havt fingið ta hjálp, sum eg hevði brúk fyri langt fyrr. Tey 12 árini har eg bara hevði meg sjálva at tosa við, oyðiløgdu meg.
Um eg ikki hevði tikið ímóti hjálpini, sum fekk fekk á sentrinum fyri kynsliga misbrúkt, so veit eg ikki hvar eg hevði verið í dag. Fyri meg var tað týdningarmesta amboðið at tosa um tað. At vita, at tú ert ikki einsamallur og at tað finnast mong, sum kunnu føla tína pínu og sum vilja gera alt fyri at koma ígjøgnum hetta saman við tær – tað hjálpti mær víðari.

Intersport summer cup

Samstarv við Kris Føroyar!

Fyrr í ár hava vit gjørt eina samstarvs avtalu við felagsskapin KRIS, har vit koma at hjálpa at kunna um arbeiðið hjá felagsskapinum.

– Vit ynskja at vera við til at seta ljós á tað stóra og týdningarmikla arbeiðið, ið KRIS ger, sigur Andrass Thomsen høvuðsfyriskipari.

Sum partur av samstarvinum, so kemur búmerkið hjá KRIS at vera á øllum t-shirts, ið luttakararnir í Intersport Summar Cup fáa.

– Vit gleðast um, at ítrótturin er við til at varpa ljós á bannhalgaða evnið kynsligur ágangur, sigur Beinta M. Petersen, forkvinna í KRIS.

Les meira um Intersport Summer Cup : Her

 

Góðu Suðuroyingar !

Vit hjá KRIS ynskja at takka tykkum øllum fyri sera góða móttøku í sambandi við okkara átaki Tøgnin er Brotin í Saltsiloini leygarkvøldið 12. mai. Takk til Steingrím Niclasen og starvsfólkini í Saltsiloini.
Vit ynskja eisini at takka tónleikarunum, Hotel Bakkanum í Vági, gistingarhúsinum í Miðbrekkuni og síðst men ikki minst tykkum, sum góvu tykkum stundir til at koma at lurta eftir okkum.
Í góðveðrinum leygardagin var eisini tíð til at síggja tykkara sera vøkru oyggj. Ein góður og gevandi túrur.

SKEIV ÁKÆRA UM KYNSLIGAN ÁGANG KANN HAVA ÁLVARSLIGAR AVLEIÐINGAR

Neyðtøka er eitt brotsverk. Men tað er ikki altíð eitt brotsverk, tá ein maður roynir eftir einari kvinnu, ikki ein gong tá tað hendir á ein avgjørdan ella ein klossutan hátt. Kurteisni skal ikki síðustillast við mannchauvinistisk álop.
#Mee Too rørslan hevur verið við til at fella illgrunakendar menn, sum hava framt kynsligan ágang, m.a. Harvey Weinstein og Kevin Spacey. Men tá ákærurnar eru ivasamar, so verða sakleys lív hótt við at verða oyðiløgd.
Áhugaverd grein frá The Telegraph Les grein her

Geoffrey Rush – 66 ára gamal Oscar vinnari og “Pirats of Caribbean” stjørna

“King Leer”
Yvirskriftin ber heitið “King Leer” (Gløði Kongur) og sjálvt um tað ikki stendur beinleiðis, ber hetta brá av ákæru um, at Rush hevur gjørt annað enn bara gløtt at kvinnuliga samstarvsfelagnum. Ágangurin var, sambært BBC, meðan framførslur vóru gjørdar til Shakespear leikin King Lear
Sambært BBC og bretska blaðnum The Telegraph, er Geoffrey Rush vorðin innisælur og fer helst ikki út um dyrnar. Hann hevur fingið angist og etur næstan einki og svevur lítið.
Seinni er tað sáddur ivi um ákærurnar móti Rush, men sambært sakførarunum hjá honum er skaðin longu hendur.
“Eg havi spurt, hví upplýsingarnir vóru afturhildnir og hví tað, sambært mannagongdunum hjá leikhúsinum, ongantíð hevur verið reistur spurningur um hetta við meg undir framleiðslunum við leiðsluna, stjóran, samstarvsfelagar ella øðrum í leiðslustiganum”, segði Rush. “Men eg havi einki svar fingið.”
Sambært sakførarunum hjá Geoffrey Rush, heldur Rush lítið um sína yrkisleið í dag. Hann hevur ongan áhuga í øðrum arbeiði innan film og sjónleik. Beint áðrenn jól, fór hann úr sínum embæti sum formaður í felagnum “Australian Academy of Cinema and Television Arts”.
Geoffrey Rush skuldi verið í gongd við upptøkur til tveir nýggjar filmar, men hann hevur í løtuni tikið seg burtur úr øllum films- og sjónleikaarbeiði.
Geoffrey Rush hevur síðan 1988 verið giftur við australsku sjónleikarinnuni Jane Menelaus. Saman eiga tey tvey børn, sum eru 23 og 26 ára gomul.
Sum sagt, so er tað ikki altíð eitt brotsverk, tá ein maður roynir eftir einari kvinnu, men tað er sjálvandi neyðugt at standa fram og gleðiligt, at so nógv hava dirvi til at gera tað. Men hetta kann eisini hava við sær at vandi verður fyri at um vit – uttan tamarhald – loyva vitnisburðum og orðum framat, kunnu fáa øvuta ávirkan, og hetta kann aftur føra við sær, at sakleys lív verða hótt við at verða oyðiløgd.