7: Eg vildi bara hava mítt virði aftur 

Fortíðina fái eg ikki gjørt nakað við, men nútíðina og framtíðina kann eg og vil eg ávirka. Eg havi ikki skyldina av tí, sum hent er, men eg havi ábyrgdina av at fáa mítt lív gott aftur

Eg minnist, hvussu eg hugsaði, at hann skuldi ikki eiga meg. Tá eg hevði fríggjað við onkrum drongi, so var tað, sum átti hann eitt lítið petti minni av mær, og eg hugsaði “Stikk denn! Hevði tú bara vitað! Tað er ikki bara tú, sum vilt hava meg!” Og jú fleiri, jú størri var kenslan av at vera nakað verd fyri onnur mannfólk enn bara hann. Og virðingin fyri mær sjálvari vaks eisini… Til hon ikki vaks meir. Til eg hevði givið so nógv av mær sjálvari til so nógvar ymiskar. Til tað ikki hevði nakað at siga fyri meg longur. Til eg merkti, at virðingin frá vinfólkum og teimum rundanum meg minkaði. Eg bleiv ein søga. Eitt objekt. Men hvussu skuldu tey skilja, at eg bara vildi hava mítt virði aftur? At eg ikki dugdi at siga nei? At eg ikki visti, at mann kundi siga nei? At eg bert vildi vera ein vanlig tannáringagenta við vanligum tannáringatrupulleikum og uttan eina fortíð, sum eg vildi gloyma?

Á henda hátt var mín tilvera, mítt kynslív, ein tvístøða millum at vera errin av mínum vikuskiftisavrikum, sum góvu mær betri sjálvsálit, men eisini nakað, sum eg skammaðist um.

At verða kynsliga misnýtt hevur verið við til at gjørt meg til tann persónin, eg eri í dag. Tað hevur heilt sikkurt tikið nógv frá mær í mínum barna- og ungdómi og eisini nakað inn í vaksnamannalívið. Tað hevur ávirkað meg og tær relatiónir, eg havi havt við mannfólk nógv og eisini sett nøkur spor í relatiónir við mínar vinkonur.

Fortíðina fái eg ikki gjørt nakað við, men nútíðina og framtíðina kann eg og vil eg ávirka. Eg havi ikki skyldina av tí, sum hent er, men eg havi ábyrgdina av at fáa mítt lív gott aftur. Eg kundi eisini latið vera við at gjørt nakað við tað. Ikki snakkað um tað. Ikki skrivað um tað. Bara havt tað fyri meg sjálva. Eg kundi verið bittur inn á abba mín og inn á lívið. Eg kundi hugsað, hví skuldi tað henda mær? Hvat gjørdi eg galið? Hent er hent, eg má bara liva við teimum beisku avleiðingunum, sum hetta hevði við sær. Men tað vil eg ikki. Eg vil hava eitt gott lív. Eitt gott sexlív, sum ikki er ávirkað av eini misnýtslu, sum ein maður eina ferð valdi at byrja.

Eg havi ábyrgdina av at fáa mítt lív gott aftur – tí hvør annar fer at gera tað?

At skriva hesar bloggarnar hevur verið sera læruríkt og sjálvrannsakandi fyri meg. Tað hevur kravt, at eg havi verið noydd at farið aftur í støðurnar og endurskapað tær, fyri at kunna skriva, hvussu tær fóru fram. Tað hevur sjálvsagt ikki altíð verið lætt, men kortini er tað gott at fáa vent bøkkunum eina ferð afturat. Eg havi eisini snakkað nógv við míni nærmastu, serliga familju, men eisini onkrar vinir at vita, hvussu tey minnast ymsar støður, fyri at fáa tær so nær veruligu støðunum sum gjørligt. Gjøgnum hesa seinastu tíðina havi eg eisini ynskt at koma meiri til botns í øllum hesum. KRIS hevur vegleitt meg at venda mær til barnaverndina, har eg havi fingið innlit í málið. Har kundi eg lesa brævaskiftið millum barnaverndina og sálarfrøðingar, eftirskúlan, løgregluna og ymisk onnur skjøl, sum snúgva seg um mítt mál. Hetta hevur verið áhugavert at lisið, tí nógv av tí visti eg ikki, og so er tað eisini nógv, sum eg havi gloymt. Harafturat eri eg eisini vorðin vegleidd í at seta meg í samband við løgregluna, fyri at fáa innlit í alt, sum tey hava um meg. Hetta havi eg fingið játtað, og næsta stigið verður so at fara oman á løgreglustøðina at lesa hetta undir eftirliti.

Hetta verður eisini seinasti bloggurin frá mær á hesum sinni. Sum sagt, hevur hetta hjálpt mær sera væl, og eg kenni meg sterkari og klókari enn eg gjørdi, áðrenn eg byrjaði at skriva. Vónandi hevur tú sum lesari eisini lært okkurt, og eg vóni sjálvandi mest av øllum, at bloggarnir hava kunnað hjálpt øðrum í somu ella líknandi støðum, sum eg og familjan hava verið og eru í.

Til seinast vil eg takka túsund ferðir fyri, at tit lósu, og ikki minst fyri ta heilt ótrúliga góðu móttøkuna og áhugan, sum hevur verið at lesa bloggarnar – tykkara rósandi og stuðlandi orð hava veruliga gjørt mun og hava givið mær orku og hug at skriva um hetta evnið, sum liggur mær so nær at hjarta, og sum eg við hesum havi ynskt at varpa enn meiri ljós á. Eisini ein stór tøkk til mína familju, sum gjøgnum alt – bæði tá ið á stóð, og eisini nú, meðan eg havi skrivað bloggarnar – hevur stuðlað mær út í tað óendaliga. Ein serlig tøkk til mann mín, Inga, fyri at verða so stuðlandi og skiljandi gjøgnum alt. 
Síðst, men ikki minst, tøkk til KRIS fyri at geva mær hendan møguleikan og eisini fyri allan stuðul, hjálp og vegleiðing tit hava veitt og enn veita mær.

Fylgið endiliga við á facebooksíðuni ella heimasíðuni hjá KRIS, tí vónandi og væntandi kemur ein nýggjur bloggari um ikki so langa tíð. 😊

Kærastu heilsur og enn einaferð takk!

Annika Osvaldsdóttir Sørensen

6: Eg føldi meg skitna og ólekkra

Tá hann var farin útaftur, fór eg inn á vesið, sum var beint við síðuna av, har eg vaskaði mær væl við sápu bæði um munnin og hendurnar. Bustaði tenninar og vaskaði alt, sum hevði viðvirkað og nortið við hann.

Um tú nakrantíð hevur hugsað um, hvussu tað er at blíva kynsliga misnýttur og at skula renna undan ágangi, so fert tú kanska at fáa ein feril av, hvussu tað er her. Sum onnur, sum hava verið misnýtt, áður hava greitt frá, so livir mann eitt parallelt lív við síðuna av tí vanliga lívinum, sum flest øll kenna til. So aftrat at skula hugsa um alt tað vanliga, sum eitt stórt barn og ungur tannáringur nú einaferð hugsar um, sum t.d. hvat ein fer at fáa til døgurða í dag, hvussu ein skal koma aftur og fram til frítíðarítrivini, planleggja avtalur við vinkonur o.s.fr., so fór nógv av míni orku eisini til at stúra fyri, nær næstu ferð fór at vera. Hvussu eg skuldi sleppa mær undan næstu ferð. Hvussu eg skuldi siga “Nei!”. Mangan eydnaðist tað at basa áganginum uppi í høvdinum á mær, men í veruleikanum frysti eg bara og segði onki. Fylgdi bara við. Gjørdi sum eg skuldi. Til tað bara bleiv ein “náttúrligur” partur av sambandinum okkara millum.

Eini stóribeiggi mín og eg vóru og vitjaðu ommu og abba. Eg minnist ikki, um tað var summarferia ella bara eitt vikuskifti – í hvussu er, vóru tað bara vit bæði. Eitt, sum gjørdi tað kul at vitja ommu og abba var, at tey høvdu parabol, so tey høvdu so nógvar kanalir, so har var altíð okkurt hjá øllum at hyggja at. Av hesum stóðust eisini nakrar orrustur um sjónvarpið, tá vit ikki vóru samd. Soleiðis bleiv tað eisini hendan dagin, at beiggi mín fekk tað stóra sjónvarpið, sum var niðri í stovuni, meðan eg, lítlasystir, mátti lúta og fara upp á loft at hyggja í tað sera lítla sjónvarpið, sum stóð inni á einum kamari á loftinum. Meðan eg siti og hyggi at onkrum barnasjónvarpi, kemur abbi inn. Skjúrtan er upplatin. Hann er klárur. Hann hevur fyrireikað seg. Hann kemur yvir í songina, har eg siti og hyggi. Hann byrjar at mussa meg. Tekur í hondina hjá mær og førir hana á sín yvirkropp. Eg skal kela hann. Vit fríggja eina løtu. Hann knappar klædningsbuksurnar upp. Førir hondina hjá mær spakuliga niður í undirbuksurnar. Eg visti ikki reiðiliga, hvat hetta var. Hvat hann vildi hava meg at gera – har. So eg gjørdi onki. Hevði bara hondina har. Hann royndi so at førka hondina fram og aftur, men av tí at eg ikki kendi til, hvat tað var at fleyga einum, so dugdi eg ikki. Visti ikki, hvat hetta gekk út uppá, og at hetta var fyri at nøkta hansara seksuella tørv. Hetta vardi tí ikki so longi. Men nóg longi til, at eg føldi meg skitna og tvitna. Vemmiliga. Ólekkra. Tá hann var farin útaftur, fór eg inn á vesið, sum var beint við síðuna av, har eg vaskaði mær væl við sápu bæði um munnin og hendurnar. Bustaði tenninar og vaskaði alt, sum hevði viðvirkað og nortið við hann. Hevði tað verið brúsa á hesum vesinum, so hevði eg brúsað mær, men tað var tað ikki. Men hetta hjálpti. Eg føldi meg ikki eins skitna og áðrenn. Men upplivingina mátti eg bera víðari í ryggsekkinum.

Eina aðru ferð var eg á baðirúminum í kjallaranum. Eg minnist ikki, um eg hevði verið í brúsu ella bara hevði verið á vesi og stóð og gjørdi okkurt framman fyri speglinum. Í hvussu er, so stóð hurðin opin, og sigast skal, at eg var fult klødd og legði sostatt ikki upp til nakað, um onkur nú skuldi hugsað tað. Tá kemur hann oman gjøgnum trappurnar og stillar seg í duraopið, og tá visti eg, hvat klokkan hevði sligið. Mussitíð.

Slíkar upplivingar gjørdu, at eg royndi at ansa mær ikki at fara á vesið í kjallaranum, tá ongin annar var í kjallaranum. Hetta minkaði kanska um støðurnar á júst hesum vesinum, men hvussu eg so royndi ikki at vera í rúmi saman við honum einsamøll, bar tað ikki altíð til, og hann fann meg í einarúmi og nýtti tað til sín fyrimun.

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg á Facebook.

5: Svikin av systeminum

Dagurin upprann, har sakin kom fyri rættin, og vit møta niðri í rættinum. Komin inn í gongina í reyða, lága bygninginum í C. Pløyensgøtu fáa vit at vita, at sakin er útsett.

Eg kom niður aftur á eftirskúlan, og babba ringdi til skúlastjóran at fortelja honum um støðuna. Skúlastjórin hevði skyldu at melda, og bleiv hetta sjálvandi gjørt. Eg kundi so byrja til sálarfrøðing. Vit byrjaðu við fimm ferðum, minnist eg. Eg minnist ikki heilt, hvussu langt var ímillum ferðirnar, men eg minnist í hvussu er, at eg var útlúgvað, tá ið eg hevði verið har. Eg mátti fáa eitt sindur av frírúmi frá skúlagongdini, av tí at hetta rætt og slætt tók so nógva orku frá mær. Og tað fekk eg. Eg mátti hvíla meg og sova, tá eg hevði verið og tosað um tað, sum mær var hent. At ganga til sálarfrøðing hjálpti mær tó sera væl, og haraftrat snakkaði eg eisini við vinkonurnar hjá mær, sum eg hevði har á skúlanum. Eg eri sera takksom fyri, at eg havi havt so nógv fólk rundan um meg, sum hava tímað at lurtað og spurt inn til. Eg havi heldur ikki møtt nøkrum, sum hevur sagt nakað keðiligt um meg ella við meg hesum viðvíkjandi – eg haldi altíð, at fólk rundan um meg hava dugað væl at reagerað, og tað eri eg eisini sera takksom fyri.

Eg skuldi eisini avhoyrast, so ein dagin kom danska politiið á skúlan og tosaði við meg. Eg minnist, at vit fóru inn í eitt kontór, sum var har á skúlanum. Hvat hendi inni í tí rúminum, minnist eg als ikki. Eg minnist bara, hvussu troytt eg var aftaná, og at eg fór beint upp á kamarið at leggja meg. Eg hugsi, at tað má hava verið so ótespiligt fyri 16-ára gomlu meg at práta um nakað so andstyggiligt, at eg bara havi lagt alt í gloymibókina beinanvegin, sum eg eri farin út harfrá.

Av tí at eg var undir 18 ár, mátti barnaverndin uppí. Eg fekk eina ella nakrar – minnist ikki heilt – samrøður við sosialráðgeva, sum var umboð fyri barnaverndina, og fekk haraftrat játtað fimm samrøður við sálarfrøðing, tá eg var komin aftur til Føroya. Tíðin gekk, og eg gekk til sálarfrøðing, meðan vit bíðaðu eftir, at sakin kom fyri í rættinum. Eg haldi ikki, at tað hjálpti nakað serligt at ganga til sálarfrøðing í Føroyum. Antin var tað tí, at hesin sálarfrøðingurin og eg ikki høvdu ordiliga kemi, ella hevði eg fingið so góða hjálp frá sálarfrøðinginum niðri, at eg hevði ikki so nógv meira at tosa um júst tá.

Dagurin upprann, har sakin kom fyri rættin, og vit møta niðri í rættinum. Komin inn í gongina í reyða, lága bygninginum í C. Pløyensgøtu fáa vit at vita, at sakin er útsett. Eg minnist ikki hví, men í grein, sum er skrivað um málið (sum kann lesast her: https://www.in.fo/news-detail/83-ra-gamal-tveir-m-na-ir-fyri-si-amisbrot ) sæst, at tað var tí at verji hansara kravdi, at málið skuldi førast fyri afturlatnum hurðum. Tá hann ikki fekk viðhald í hesum, noktaði hann at verja hann og kravdi málið fyri landsrættin. Landsrætturin gav dómaranum í Føroya Rætti rætt í, at grund var ikki fyri at krevja hurðarnar afturlætnar. At tað bleiv útsett, var sjálvandi ordiliga keðiligt, tá mann bara vildi hava tað yvirstaðið. So aftur at bíða. Ikki fyrr enn hálvt ár seinni, 14.01.11, kom sakin fyri aftur rættin – eitt ár aftaná, eg hevði fortalt foreldrunum tað. Hetta hevur so verið tí, at Landsrætturin bara er í Føroyum einar tvær ferðir um árið.

Mamma, babba og eg fóru oman í rættarsalin. Vit møttu aftur í reyða, lága bygnninginum. Harfrá skuldu vit ganga niðan í eitt annað hús, nærhendis. Tað var eitt lítið hús og als ikki, sum eg hevði ímyndað mær tað úr filmum, minnist eg, at eg hugsaði. Eg minnist, at eg gekk niðan gjøgnum trappurnar og nærum komin upp, møtti eg eini konu, sum eg ongantíð hevði sæð fyrr. Hon segði, at hon var frá barnaverndini. Tann sosialráðgevin, sum skuldi koma, og sum eg hevði snakkað við og bygt mær eitt nøkunlunda álit á, sum eisini var okkara málsviðgeri, var nú vorðin sjúkrameldaður, so hon var komin í staðin. Hetta gjørdist eg rættiliga kløkk og ørkymlað um, minnist eg. Hon segði, at hon helt, at avhoyringin hjá mær skuldi vera fyri afturlatnum hurðum. Tað merkti, at ongin óviðkomandi slapp at vera inni – heldur ikki journalistar. Eg segði, at eg legði einki í, um øll hoyrdu. Hon helt helst ikki, at eg visti, hvat eg snakkaði um, so hon royndi at sannføra meg um, at tað var betri at hava tað fyri afturlatnum hurðum. Eg gav so eftir. Hon má vita best, hugsaði eg. Hetta prátið mátti vera stutt, tí rættarfundurin byrjaði um fáar minuttir. Eg kendi meg ikki væl vegleidda, hvørki í sambandi við hesa avgerðina, og í heila tikið eru familjan og eg sera skuffað av hjálpini frá barnaverndini viðvíkjandi rættarsakini.

Foreldrini siga seg kanska minnast okkurt um, at tey fingu at vita, at eg kundi fáa ein sakførara, men at sami sakførari eisini kundi umboða báðar partar. Ongin vegleiddi okkum í, hvussu ein sovorðin rættarfundur plagdi at ganga fyri seg, og at tað hevði verið skynsamt, um vit fingu okkum ein sakførara at umboða meg, og at vit kundu havt sett eitt endurgjaldskrav, sum í minsta lagi kundi farið til útreiðslur til sálarfrøðing v.m. So tá rættarfundurin byrjaði, sat eg einsamøll framman fyri dómaranum, har abbi mín saman við sínum sakførara sat til vinstru fyri mær og ákærin til høgru fyri mær. At sita einsamøll har sum ein 17-ára gomul genta og ikki hava ánilsi fyri, hvussu ein slíkur rættarfundur gongur fyri seg – hvør kann tosa nær, hvat eg hevði rætt til o.s.fr. – ynski eg ikki mínum ringasta fígginda. Eg varð fullkomiliga slept upp á fjall. Og haraftrat skuldi alt ganga fyri seg á donskum, av tí at ákærin ikki skilti føroyskt. Hetta gjørdi tað ikki lættari. Tá eg so var liðug avhoyrd, fingu abbi mín og ákærin orðið, har abbi mín fekk vart seg og kom við grundgevingum fyri, hví hann ikki skuldi revsast – eitt av teimum var, at eg hevði spurt hann til vin á facebook mitt í øllum hesum. Tað, og at hann hevði – og eg siteri “eina retarderaða konu”, vóru teir stóru triumfarnir, sum helst fingu dómin niður á 2 mánaðars treytaðan dóm. Tvs. um hann gjørdi nakað slíkt aftur innan tvey ár, so skuldi hann inn at sita í 2 mánaðar, og annars kundi hann bara venda aftur til heimstaðin og liva sum ein fríur maður, sum um onki var hent. Eg minnist, at eg vildi gjarna greiða frá hesum við facebook-vinarumbønini – tí tað var altso í óðum verkum, at eg hevði gjørt hetta saman við onkrari vinkonu, har vit ætlaðu okkum at skriva okkurt ljótt til hansara. Men tað gjørdi eg ongantíð, og soleiðis kom nakað so lítið og neyðarsligt at ávirkað eina fyri meg so týdningarmikla og álvarsliga sak – tí eg slapp ikki at siga nakað meir tá. Hann fekk síðsta orðið.

Eftir tað, varð mamma eisini avhoyrd. Hon slapp ikki at vera við til mína avhoyring. Tá sat eg aftanfyri saman við hinum áhoyrarunum, men hetta minnist eg onki av, tíverri.

Vit vóru als ikki fyrireikað – og vit kenna okkum sviknan av skipanini. Hjálpin, stuðulin og vegleiðingin frá barnaverndini var als ikki nøktandi!

GG! Hetta er skrivað út frá mínum minnum. Tað er ikki vist, at støðurnar hava verið júst soleiðis, sum eg skrivi um tær, men hetta er sannleikin frá mínum/okkara sjónarhornið, hvussu eg og vit upplivdu tað – so langt minnið røkkur.

4: Handfaringin

Vit skuldu tosa við hann um tað, og so fór hann ivaleyst at siga umskylda, og at hetta var alt ein stór misskiljing og eitt mistak, sum hann var sera keddur av, og so kundi eg fyrigeva honum – og so kundu vit øll venda aftur til at vera ein stór kjarnufamilja – sjálvandi!

So var tað úti! So var tað sagt, og mamma og babba vistu tað.
Men hvat so? Hvat skuldu vit so? Hvussu ger mann í eini slíkari støðu? Tað vistu vit ikki. Vit ætlaðu í øllum førum ikki at melda hann. Okkara familja er so sterk, at hetta klára vit at loysa innanhýsis og koma víðari frá – hildu vit. Kortini bleiv støða tikin um, at vit skuldu heldur ikki bara lata hetta fara aftur við borðinum. Vit skuldu tosa við hann um tað, og so fór hann ivaleyst at siga umskylda, og at hetta var alt ein stór misskiljing og eitt mistak, sum hann var sera keddur av, og so kundi eg fyrigeva honum – og so kundu vit øll venda aftur til at vera ein stór kjarnufamilja – sjálvandi! Hetta ljóðaði sum ein góð og realistisk ætlan. Kanska var hann ikki so tilvitaður, sum eg skrivi her, men tað var í hvussu er soleiðis, vit hugsaðu.

Mamma og babba vistu ikki síni livandi ráð, men høvdu so hoyrt um KRIS, sum tey valdu at seta seg í samband við, og tey fingu beinanvegin góða hjálp. KRIS kundi veita foreldrum mínum og øllum systkjunum hjálp, men ikki mær, tí eg var undir 18. Tað var øgiliga keðiligt, tá tað nú var eg, sum hevði verið fyri kynsliga áganginum. Eg gekk til vanligan sálarfrøðing nakrar ferðir, og tað hjálpti eisini, men sæð í bakspeglinum, hevði eg ynskt, at eg kundi tosað við onkran, sum hevði meiri erfaring og visti meiri enn eg um hetta evnið, og sum kundi havt hjálpt mær at sett orð á ymiskt, sum eg tá ikki dugdi at seta orð á. Kenslur.

Skjótt eftir hetta samlaðust foreldrini, systkini og eg til ein familjufund í stovuni, so at øll í húskinum fingu at vita, hvat var hent. Eg var bara heima í eina viku, so tað mátti handlast eitt sindur skjótt. Tað var sjálvandi eisini øgiliga hart hjá systkjum mínum at fáa hetta at vita – bæði um lítlasystur sína, men eisini um abba sín. Hetta kvøldið bleiv eitt sera kensluborið og tragiskt kvøld, men samstundis var tað fyri meg eisini eitt gott og týdningarmikið kvøld, har eg kundi vera opin fyri teimum allarnærmastu um tað, sum var hent, og har eg veruliga føldi, at eg fekk 100% stuðul frá øllum í húskinum – bæði tá og eisini allan vegin til dagin í dag. Tað eri eg teimum æviga takksom fyri.

Tað var eisini KRIS, sum vegleiddi okkum í at fara og konfrontera hann. Fyrst fór pápi mín og við honum eitt systkin hjá honum at konfrontera abba um hetta. Dagin eftir fóru so mamma, babba, systir mín og eg heim til tey at tosa við hann um hetta.

Babba byrjaði við at lesa okkurt upp, sum hann hevði skrivað – hvat hetta snúði seg um. Hví vit vóru komin.

“Nú fekk eg eitt skot fyri bógvin. Hatta veit eg onki um” sigur hann.

Tað bleiv tosað eitt sindur aftur og fram, at hetta kundi ikki passa, tí at hví skuldi eg finna upp á og lúgva um hetta, tað fekk eg jú einki burturúr. Vit høvdu ikki eitt keðiligt familjuforhold áðrenn. Alt var gott, so eg hevði onki motiv at fara at oyðileggja tað.

Eg verði eitt sindur ill og frustrerað, “Ok, hygg her?! Havi eg nortið við tín pissiling ella ikki?!”

“Nei, tað hevur tú ikki”, ljóðar svarið.

“Jú!” svari eg aftur, “tað havi eg!”

Hann øsir seg. “Hvat vilt tú við hesum? Vilt tú hava pengar??”

Aftaná vit hava tosa eina løtu aftrat, sigur hann: “Jú, hatta við at mussa við tunguni, tað … men tað er hon komin við – eg helt bara, at tað var soleiðis, tey ungu gjørdu nú á døgum. Hatta er ikki nakað, sum eg kenni til frá okkum báðum” (ommu og honum).

Tá prátið hevði vart í, tað sum føldist tímar fyri meg, kemur so eitt sera hálvhjartað og fortrongt “Umskylda fyri tað, sum eg minnist!”

“Hvat so við tí, sum tú ikki minnist?” sigi eg.

“Ja tað kann eg ikki siga umskylda fyri!” sigur hann við harðari og illsintari rødd.

“Jú, tað kanst tú gott” svari eg.

“Ja umskylda fyri tað eisini, meðni!” hvæsir úr honum.

Hann var sera óróligur og rastleysur hetta kvøldið. Gekk eitt sindur og mól, og tað var meiri enn so, at hann bleiv eitt sindur harðmæltur.

Vit enda við at taka í hondina á hvør øðrum, og orð sum “hetta skal ikki oyðileggja nakað” og “vit vaska talvuna reina” verða søgd – ynskihugsanir.

Vit koyrdu so til Havnar aftur, og prátaðu sum um, at hetta var gott, og nú verður alt betri. Eg føldi tó, at tað var enn okkurt, sum órógvaði meg. Men eg royndi ikki at hugsa ov nógv um tað. Eg vildi, at alt skuldi vera ókey. Eg minnist ikki nógv frá hesum kvøldinum. Minnist bert í brotum, so eg havi fingið eitt sindur av hjálp frá systur míni og foreldrum mínum at seta brikkarnar saman, tó at tað enn manglar í.

Morgunin eftir, tá eg kom út í køkin, føldu bæði mamma og eg, at her var okkurt heilt ravruskandi galið. Kvøldið í gjár hevði slett ikki verið so gott – vit høvdu tað ikki gott. Tað førdi so til enn meiri prát og tár um hetta, og hetta fylti mestsum alt hesar dagarnar, eg var heima – eisini tá vit ikki tosaðu um tað – eisini tá eg skuldi sova.

Hevur tú spurningar ella viðmerkingar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg á facebook.

3: Eg fari at oyðileggja alt

Eins og eg óttaðist, áðrenn eg segði tað við mammu og babba, so bleiv tað. Familjan fór í tvíningar, og uttanfyri sótu vit. Hendan skuldin er øgiliga tung og stór hjá einum barni ella eini ungari gentu at bera. Hevði eg bara tagt, so var alt gott.

Framhald frá bloggi 1, sum kann lesast her.

https://kris.fo/1-eg-eri-kynsliga-misnytt-og-tad-vil-eg-ikki-skammast-um/

So komu vit til Havnar. Mamma, babba og eg sótu einsamøll í stovuni um kvøldið. Nú kundi eg ikki renna undan longur. Hví hevði eg sagt, at eg hevði okkurt at fortelja? Hvat skuldi eg finna upp á, so at eg ikki nýttist at siga teimum hetta? Tankarnir mólu.

“Tú ætlaði at fortelja okkum okkurt, Annika, hvat var tað?”

Eg segði onki. Hvat skuldi eg siga? Hvat fekk eg burtur úr tí? Onki – eina sundurbrotna familju! Tað vildi eg ikki. Eg vildi, at alt skuldi vera, sum tað hevði verið. Ágangurin var jú steðgaður, so upp á tann mátan, so var alt fínt. Men eg orkaði ikki at ganga við tí sjálv. 

“Eg veit ikki, tað var onki.”

Eg ristist og skelvi, har eg siti. Stari annaðhvørt niður í gólvi ella út í tóman heim. Eg tori ikki at hyggja tey í eyguni. 

“Ert tú upp á vegin?”, spyr mamma. 

Eg risti við høvdinum, “nei”. 

“Hvat er tað so, góða, tú kanst siga okkum tað”, sigur mamma aftur. 

“Nei, eg kann ikki. Eg fari at oyðileggja alla familjuna.”

Tey síggja ørkymlað út. Hetta heldur á eina løtu. Tey royna at fáa tað burtur úr mær, men eg vil ikki siga tað. Eg dugi ikki. Spenni bara í øllum kroppinum og royni at koma úr hesi óbehagiligu støðuni. 

“Nú fært tú meg at hugsa um incest”, sigur babba at enda. 

Eg nikki. 

Hvat síðani hendi, er eitt sindur óklárt fyri mær, men eg havi so latið mær fortalt frá foreldrum mínum, at eg fekk sagt fyri teimum, at tað var abbi, sum hevði misbrúkt meg. Summi av tykkum hava kanska hoyrt meg greitt frá í útvarpssendingini Credo um hetta evnið, har eg segði, at foreldrini spurdu meg, um tað var abbi, og so segði eg ja. Tað var soleiðis, eg mintist tað, men tá ið mann hevur fortrongt so nógv, og tað eisini eru knøpp 12 ár síðan, so kann minnið svíkja ella minnast øðrvísi, enn veruleikin var, men tá ið bæði mamma og babba siga seg minnast, at eg sjálv segði tað, so er tað tað mest sannlíka. Haraftrat siga tey, at tey høvdu ikki tann minsta illgrunnan um, at nakar í familjuni – hann uppítaldur – kundi finna upp á slíkt, so tey vóru púra í villareiði, hvør tað kundi vera, og gittu tí ongan. Gamaní vistu tey, at hann var eitt sindur meira “hands-on” við konufólk enn flestu menn eru, men at hann kundi finna upp á at hava eitt seksuelt samband við abbadóttrina høvdu tey snøkt sagt ikki droymt um. Tey vóru málleys og vistu als ikki, hvussu tey skuldu handfara støðuna, tí hetta kom sum eitt sjokk fyri tey. Meiri um handfaringina næstu ferð…

Hví eg segði ja til incest, tá eg varð spurd, hevur javnan undrað meg, tí eg minnist meg ikki nakrantíð hava hoyrt tað orðið. Tað ljóðaði bara rætt, helt eg. Ongin vaksin hevði nakrantíð snakkað við meg um hvørki orðini incest, kynsligan ágang ella kynsliga misnýtslu. Ikki fyrr enn eg gekk í 10. flokki á eftirskúla í Danmark, bleiv hetta evnið vent. Eg helt, at eg var tann einasta, sum drógst við slíkt. Eg helt, at tað var eg, sum fór at oyðileggja familjuna, at tað var mín skyld.

Eins og eg óttaðist, áðrenn eg segði tað við mammu og babba, so bleiv tað. Familjan fór í tvíningar, og uttanfyri sótu vit. Hendan skuldin er øgiliga tung og stór hjá einum barni ella eini ungari gentu at bera. Hevði eg bara tagt, so var alt gott. Hevði eg bara dugað steðgað tí, so var alt gott. Tað er mín skyld. Hetta kundu vera tankar, eg sat við. Og hví eg. Men tíbetur havi eg fingið hjálp og stuðul, so at eg veit, at tað er ikki min skyld. Tað er hansara skyld. Og hetta eri eg sikkur í, ti at fólk – bæði fólk rundan um meg, men eisini professionell hava sagt mær tað. Eg havi fingið tað prentað inn í meg. Og tað skulu øll, sum hava verið misbrúkt eisini fáa at vita!

Tað er ONGANTÍÐ tín skyld. 

Heldur ikki, um tú ikki segði nei. 

Heldur ikki, um tú vart við upp á tað.

2: Eg eri meira – er tað lov at siga tað í Føroyum?

Ein gerð ella ein uppliving kann ongantíð definera ein persón – og so slett ikki, tá ið persónurin ikki hevur valt gerðina ella upplivingina sjálvur. Eg havi ikki valt at blivið misbrúkt. Tað kann eg onkuntíð halda.

Fyrst og fremst vil eg takka fyri tær mongu afturmeldingar fyri seinasta bloggin – bæði fyri tær nógvu góðu og onkra einstaka minni góða. Tit eru nógv, sum halda, at tað er flott av mær at traðka fram, og at eg eri djørv at gera tað. Tað takki eg fyri, og samstundis má eg siga, at tað kom eitt sindur óvart á meg, tí at persónliga føldi eg als ikki hetta sum eitt stórt stig fyri meg at taka, tí eg, síðan eg kom út við tí, havi tosað opið um tað við fólk rundan um meg. Síðan mín tøgn varð brotin fyri skjótt 12 árum síðani, havi eg bara fingið tað betri og betri.

Áðrenn bloggurin kom alment út, fekk eg spurningin, um eg hevði hugsað um, hvat fólk fóru at halda og hugsa, tá tey sóu meg ganga runt ymsa staðni í Føroyum. At so fór eg at vera “handan, sum er misbrúkt”. Tað helt eg vera ein áhugaverdan spurning. Áhugaverdan og kanska serføroyskan? Ella í hvussu er sermerkt fyri eitt lítið samfelag, sum Føroyar eru. Til hendan spurningin svaraði eg, at tað var eg fullkomiliga líkaglað við. Og m.a. tað fer hesin bloggurin at snúgva seg um.

Tey flestu av okkum, sum veksa upp í Føroyum, verða uppfløskað við, at vit skulu hugsa um, hvat onnur halda. Hugsa NÓGV um tað. Ja, tað skal faktiskt koma fram um tín tørv og hug. Summi vilja av hesi grund vera við, at Føroyar eru eitt paradís fyri pedofilar og skemmarar. Og mann kann kanska siga, at tað í nógvar mátar er so. Í einum lítlum og familjukærum samfelagi, har vit hugsa eyka nógv um, hvat fólk halda, eru tað nógv, sum hava upplivað og framvegis uppliva, at tað verður sligið upp í glens, at tey eru misbrúkt, ella verður tað gingið øgiliga stillisliga við hurðunum um tað. Hetta fyri at verja familjuglansbílætið og umdømið: “Hvat fara tey at hugsa?” Hetta havi eg tíbetur ikki skulað stríðst við, tí bæði foreldur míni og systkini trúðu mær við eitt, og tað eri eg so sera takksom fyri, og haldi eg, at hetta er ein av størstu grundunum til, at eg eri komin so langt, sum eg eri í dag. Eitt barn hevur brúk fyri so nógvum stuðli og umsorgan, tá ið tað kemur fram við slíkum ræðuleikum, sum tað yvirhøvur kann fáa, og tað havi eg fingið.

Tey bestu ráðini eg kann geva avvarðandi ella tær, sum kennir onkran, ið er misbrúktur, eru: Verð har fyri viðkomandi. Lurta. Trúgv tí. Spyr inn til. Ger tað klárt, at tey altíð kunnu koma og snakka við teg um tað, um tað er okkurt. Nýtt ella gamalt. Stuðla teimum. Og fyri alt í verðini, lat vera við at leggja lok á og bara koyra víðari, sum um onki er hent. Spyr tann, sum er misbrúktur um, hvat hon/hann hevur brúk fyri. Bæði í gerandisdegnum, og tá ið størri tiltøk sum føðingardagar skulu vera. Skulu misnýtarin og tann misnýtti bara sita yvir av hvør øðrum og drekka drekkamunn, sum um onki er hent? Tað rokni eg ikki við, at nakar, sum er blivin misbrúktur, klárar og samstundis hevur tað gott við. Eg trúgvi, at fyri at tann misbrúkti skal koma seg best møguligt, verður mann noyddur at kvetta sambandið við skemmaran á onkran hátt. Tað MÁ ávirka familjuna (um skemmarin er í familjuni). Tað er keðiligt, men samstundis tann beiski sannleikin.

Føli eg meg so sum “ta misbrúktu” nú, tá eg t.d. keypi inn ella møti fólki? Als ikki!
Ein gerð ella ein uppliving kann ongantíð definera ein persón – og so slett ikki, tá ið persónurin ikki hevur valt gerðina ella upplivingina sjálvur. Eg havi ikki valt at blivið misbrúkt. Tað kann eg onkuntíð halda. At tá eingin av mínum systkjum ella systkinabørnum er vorðin misbrúkt, so eri eg nokk bara týpan, sum verður misbrúkt. Tað veit eg ikki, um eg eri. Eg veit ikki, um tað finnast týpur, sum blíva misbrúktar og týpur, sum ikki blíva. Óansæð, so er tað ikki “týpan”, sum hevur skyldina ella ábyrgdina av, at tað hendir. Ongantíð.

Eg veit, at eg eri so ræðuliga nógv annað enn eitt offur fyri kynsligari misnýtslu. Eg eri mamma, kona, dóttir, systir, svigerdóttir, svigerinna, mostir, fastir, gumma, vinkona, fysioterapeutur, trúgvandi og virkin innan tað, hobby fót- og hondbóltsspælari og nógv, nógv annað. Alt hetta – og meira – eri eg.

Eg veit ikki, um tað er lov til at siga soleiðis í Føroyum – at mann er meira – men tað átti tað í øllum førum at verið.

Eg eri meira!

Og tú ert eisini meira!

1: Eg eri kynsliga misnýtt, og tað vil eg ikki skammast um

Fyrst kann eg bara staðfesta, at eg eri ikki vorðin neyðtikin. Eg havi ikki havt samlegu við abba mín. Men eg havi havt eitt øðrvísi forhold við hann, enn eldru systkin míni hava, og enn eg hevði við hin abban hjá mær.

Eg eri kynsliga misnýtt, og tað vil eg ikki skammast um. Eg vil ikki skammast um tað, tí tað var ikki mín skyld. Tað helt eg, at tað var. Og tað helt hann eisini. Tað segði hann í hvussu er. At tað var eg, sum var byrjað. Hann segði, at hann helt, tað var soleiðis, tey ungu mussaðust nú á døgum. Við tungu.

Eg eiti Annika Osvaldsdóttir Sørensen, 28 ár, og eg fari komandi tíðina at skriva bloggar um at vera ein av teimum mongu, sum eru kynsliga misnýtt.

Fyrst kann eg bara staðfesta, at eg eri ikki vorðin neyðtikin. Eg havi ikki havt samlegu við abba mín. Men eg havi havt eitt øðrvísi forhold við hann, enn eldru systkin míni hava, og enn eg hevði við hin abban hjá mær.

Forholdið við abba var ein hemmiligheit millum okkum bæði, sum hann segði. Hóast drúgvar royndir at hugsa, so havi eg enn ikki funnið útav, nær tað er byrjað. Eg veit í hvussu er, at tað er byrjað áðrenn 3. Flokk, tí tá minnist eg, at ein vinkona, ein vinmaður og eg snakkaðu um, um vit báðar høvdu sæð nakran pissiling, og tá leyg eg noktandi um, at eg ongan hevði sæð. Men tað hevði eg. Eg hevði bæði sæð ein og nortið við ein. Fleygað einum. Men onkusvegna visti eg, at tað kundi eg ikki siga. Og tað var kanska eisini heilt ók – tí hvat høvdu tvey 9 ára gomul børn skulað gjørt við tað? Eg kann bara ímynda mær, at tað hevði endað við útihýsing og happing. Nakað, sum eg tíbetur ikki havi skulað stríðst við omaná tað, at verið misnýtt. Tvørturímóti havi eg altíð havt nógv og góð vinfólk, og tað eri eg sera takksom fyri. Tað vóru eisini vinkonur, sum vóru tær fyrstu at fáa tað at vita, og sum eisini vegleiddu meg at fara heim til Føroyar at fortelja tað fyri mammu og babba.

Tað var nemliga soleiðis, at eg var niðri á eftirskúla, har vit arbeiddu við Dogme filminum “Festen”, har kynslig misnýtsla er eitt tema í filminum. Vit arbeiddu í eina viku við hesum filminum, har tað m.a. bleiv kjakast nógv um hetta evnið. Hetta gjørdi, at alt tað, sum eg hevði fortrongt og ongantíð ætlaði mær at fortelja fyri nøkrum – mín djúpasta hemmiligheit – kom framaftur og bleiv veruligt fyri mær. Hetta var ikki bara ein ringur dreymur. Hetta var veruleiki! Hetta bleiv eisini enn meiri aktuelt, tá eg um sama mundið fekk sjeik. Tá vit hugnaðu okkum, og hann føldi uppá meg, komu hesar kenslurnar í kroppin, sum eg stríddist við í nógv ár, og sum av og á enn koma fram í mær, tá eg eri saman við manni mínum. Kenslur og tankar, sum gera, at eg føli meg skitna og tvitna. Gera, at eg frysti og bara havi hug at trekkja meg saman í fosturstøðu og lata meg væl í og hampa meg so væl, at ongin sleppur innum at nerta við meg.

Vit vóru á veg aftur á eftirskúlan, eftir eitt vikuskifti hjá einum vinmanni, sum eisini gekk á skúlanum, har vit høvdu ballast, og eg og drongurin, sum seinni bleiv sjeikur mín, høvdu mussast fyri fyrstu ferð. Tað var í tokinum, at eg ikki kláraði at halda mær meir og grátandi fortaldi bestu vinkonu míni gjøgnum nógv ár um, hvat eg hevði upplivað, tá eg var yngri. Stakkals drongurin helt, at hann hevði gjørt okkurt púra galið 🙂 Eg og hendan vinkonan fóru so til eina aðra, eisini føroyska vinkonu á skúlanum, har eg fortaldi henni hetta. Lukkutíð (fyri meg), hevði hendan vinkonan eina systur, sum eisini var vorðin misbrúkt, og tí vegleiddi – ella í grundini noyddi hon meg til Føroya beinanvegin at fortelja tað fyri foreldrum mínum. Eg so gjørdi – hetta serliga fyri at verja yngru systkinabørn míni, um tað ikki longu var ov seint.

Komin til Føroya var onkur misskiljing í ferðaplaninum hjá mammu og babba, so tey vóru ikki komin, tá eg kom út úr terminalinum. Ikki nokk við, at eg skuldi bíða eftir teimum. Nei, har stóð abbi mín saman við ommu við opnum ørmum og tók ímóti mær. Eg mátti so nakkalang heim við teimum at bíða eftir mammu og babba, sum enn onki vistu. Tá tey so komu, var drekkamunnur á skránni – ein langur drekkamunnur. So tyktist hann…

Men hví ynski eg at koma fram við hesum nú, hevur onkur kanska hug at spyrja. Í nógv ár, hevur mítt ynski verið at sloppið at hjálpt øðrum, sum eru í somu støðu, sum eg var. Eg eri ikki bittur inn á abba mín – longur! Og tí er hetta ikki fyri at revsa hann, at eg skrivi hetta. Heldur ikki ynski eg at verja hann, men eg klári á onkran hátt at seta meg í hansara støðu og royni at skilja hann, og tí eru mínar kenslur nú rættiliga neutralar; hetta fari eg at koma meiri inn á seinni. Eg havi heldur ikki tørv á at “koyra í tí sama”, ella at fólk skulu taka synd í mær. Eg eri komin víðari, og havi lært meg at liva við arrinum, sum eftirhondini er vorðið nógv minni og penari, enn tað var fyri 11 árum síðan, tá eg breyt tøgnina hjá mær. Eg veit av royndum, av fólki, sum eg havi møtt, at tað eru ikki øll, sum eru komin eins væl burtur úr tí sum eg – sum ikki hava tað eins gott og eg sálarliga. Tí ynski eg at deila mína søgu og vónandi fer tað at skína í gjøgnum komandi bloggarnar, hvussu er eri komin her til, sum er eri – og vónandi fer tað á onkran hátt at hjálpa øðrum, bæði misbrúktum og teimum, sum kenna onkran, sum er vorðin misbrúktur og kanska eisini teimum, sum als onki kenna til hetta evnið.

So um hetta hevur tín áhuga og um tú vilt hoyra meg útdýpa okkurt, sum eg havi skrivað her, so er bara at lesa við komandi vikurnar. Og hava tit nakrar spurningar ella viðmerkingar, so eru tit eisini hjartaliga vælkomin at seta tykkum í samband við meg.

5: Eg føli meg ikki býtta meira

Tað sum eg haldi er so gott við bólkinum er, at man hevur eina kenslu av, at um man ikki dugur at orða seg, so er onkur annar ofta í bólkinum, ið følir tað sama og dugur at seta orð á tað. Bara tað at man sleppur í bólk og ikki er einsamallur merkir nógv, samstundis sum vit allar eru góðar til at lurta eftir hvørji aðrari og geva góð ráð og uppmuntra hvørja aðra

Eftir at eg var komin út við missbrúkinum og rættarsakin var yvir, kendi eg tað lættari at liva. Eg saknaði nógv tilfar til at lesa. Tilfar um at fara í rættin, hvussu man meldar og eisini hvussu og hvat aftaná rættarsakina.

Eg var beinavegin opin um, at eg var blivin misbrúkt og byrjaði í bólkið hjá Kris. Tað var rættuliga sunt fyri meg at ganga har og at møta øðrum í somu støðu sum eg. Hetta ger, at man hevur álit á øllum, ið eru í bólkinum. Tað er eitt stað, har einki er býtt at siga. Tí ofta kenni eg tað soleiðis, at man má hugsa um, hvussu man orðar seg og tað er alt annað enn mín sterka síða. Tað sum eg haldi er so gott við bólkinum er, at man hevur eina kenslu av, at um man ikki dugur at orða seg,  so er onkur annar ofta í bólkinum, ið følir tað sama og dugur at seta orð á tað. Bara tað at man sleppur í bólk og ikki er einsamallur merkir nógv, samstundis sum vit allar eru góðar til at lurta eftir hvørji aðrari og geva góð ráð og uppmuntra hvørja aðra – Tær eru mær gullverdar.

Hóast bólkurin var mær gullverdur, kundi daglidagurin ofta verða strævin og eg var eisini ofta móð og eg fekk skjótt heiligvág fyri langtíðar tunglyndi. Eg mátti eisini hugsa um at koma víðari og ikki at standa í stað. Tað kendist ofta hart og kravdi nógv tár. Tí hóast  man er komin út við øllum og hevur vunnið, so er tað enn nógv ið skal lekja. Og fyri meg hevur tað tikið tíð.

Eg tosaði nógv við mammu mína um alt hettar her og spurdi hana inn til, hvussu hon hevði tað. Hon var so kedd og forharmað um, at hon einki hevði vitað og sæð. Tí hon hevði ynskt, at ístaðin fyri at hon bleiv ørg yvir, at onkur hevði skorið eyguni hjá honum (systknabarninum hjá mammu, ið gjørdi seg kynsliga inná meg) út á myndini inni í køkinum, so kundi hon vent tí og heldur spurt hví onkur hevði gjørt tað. Men eg haldi als ikki, at hon kann hugsa soleiðis, tí hvør hugsar at eins egna barn hevur verið úti fyri kynsligum ágangi? Tað sum hon allar mest er forharmað yvir, er tað sum hon sær í dag. Mátin eg uppførdi meg uppá er áleið eins og eldra systur mín gjørdi. Man kann ganga runt og hugsa um so nógv í dag, um hvussu og hvat, men í síðsta enda so fær man einki burtur úr tí, annað enn  oftast bara at særa seg sjálva meir.

Ein stór avbjóðing eftir so nógv ár, har man hevur sagt so nógv ljót og niðrandi orð við seg sjálvan, er at man skal koppa tí á. Sum flest øll, so fær man rós fyri okkurt man ger, hvussu man sær út osv, og tað havi eg aldrin klára at tikið orduliga til mín. Eg havi heldur hugsa hví  fólk tíma at brúka tíð uppá, at siga slíkt við meg, ið tey atlíkavæl ikki meina. Men í dag royni eg at takka fyri og geri mítt fyri at taka tað positiva til mín, ið fólk siga við meg.

Sum eg havi sagt, so er tað summi, ið ikki megna at tosa um hetta evnið, og tað haldi eg er heilt í lagi. Men eg havi eisini nøkur, sum eru virkuliga røsk at spyrja inn til og fortelja mær at eg eri so røsk. Og tey tosa við meg, sum um tað er ein púra vanlig samtala, tað haldi eg er kul, at tey tíma at brúka tíð uppá at spyrja meg inn til, hvussu tað td. kundi bera til, at eg ikki havi sagt nakað fyrr, hvussu eg kundi síggja hann so ofta uttan at vísa nakað sum helst og td. Hví eg nú vildi sleppa at blogga um alt hettar.
Eg kenni alt for nógv, ið hava verið ígjøgnum tað sama og eg eri so glað fyri at fleiri venda sær til mín og stóla uppá meg, so tey ikki ganga púra einsamøll.

Men eg haldi, at tá onkur hevur tikið so nógv frá tær, so hevur tú brúk fyri, at siga tað við onkran og ikki vera einsamøll um tað, tí tað er virkuliga strævið. Kann bara ein perónur fáa tað betur við at lesa, hvat eg havi verið ígjøgnum, so vil eg fegin tað!! tað er forbanka hart at byrja við, men við tíðini er alt lættari og tú fært anda ordiligt aftur. Eg haldi, at hetta er so umráðandi at tosa um og tað er ongin skomm fyri tann, ið hevur verið útsettur. Tað einasta sum er skomm, er at tann, ið hevur valt at gera seg inná ein. Tann persónurin skal skammast og ikki tú. Og um man er ein persónur, ið hevur gjørt seg inná ein/fleiri ella hevur hug, so hugsi eg bara forfanin far til sálarfrøðing og fá tær hjálp, ístaðin fyri at gera seg inná onnur og knúsa tey. Tí tað tekur so leingið hjá okkum at koma fyri okkum aftur. Allir teir tankarnir man hugsar og at man kanska hevur uppiborið hetta, at man er eitt vemmiligt menniskja, ið ikki burdi liva osv eru tankar, ið eg føldi í nógv ár – eins og nógv onnur við mær eisini hugsa og føla – og tað er alt annað enn skeg.

Sum hjá øllum øðrum, so hevur man upp og niðurtúrar, men man dugur betur at lofta øllum, tá ið man er komin út við, at man er blivin kynsliga missbrúktur. Tað ger alt lættari. Í dag eg eri enn ikki komin ordiliga fyri meg, men eg havi tað gott og eg kann flenna ordiligt aftur. Halga eg elski at flenna og at tað kemur frá hjartanum. Eg tori at verða eg og eg tori at siga mína meining. Eg tori at trakka til, eg tori at tosa. Eg tori at tvætla býtt. Eg føli meg ikki býtta meira og eg elski at liva.

4: Í rættarsalinum

Eg var nógv í tvístøðu um, hvussu eg skuldi hava tað, tá alt var liðugt. Skal eg jubla, skal eg vera óð inná, at hann fekk so vánaligan dóm og hvat við mínum trýmenningi? Tað er so lætt hjá mær at siga við hana “ hann er dømdur og tað er fyri okkum báðar” men hann er BARA dømdur fyri hvat hann hevur gjørt við meg.

Eg fekk so eitt bræv um at møta í rættinum og at eg hevði fingið ein advokat. Eg skuldi síðani inn í rættarsalin at fortelja hvat var hent og hann sæt beint har yvuri og hoyrdi hvørt eitt orð eg segði. Tað var rættuliga hart at byrja við, men sum minuttirnir gingu, legði eg faktiskt einki í um hann sæt har, tí nú var tað mín møguleiki at fortelja, hvat hann hevði gjørt og hvussu nógv hann hevði oyðilagt.

Eg fann síðani útav, at tað vóru fleiri sum skuldu vitna saman við mær, og eg haldi faktiskt, at tað var nokk tað sum var tað harðasta vid at skula í rættin, tí mín elskaða omma skuldi sita framman fyri dómarinum og framman fyri mostursoni hennara og vitna ímóti honum, men omma mín segði, at hetta vildi hon fegin gera, um hon kundi hjálpa mær.

Tá omma var liðug inni í rættinum fóru vit út og hon fortelur so um, tá ið eg einaferð hevði roynt at gjørt av við meg sjálva. Tá hevði hon spurt meg hvør hevði gjørt seg inná meg og var eg blivin so óð av henni og ikki sovna av tí sama. Tað hevði eg langsíðani gloymt alt um og mintist tað aftur, tá ið omma segði tað uttan fyri rættin, og eg brast út í grát.

í fyrsta umgangi slapp hann og bleiv ikki dømdur sekur. Ákærinm, og advokaturin hjá mær, kærdu tað síðani til eystaralandsrætt. Síðani skuldi politiið lesa alt ígjøgnum og meta um, um tað kundi fara víðari. Tá ið eg hevði fortalt, at eg nú visti nær ágangurin var farin framm, og at tað var hent beint áðrenn tí fyrstu leguna eg hevði verið á sum smágenta, var tað til alla lukku nokk, og akkurát tað sum skuldi til fyri at fáa hann dømdan. Vit øll møttu síðani aftur í eystaralandsrætti og skuldu vitna. Har kom ein kona og segði at hon skuldi prógva nær onkur hevði verið á legu samstundis sum eg hevði verið. Tað fyrsta eg hugsaði var “ takk gud, takk gud fyri at tú hevur hoyrt mínar bønir”.
Eg var sjálvandi kedd av, at hon skuldi blandast upp í hettar, men samstundis var hatta eisini mítt prógv..

Tá alt næstan er um at verða liðugt, og vit øll bíða eftir hvat fór at henda, komu dómararnir inn aftur. Eg minnist, hvussu nervøs eg var tá dómarin segði okkurt, sum eg slett ikki skilti, og mín advokatur hyggur eftir mær við einum smíli og sigur, at hann er dømdur. Eg hugsaði bara hvat? hvussu ber tað til? tí tað eg hevði fingið at vita allatíð, var at hann nokk ikki bleiv dømdur fyri, hvat hann hevði gjørt við meg, men hvat hann hevði gjørt ímóti eini aðari hann hevði gjørt seg inná. So eg gleddist stórliga yvir at hann fekk ein dóm og at eg hevði vunnið á honum. Men tó var tað ein stór sorg at hann ikki bleiv dømdur fyri tað hann hevði gjørt við mín trýminingin hjá mær.

Tá so málið kom á in.fo bleiv eg eitt sindur kedd, tí eg gleddist um at hann var dømdur, men har bleiv skriva so nógv um, at hattar var ein virkuliga vánaligur dómur og tað er eisini púra rætt, men hann bleiv faktisk dømdur fyri tað hann hevði gjørt við meg, og tað haldi eg verðuliga er órtúligt at hann kundi dømast fyri, tá umstøðurnar eru truplar í Føroyum at fáa neyðtøkumenn dømdar.

Eg var nógv í tvístøðu um, hvussu eg skuldi hava tað, tá alt var liðugt. Skal eg jubla, skal eg vera óð inná, at hann fekk so vánaligan dóm og hvat við mínum trýmenningi? Tað er so lætt hjá mær at siga við hana “ hann er dømdur og tað er fyri okkum báðar” men hann er BARA dømdur fyri hvat hann hevur gjørt við meg. Eg havi ofta hugsað um tað var rætt av mær at melda hann og tað koma so altíð at vera ymiskar meiningar um hettar, men eg tók støðu til tað og haldi í dag, at tað var tað rætta eg gjørdi – og at tað var tað rætta fyri meg at gera.

3: Nú vil eg melda

Eg ringdi so og meldaði hann. Tey spurdu meg nær eg kundi koma inn til avhoyringar og eg svaraði “skjótast gjørligt, so eg ikki bakki út aftur”

Dagarnir eftir, at eg var komin út við loyndarmálinum, vóru rættuliga harðir. Har vóru nógvar kenslur og eg visti slett ikki, hvussu eg skuldi bera meg at. Eg var jú von við at hava tað fyri meg sjálva, men nú, nú vistu øll, sum elskaðu meg, hvat var hent mær. Eg haldi, tá ið man kemur út við einum so stórum loyndarmáli, so má man eisini góðtaka, hvussu øll hini taka tað. Øll koma í eitt kempi sjok og vit øll menniskju eru ymisk og reagera vit somuleiðis øll ymiskt.

Tað er eitt, sum eg havi lært heimanifrá, at vit eru øll ymisk og tað havi eg altíð tikið við mær og altíð havt í huga, tá onkur støða hevur verið. Og júst hetta, eri eg sera takksom fyri at hava lært, tí aftaná at loyndarmálið kom út tordu summi fólk næstan ikki at hyggja uppá meg. Summi søgdu hey, men eg føldi at tey vistu eitt ella annað. Yngra systur mín skuldi spæla steypafinalu dagin eftir, at eg hevði fortalt henni, hvat var hent. Eg valdi at fara at hyggja, tí so kundi eg møguliga sleppa tonkunum eina løtu.

Sjálvandi, til eina steypa finalu eru nógv fólk og øll vilja vísa sín stuðul til liðið. Tá so hálvleikurin kom fóru vit útum at roykja. Vit eru nógv í familjuni, sum standa og tosa saman í einum ringi, tá tann eini mammubeiggin kemur yvir, tekur fast um meg, og gevur mær eitt so stórt klemm. Eg føldi tað so óbehagiligt, tí eg vildi bara gráta. Eg hati at gráta, tað er eitt tað ringasta eg veit.

Eitt ár aftaná, at eg hevði verið í rættinum og vitnað mótvegis mínum krenkara, valdi eg at skriva til mín mammubeiggja og takka fyri klemmin sum hann gevi givið mær og fortaldi honum, at hann hevði nógv at siga fyri meg. Hann svaraði mær soleiðis “ Fekk at vita aftaná, at tú ikki vildi hava klemm…Men fólk sum ikki vilja hava klemm, eru akkurát tey ið skula klemmast. Tey vita bara ikki av tí, at tað er eitt tað viktigasta. Tú kanst fáa so nógvar klemmar sum tú vilt frá mær”.

Eg eri so glað fyri, at hann ikki visti, at eg ikki vildi klemmast! og so forheraður sum hann er, so hevði hann heilt sikkurt klemma meg alíkavæl og tað eri eg eisini glað fyri.



Øll míni vóru hjá mær uppá ein ella annan hátt. Eitt sum var rættuliga ringt, var at síggja alla sorgina í eygunum teirra, tí eg helt faktist at tað var eg sum hevði gjørt tey kedd. Men í dag eri eg nóg sterk til at siga, at tað var ikki eg sum gjørdi tey kedd, men tað var hann. Eg kom út við onkrum, sum eg als ikki megnaði at bera einsamøll. Eg vildi megna at rópa og renna. Eg vildi sleppa undan hesum marrunum

Ein kona í familjuni, mamma og eg sótu í stovuni og tosaðu aftur og fram um hvussu og hvat. Eg kom so til tað niðurstøðu, at nú meldi eg. Eg boðaði trýmininginum hjá mær frá. Hon var ikki heilt vís í hvat hon vildi, men tað er eisini skiljandi. Eg ringdi so og meldaði hann. Tey spurdu meg nær eg kundi koma inn til avhoyringar og eg svaraði “skjótast gjørligt, so eg ikki bakki út aftur”

Eg slapp inn sama kvøld. Eg kom inn til tí fittastu konuna, hon var so dugnarlig til at spyrja inn til og at hava pausur og líka at broyta evnið, tá ið tað bleiv ov hart. Hetta var fystuferð, at eg skuldi fortelja hvørja einastu detalju sum hann hevði gjørt. Tað helt eg verða ein marra at skulla at gera.

 Eg gekk leingið og yvaðist í nær hetta var hent, hvat árstal hetta var hent – alt mól bara í mínum høvdi og eg royndi at skriva alt niður, ið eg mintist. Alt frá hvussu vorðin sofan var, hvørji undirklæðir eg hevði á, hvat fyri song systur mín hevði og hvussu eg fór at minnast meir og meir við at síggja myndir av mær tá eg var barn. Og til alla lukku fann eg útav nær áleið tað var hent. Tað gekk ikki lang tíð frá eg hevði melda hann til eg skuldi í rættin, hóast tað føldist leingið at bíða.