Notice: Function _load_textdomain_just_in_time was called incorrectly. Translation loading for the eventorganiser domain was triggered too early. This is usually an indicator for some code in the plugin or theme running too early. Translations should be loaded at the init action or later. Please see Debugging in WordPress for more information. (This message was added in version 6.7.0.) in /mnt/wordpress_data/fo.kris/wp-includes/functions.php on line 6121

Notice: Funktionen _load_textdomain_just_in_time blev kaldt forkert. Indlæsning af oversættelse for twentysixteen-domænet blev udløst for tidligt. Dette er normalt en indikator for, at noget kode i pluginet eller temaet kører for tidligt. Oversættelser bør indlæses ved init-handlingen eller senere. Se venligst Fejlfinding i WordPress for mere information. (denne meddelelse blev tilføjet i version 6.7.0). in /mnt/wordpress_data/fo.kris/wp-includes/functions.php on line 6121
Kris – Side 15 – Kris

Fyrningarfreist strikað í Danmark

Fyrningarfreistin fyri kynsligan ágang á børn og ung er nú strikað í Danmark.
Fólkatingið hevur samtykt eitt lógaruppskot frá Justitsministeriet um at strika fyrningarfreistina í málum um kynsligan ágang.

Lógin kemur í gildið 1.april 2018. Tó eru avmarkingar í lógini um mál, ið longu eru fyrnað.

Vísandi til §6, er lógin tó ikki galdandi fyri Føroyar og Grønland , men vónandi gongur ikki long tíð fyrr enn hetta eisini verður galdandi her heima.

Les meira á Justitsministeriets hjemmeside:  Her

Til lógaruppskot nr. L 31: Her

KRIS umboðað á temakvødinum 30.jan

Á triðja og seinasta temakvøldinum um pedofili, ið Bituff  skipaði fyri í Skótahúsinum við Løkin í Runavík tann 30.jan, tosaði Gvøðbjørg West frá KRIS um hvussu lívið kann vera eftir kynsligan ágang?

Hetta kvøldið tosaði eisini Turið Horn um, hvat tað ger við familjuna og um hvønn tørv ein hevur ,sum familja, eftir avdúking av kynsligari misnýtslu.
Sunrid Traðará frá løgregluni, segði eisini frá hvussu løgreglan arbeiðir við sakum um kynsligan ágang móti børnum.

Evnið hesaferð var : Vit mugu tora at tosa um viðgerðina, prosessina og tey avvarandi

Les meira um Bituff: Her

 

 

 

Jólaheilsan

Eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hava stuðlað okkum í hesum hendingaríka ári sum brátt er farið.
Árið 2017 hevur verið sera hendingarríkt hjá KRIS. Nógv er hent og nógv er eftir at gera. Vit takka fyri gott samstarv og fara vit við treysti undir nýggju uppgávurnar í komandi ári.

Gleðilig jól og gott nýggjár
Glædelig jul og godt nytår
God jul og godt nytt år

Loyndarmálið – teknifilmur til børn um góð og ring loyndarmál

SMISO Hordaland hevur, saman við Raindog Studio, og við stuðli frá Helsedirektoratet framleitt ein teknifilm til børn, um góð og ring loyndarmál. Filmurin eitur Loyndarmálið.
SMISO- Senter mot incest og seksuelle overgrep, er ein miðstøð fyri ung, kvinnur og menn, ið hava verið fyri kynsligum ágangi.
www.smiso-hordaland.no

Sí filmin Her

Takkarskriv

Stuðulsgrunnurin fyri KRIS ynskir við hesum skrivi, at koma við eini hjartans tøkk til tykkum øll, ið hava stuðlað.
Inn komu tils. Kr. 199.000,00
Peningurin fer til at gera ábøtur á hús, sum stuðulsgrunnurin, við eini stuðulsavtalu,hevur keypt frá Bank Nordik.
Talan er um fyrrverandi bankabygningin á Toftum.
Túsund takk til tykkara, sum vóru úti við bússum. Takk til tykkara, sum hava flutt pening á kontu, og hava ringt inn til 90 nr.
Uttan tykkara hjálp hevði hetta ikki ikki kunna latið seg gjørt.

Vinaliga
Samskipari
Beinta M. Pedersen

Enn ber til at stuðla KRIS

Um tú ikki fekst høvið at stuðla til landsinnsavnanina, ið stuðulsgrunnurin hjà KRIS skipaði fyri tann 25.nov, ber enn til at stuðla, við at flyta pening inn á kontonr: 6460 5738883- Bank Nordik

At gerast sjónligur- Hvat hendir so?

 

Nøkur koma hartil, har tey gera seg sjálvan sjónligan og við at arbeiða hart við sær sjálvum, gerast tey klár til at standa fram og siga sína søgu.
Men hvat hendir so? Ógvuliga ofta hendir einki. Eingin sær, eingin hoyrir og eingin skilir.
” Tað er ræðuligt” siga tey og skunda sær víðari ella byrja at tosa um okkurt annað og minni farligt. Júst tað , ein var so bangin fyri. Familjan er kanska longu burtur, tí tey trúgva einum ikki og kunnu ikki fyrihalda seg til so stórar trupuleikar.
Vinir eru kanska eisini burtur. Sosiala skipanin skilir sum oftast slett ikki og tíverri er hugburðurin ofta tann, at tá hatta er fortíð, so snýr tað bert um at taka seg saman og koma víðari.
Incest og kynsligur ágangur verður ikki sæddur sum nakað skaðiligt ella nakað, ið burdi ávirka arbeiðsevnini.
Hesar kollektivu burturskotranir eru at finna allastaðni í samfelagnum. Ein kann kenna seg sera einsamallan í tilgongdini til at gerast sjónligur.

Man kann so spyrja , hvør vinningurin er av at sjónligera seg sjálvan?
Vinningurin er, at ein bert kann liva, um ein er sjónligur, bæði fyri sær sjálvum og fyri øðrum.
Ein kann vera til sum ósjónligur , men tá er mótstríð millum tað uttara og tað innara lívið, ið oftast er fylt við angist, depressión, einsemi v.m og tað er ikki eitt gott lív.
Einans við at vera sjónligur, sum ein heilur persónur, ber til at hava eitt gott og nøktandi lív.
Fyri at tað kann bera til, má tað vera ein umheimur, ið torir at síggja, hoyra og viðurkenna, so ein ikki longur hevur fyri neyðini at goyma seg burtur.

Incest skal tosast burtur, ikki tigast burtur

Jólamerkjagrunnurin letur KRIS kr. 200.000

Jólamerkjagrunnurin hevur til endamáls at býta út ágóðan av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út á hvørjum ári. Grunnurin stuðlar samfelagsgagnligum verkætlanum fyri børn og ung. Í ár hevur KRIS fingið stuðul áljóðandi kr. 200.000.
Hvørja ferð tú keypir jólamerki frá Posta, fer vinningurin til Jólamerkjagrunnin, sum letur stuðul til verkætlanir fyri børn og ung. Jólamerkjagrunnurin hevur gjørt av at lata KRIS stuðul í ár.

KRIS er ein sjálvboðin felagsskapur, hvørs endamál er at hjálpa og stuðla persónum yvir 18 ár, ið hava verið fyri kynsligum ágangi. Við síðuna av hesum, hevur Felagsskapurin KRIS eisini ta uppgávu, at skipað verður fyri upplýsing um kynsligan ágang. Hetta ger KRIS við tiltøkum og skeiðum.
Tað er í  hesum partinum av virkseminum, at KRIS vil nýta stuðulin frá Jólamerkjagrunninum at framleiða kunningar- og undirvísingartilfar til fakfólk, og onnur áhugað. Hetta fer at koma øllum til góða, við at skapa tilvitsku og fyribyrging móti kynsligum ágangi.
Hesar samfelagsgagnligu verkætlanir sampakka sera væl við endamálið hjá Jólamerkjagrunninum, og er hetta orsøkin til, at grunnurin gjørdi av at veita KRIS peningaligan stuðul.
Jólamerkini kunnu keypast á Posta og á stamps.fo. Í ár hevur Elin P. Andreasen sniðgivið jólamerkini, og kostar arkið kr. 30,-.
Jólamerkjagrunnurin ynskir KRIS góða eydnu við verkætlanunum.
Í Jólamerkjagrunninum eru:
Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, formaður
Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, nevndarlimur
Fróði Joensen, barnalækni, nevndarlimur

Posta.fo: Her

Hoyr sending frá GMF : Her

Tað er torført at gerast sjónligur, tí….

Tað er torført at gerast  sjónligur, tí….

1: Skuldarkensla og skomm eru tengd at kynsligum ágangi. Tað má ikki koma fram tí so vita øll hvussu ein veruliga er!

2: Ein ræðist avvísing og burturkveistran frá umheiminum. Tað er ikki uttan grund, tí nógv vita ikki hvussu ein skal reagera, um tey fáa slíkar upplýsingar og so kennist tað sum ein ræðulig avvísing og ein kennir seg skeivan

3: Um ein skal vera sjónligur, so krevur tað at ein er í sambandi við ein umheim, ið sær. Ein kann ikki vera sjónligur fyri einum blindum.

4: Ein veit ikki hvussu ein skal gera. Ein roynir og roynir men trupuleikin er altíð tann sami. Skal ein fara upp á húsatekjuna og rópa hart fyri at blíva hoyrdur og skiltur? Hvad nú, um ein fortelur og avslørar innastu loyndarmálini og fólk so venda sær burtur og vamlast?

5: Hvat um ein avslørar djúpasta loynidómin og fólk so siga : ” Nei tað kann ikki passa. Eg havi kent familju tína og soleiðis var hann/hon í hvørt fall ikki”

6: Ein setir seg uttanfyri vanligar sosialar normar, tá ein sigur frá “tílíkum” og ger seg sjálvan ” ikki vanligan”- og tað er ein stórur skrekkur. Flest øll eru so bangin fyri at vera ” ikki vanlig” og vandi er fyri at gera seg sjálvan til eitt offur og samstundis óttast fyri at vera viðfarin annaleiðis.

7: Vandi er fyri at blíva útstoyttur av familjuni, um loyndarmálið kemur út og oftast er tað tann sum hevur verið fyri ágangi, ið verður útilokaður og illtonktur

8: Trupuleikarnir gerast eisini sjónligir fyri einum sjálvum, tá ein sigur frá. Ein gert sárliga tilvitaður um, at tað veruliga er sætt. At tað sum er hent, er eins egni veruleiki, sum ein má liva við. Tað er ógvuliga hart at seta orð á nakað , ið øll eru so bangin fyri og tað eru so nógvar svárar kenslur í fylgja við at gerast sjónligur.

Men at liva sum ósjónligur er eitt Helviti.

Tí hvør er ein um ein er ósjónligur ? Er ein yvirhøvur nakar ?