Mín samleiki

Tá eg var 12 ára gomul varð eg neyðtikin. Skemmarin segði tá, at neyðtøkan var ein loynidómur millum okkum bæði.
Sum 12 ára gomul visti eg ikki betri og tann traumatiska hendingin kom ikki fram fyrr enn 12 ár seinni. Tá eg var 24 ára gomul, kundi mín psyka og kroppur ikki longur blíva við at hava hendan loynidómin sitandi á mær, og tí valdi eg at siga mínum nærmastu frá hesum. Tó høvdu hesi 12 árini oyðilagt so nógv fyri meg, sum eg ongantíð hevði kunna ímynda mær.
Í 6 ár stríddist eg við bulimi. Mín psyka var mín ringasti fíggindi.
Mini seinárin komu fram sum ymiskar diagnosur t.d. tunglyndi/angist, PTSD og paranoid persónleikaórógv. Haraftrat stríddist eg í 6 ár við bulimi og føldi tá, at maturin var tað einasta eg hevði kontroll yvir.
Tey seinastu 4 árini í mínum lívi hava verið tey ringastu. Kenslan av at vera “skeiv”, veik, til onga nyttu og ikki at hava álit á onnur enn meg sjálva hava merkt mín gerandisdag. Eg føli ikki, at eg bara við orðum, kann greiða frá tí helviti, sum eg var ígjøgnum. Mín psyka var mín ringasti fíggindi, og tað gjørdi, at eg tvær ferðir bleiv innløgd á psykiatrisku deild.
Líkamikið hvørja útbúgving eg var í gongd við, føldi eg meg býtta, óintelligenta og nyttuleysa. Eg kundi koma heim við 12 tølum á mínum ringastu døgum og álíkavæl var eg ikki før fyri at rósa mær sjálvari. Eg revsaði meg sjálva hvønn einasta dag við oyðileggjandi tonkum.
Eg hevði ógvuliga ringt við at vera í inniligum sambondum, tí eg hevði ikki álit á nakran mann. Eg trúði, at allir menn vóru líka, og at teir høvdu lúnskar baktankar um meg, sum fór at enda við at oyðileggja mítt lív. Eg fann altíð eina orsøk til at koma burtur frá øllum mínum sambondum, og eg sá altíð meg sjálva sum eitt offur aftaná. Tann “evindaliga” samkenslan við meg sjálva, fekk mítt sjálvsvirði grivið niður í stór hol. Eg sá meg sjálva sum neyðarsliga og veika, og eg føldi ongantíð, at nakar hevði brúk fyri mær. Eg hevði ógvuliga ringt við at lata meg upp fyri nøkrum, og tí bleiv einsemi og mistrúgvin mínir einastu vinir.
Í nógv ár havi eg stríðst við kensluni av hvør eg eri. Kenslan kann enn koma fram, um eg verið biðin um at siga frá, hvør eg eri og hvat eg standi fyri. Kenslan forðaði mær í mínum lívi, tí eg visti ikki hvønn veg eg skuldi fara, hvørjum eg skuldi vera saman við ella hvussu eg skuldi finna meg sjálva aftur. Eg føli ofta, at mín samleiki bleiv tikin frá mær tá eg bleiv neyðtikin.
Terapiin
Tá eg segði frá um neyðtøkuna fyrstu ferð, bleiv eg bjóðað sálarfrøðihjálp. Tað var ógvuliga hart fyri meg, tí eg føldi ikki at sálarfrøðingarnir dugdu at síggja, hvussu eg hevði tað.Tað kendist sum um teir bara vildu hava at eg skuldi víðari – men eg føldi ikki at eg fekk tað “forstáilsi”, sum eg hevði tørv á fyri at koma víðari. Hetta gjørdi at eg lat aftur yvir fyri teimum og øllum øðrum og bleiv meiri og meiri afturlatin og kedd.
Eitt ár seinni fann mamma mín eitt sentur fyri kynsliga misnýtt – tey høvdu serkunnleika í seinárinum. Her brúktu tey psykoterapeutiskar mátar sum t.d. bólkaterapi. Longu fyrstu fer í bólkinum føldi eg, at hetta var vegurin fram fyri meg. Øll seinárini eg hevði stríðst við í so nógv ár, deildi eg nú við aðrar kvinnur, sum høvdu tað upp á sama máta.
Bólkterapiin hevur givið mær nøkur amboð at arbeiða við, tá tað er harðast og ringast í gerandisdegnum. Eg havi fingið nøkur ítøkilig ting, sum eg skal royna at minnast til, og samstundis havi eg fingið hjálp til at síggja tingini í einum størri høpi.Terapiin fekk meg at skilja, at hetta var ikki mín skuld. At tað finnast menniskju harúti (skemmarar), sum hava ógvuliga trupult við at síggja hvat er rætt og hvat er skeivt, og at tað eru hesi menniskju, sum burdu følt seg skeiv. Aftaná á neyðtøkuna gekk eg við kensluni av, at hetta var mín egna skuld, og at tað hendi, tí eg var sum eg var. Hesa kensluna fekk terapiin meg skjótt av við og ístaðin fyri at síggja meg sjálva sum eitt offur, fann eg mín nýggja leiklut sum yvirlivari.
Elska meg, tá eg eri ringast
Sjeikurin hjá mær og familjan hava verið ein stór hjálp gjøgnum mína tilgongd. Tey hava upplivað meg frá mínari ringastu síðu, og álíkavæl elskað meg, fyri tað eg var. Tey hava verið góð til at minna meg á, at eg eri sterk – at eg eri ein yvirlivari. Haraftrat hava tey lært at viðurkenna, at tað enn kunnu vera dagar, har eg havi tað rættuliga ringt, og at tað er ok.
Míni ráð til avvarandi
Tosið um tað! Tosið við tann misbrúkta um, hvussu hann/hon hevur tað. Spyrjið um tingini og latið vera við at ignorera tað.Tað merkist týðiliga, tá ein avvarandi, um tað fer yvir um teirra mark at tosa um. Tá hendan kenslan kemur, so fer tann misbrúkti ofta at føla skuld og skomm innaní. Tann misbrúkti skal nokk sjálv/ur siga frá, tá ein spurningur blívur ov ódámligur. Samstundis er tað umráðandi, at ein ikki letur “elefantin í rúminum” fylla alt ov nógv. Um man sum avvarandi roynir at ignorera evnið um misbrúk, og alt tað sum tað hevur við sær, so dettur hetta aftur á tann misbrúkta, sum fer at merkja tøgnina.
Verið opin, erlig og tosið líka fram um tingini. Fyri meg hevur tað rigga best, tá avvarandi hava sagt tingini líka fram, sum t.d.: “ Tað er gott nokk nakað lort, tú hevur verið úti fyri. Sum summi fólk kunnu vera ólekkur, og hvat er tað ikki sterkt at tú kempar víðari! Stór virðing fyri tær!” Avvarandi sum ignorera evnið ella sum bara kunnu fáa seg at koma við nøkrum fáum setningum sum t.d.: “ Hevur tú tað ok aftaná….tú veitst…aftaná øllum við….ja.” hesir óbeinleiðis drálandi spurningarnir blíva ístaðin til eina pínliga samtalu fyri tann misbrúkta. Hetta seinasta dømið fekk meg í øllum førum til at føla enn meiri skuld og skomm, enn eg hevði áðrenn.
Til tín, sum hevur verið fyri kynsligum ágangi
Um tú hevur verið fyri kynsligum ágangi, so kom fram við tí. Tað er ikki neyðugt at gera tað á sosialum miðlum ella á øðrum støðum, sum kunnu kennast ræðandi. Tað kann bara vera til ein persón, sum tú hevur álit á. Ein persón, sum tú heldur fer at lurta eftir tær. Eg gekk og helt, at hetta kundi eg klára sjálv, og ongantíð havi eg tikið meiri feil. Eg vildi ynskt at eg fyri langari tíð síðan hevði sagt onkrum frá um tað traumatisku uppliving eg var úti fyri tá. Hevði eg gjørt tað, kundi eg kanska havt fingið ta hjálp, sum eg hevði brúk fyri langt fyrr. Tey 12 árini har eg bara hevði meg sjálva at tosa við, oyðiløgdu meg.
Um eg ikki hevði tikið ímóti hjálpini, sum fekk fekk á sentrinum fyri kynsliga misbrúkt, so veit eg ikki hvar eg hevði verið í dag. Fyri meg var tað týdningarmesta amboðið at tosa um tað. At vita, at tú ert ikki einsamallur og at tað finnast mong, sum kunnu føla tína pínu og sum vilja gera alt fyri at koma ígjøgnum hetta saman við tær – tað hjálpti mær víðari.

SKEIV ÁKÆRA UM KYNSLIGAN ÁGANG KANN HAVA ÁLVARSLIGAR AVLEIÐINGAR

Neyðtøka er eitt brotsverk. Men tað er ikki altíð eitt brotsverk, tá ein maður roynir eftir einari kvinnu, ikki ein gong tá tað hendir á ein avgjørdan ella ein klossutan hátt. Kurteisni skal ikki síðustillast við mannchauvinistisk álop.
#Mee Too rørslan hevur verið við til at fella illgrunakendar menn, sum hava framt kynsligan ágang, m.a. Harvey Weinstein og Kevin Spacey. Men tá ákærurnar eru ivasamar, so verða sakleys lív hótt við at verða oyðiløgd.
Áhugaverd grein frá The Telegraph Les grein her

Geoffrey Rush – 66 ára gamal Oscar vinnari og “Pirats of Caribbean” stjørna

“King Leer”
Yvirskriftin ber heitið “King Leer” (Gløði Kongur) og sjálvt um tað ikki stendur beinleiðis, ber hetta brá av ákæru um, at Rush hevur gjørt annað enn bara gløtt at kvinnuliga samstarvsfelagnum. Ágangurin var, sambært BBC, meðan framførslur vóru gjørdar til Shakespear leikin King Lear
Sambært BBC og bretska blaðnum The Telegraph, er Geoffrey Rush vorðin innisælur og fer helst ikki út um dyrnar. Hann hevur fingið angist og etur næstan einki og svevur lítið.
Seinni er tað sáddur ivi um ákærurnar móti Rush, men sambært sakførarunum hjá honum er skaðin longu hendur.
“Eg havi spurt, hví upplýsingarnir vóru afturhildnir og hví tað, sambært mannagongdunum hjá leikhúsinum, ongantíð hevur verið reistur spurningur um hetta við meg undir framleiðslunum við leiðsluna, stjóran, samstarvsfelagar ella øðrum í leiðslustiganum”, segði Rush. “Men eg havi einki svar fingið.”
Sambært sakførarunum hjá Geoffrey Rush, heldur Rush lítið um sína yrkisleið í dag. Hann hevur ongan áhuga í øðrum arbeiði innan film og sjónleik. Beint áðrenn jól, fór hann úr sínum embæti sum formaður í felagnum “Australian Academy of Cinema and Television Arts”.
Geoffrey Rush skuldi verið í gongd við upptøkur til tveir nýggjar filmar, men hann hevur í løtuni tikið seg burtur úr øllum films- og sjónleikaarbeiði.
Geoffrey Rush hevur síðan 1988 verið giftur við australsku sjónleikarinnuni Jane Menelaus. Saman eiga tey tvey børn, sum eru 23 og 26 ára gomul.
Sum sagt, so er tað ikki altíð eitt brotsverk, tá ein maður roynir eftir einari kvinnu, men tað er sjálvandi neyðugt at standa fram og gleðiligt, at so nógv hava dirvi til at gera tað. Men hetta kann eisini hava við sær at vandi verður fyri at um vit – uttan tamarhald – loyva vitnisburðum og orðum framat, kunnu fáa øvuta ávirkan, og hetta kann aftur føra við sær, at sakleys lív verða hótt við at verða oyðiløgd.

 

Meira fokus á kynsligan ágang og á seinárin av kynsligum ágangi

Við alsamt styttri millumbilum verður varpa ljós á kynsligan ágang. Ikki bert ágang móti børnum men eisini vaksnum fólkum.

Eg kann nevna #MeeToo átakið, har fleiri túsund kvinnur , runt um heimin, nú standa fram og siga frá, hvussu tær eru kynsliga misbrúktar.

Í donskum miðlur kunnu vit í hesum døgum síggja , lesa ella hoyra um fyrrverandi barnasjónleikarar, ið hava brotið tøgnina um kynsligan ágang. Hetta hendir heili 40 ár eftir , at ágangurin hendi.

Hví koma tey fram við hesum nú, eftir so nógv ár?
Tað gera tey, tí kynsligur ágangur er eitt so ógvusligt markabrot og tað hevur ógvuslig árin við sær, um hetta ikki verður viðgjørt, so skjótt til ber.

Men hvussu upplýst eru vit um ávirkan og árin av kynsligum ágangi?
Vita vit yvirhøvur hvussu ógvusligt inntriv kynsligur ágangur er? Vita vit hvussu ógvusligar avleiðingar, kynsligur ágangur hevur við sær, um ikki hond verður tikin um barnið ella tann vaksna beinanveg?

Vita vit , ella megna vit at fyrihalda okkum til, hvussu nógvar og ógvusligar avleiðingar tann vaksni hevur at stríðast við, tí skommin og skuldarkenslan av áganginum hevur verið so stór, at hann ella hon hevur brúkt alla orku til at fjala og skúgva hesa illgerð burtur? So nógv, at hetta hevur ført við sær, misbrúk, angist, sálarsjúku, lágt sjálvsvirði, sjálvskaðan o.s.v?

Vita vit ? Ella megna vit at fyrihalda okkum til, at soleiðis er tað ?

Tað vit ikki tosa um, tað er ikki til?

Eg velji at hugsa, at vit helst øll innast inni vita, men tað er so torført at fyrihalda seg til hesa illgerð.
Men vit noydast at fyrihalda okkum til tað. Kynsligur ágangur er ein veruleiki, eisini í Føroyum.

Læs nú ein dagin eina grein, í Politiken.dk, har ein serfrøðingur sigur :
Seksuelt krænkede børn lider i samme grad som torturofre
Når sexkrænkelser sker på et bestemt udviklingstrin, ødelægger det børn i samme grad som folk, der bliver udsat for tortur”

“Fire ud af fem børn, der har været udsat for seksuelle krænkelser, udvikler posttraumatisk stress, ptsd.”

Hetta er ræðandi at hugsa um. Men vit kunnu gera nakað vit hetta.

Tað fyrsta er at viðganga, at tað hendir, eisini heima hjá okkum í Føroyum. At tað kann henda allastaðni.

Vit vaksnu hava eina ábyrgd av at verja børnini, – eisini ímóti kynsligum ágangi.
Vit mugu upplýsa og læra tey at verja seg móti kynsligum ágangi, líka so væl sum vit læra tey at busta tenn, ella læra teg at ferðast í ferðsluni.
Vit mugu læra tey, at tey ongantíð hava skuldina av at ein vaksin ger seg inn á tey, um tað so er kynsligur ágangur, harðskapur ella okkurt heilt annað.
Eitt barn eigur ONGANTIÐ skuldina!

Kann man tað. Kann man upplýsa børn um sovorið ?? Ja, man kann, um tað verður gjørt á ein hátt, ið barnið megnar at fata!

Men hvat so við teimum børnunum, sum eru vaksin í dag og sum ikki fingu hjálp tá tey vóru børn, kunnu vit hjálpa teimum??
Ja, vit kunnu.
Vit kunnu møta teimum, lurta eftir teimum og royna at skilja teirra støðu. Hjálpa teimum soleiðis at tey skilja , at skuldin ikki liggur hjá teimum , men at skuldina eigur tann, ið framdi illgerðina. Hjálpa teimum so tey fáa slept tungu byrðuni tey hava borið í nogv ár, soleiðis at tey kunnu liva frí og fáa eitt virðiligt lív.

Kynsligur ágangur skal ikki tigast burtur, men tosast burtur!
Vit eru noydd til at seta meira fokus á stóra trupuleikan.
Vit mugu áhaldandi kunna og upplýsa um trupla og “ tabuiseraða” evnið, sum kynsligur ágangur er.

Tí, tað vit tosa um, tað kunnu vit gera nakað við!

At gerast sjónligur- Hvat hendir so?

 

Nøkur koma hartil, har tey gera seg sjálvan sjónligan og við at arbeiða hart við sær sjálvum, gerast tey klár til at standa fram og siga sína søgu.
Men hvat hendir so? Ógvuliga ofta hendir einki. Eingin sær, eingin hoyrir og eingin skilir.
” Tað er ræðuligt” siga tey og skunda sær víðari ella byrja at tosa um okkurt annað og minni farligt. Júst tað , ein var so bangin fyri. Familjan er kanska longu burtur, tí tey trúgva einum ikki og kunnu ikki fyrihalda seg til so stórar trupuleikar.
Vinir eru kanska eisini burtur. Sosiala skipanin skilir sum oftast slett ikki og tíverri er hugburðurin ofta tann, at tá hatta er fortíð, so snýr tað bert um at taka seg saman og koma víðari.
Incest og kynsligur ágangur verður ikki sæddur sum nakað skaðiligt ella nakað, ið burdi ávirka arbeiðsevnini.
Hesar kollektivu burturskotranir eru at finna allastaðni í samfelagnum. Ein kann kenna seg sera einsamallan í tilgongdini til at gerast sjónligur.

Man kann so spyrja , hvør vinningurin er av at sjónligera seg sjálvan?
Vinningurin er, at ein bert kann liva, um ein er sjónligur, bæði fyri sær sjálvum og fyri øðrum.
Ein kann vera til sum ósjónligur , men tá er mótstríð millum tað uttara og tað innara lívið, ið oftast er fylt við angist, depressión, einsemi v.m og tað er ikki eitt gott lív.
Einans við at vera sjónligur, sum ein heilur persónur, ber til at hava eitt gott og nøktandi lív.
Fyri at tað kann bera til, má tað vera ein umheimur, ið torir at síggja, hoyra og viðurkenna, so ein ikki longur hevur fyri neyðini at goyma seg burtur.

Incest skal tosast burtur, ikki tigast burtur

Tað er torført at gerast sjónligur, tí….

Tað er torført at gerast  sjónligur, tí….

1: Skuldarkensla og skomm eru tengd at kynsligum ágangi. Tað má ikki koma fram tí so vita øll hvussu ein veruliga er!

2: Ein ræðist avvísing og burturkveistran frá umheiminum. Tað er ikki uttan grund, tí nógv vita ikki hvussu ein skal reagera, um tey fáa slíkar upplýsingar og so kennist tað sum ein ræðulig avvísing og ein kennir seg skeivan

3: Um ein skal vera sjónligur, so krevur tað at ein er í sambandi við ein umheim, ið sær. Ein kann ikki vera sjónligur fyri einum blindum.

4: Ein veit ikki hvussu ein skal gera. Ein roynir og roynir men trupuleikin er altíð tann sami. Skal ein fara upp á húsatekjuna og rópa hart fyri at blíva hoyrdur og skiltur? Hvad nú, um ein fortelur og avslørar innastu loyndarmálini og fólk so venda sær burtur og vamlast?

5: Hvat um ein avslørar djúpasta loynidómin og fólk so siga : ” Nei tað kann ikki passa. Eg havi kent familju tína og soleiðis var hann/hon í hvørt fall ikki”

6: Ein setir seg uttanfyri vanligar sosialar normar, tá ein sigur frá “tílíkum” og ger seg sjálvan ” ikki vanligan”- og tað er ein stórur skrekkur. Flest øll eru so bangin fyri at vera ” ikki vanlig” og vandi er fyri at gera seg sjálvan til eitt offur og samstundis óttast fyri at vera viðfarin annaleiðis.

7: Vandi er fyri at blíva útstoyttur av familjuni, um loyndarmálið kemur út og oftast er tað tann sum hevur verið fyri ágangi, ið verður útilokaður og illtonktur

8: Trupuleikarnir gerast eisini sjónligir fyri einum sjálvum, tá ein sigur frá. Ein gert sárliga tilvitaður um, at tað veruliga er sætt. At tað sum er hent, er eins egni veruleiki, sum ein má liva við. Tað er ógvuliga hart at seta orð á nakað , ið øll eru so bangin fyri og tað eru so nógvar svárar kenslur í fylgja við at gerast sjónligur.

Men at liva sum ósjónligur er eitt Helviti.

Tí hvør er ein um ein er ósjónligur ? Er ein yvirhøvur nakar ?

 

Sjónlig/ósjónlig- Tann ungi

Tann ungi
Gjøgnum ungdómsárini royna nøkur framhaldandi at tillaga seg og royna at vera ósjónlig, fyri at sleppa undan áganginum ella álopum frá umhvørvinum. Ræðslan er stór og sjálvsálitið er burtur.
Onnur royna at berjast fyri at blíva sjónlig. Berjast fyri at blíva sædd, hoyrd og skilt . Nøkur gerast víðgongd og gerast ógvuliga sjónlig fyri umheiminum, men føla seg allikavæl ósjónlig. Tí enn er eingin , ið sær, hoyrir ella skilir hvat liggur aftanfyri tann víðgongda atburð, sum er eitt skríggj um hjálp.
Ein kann skríggja eftir hjálp á ymiskan hátt:
Ein kann skera seg, svølta seg, gerast kynsliga ósiðiligur, prostituera seg, isolera seg, gerast kriminellur, gerast rúsmisnýtari, gerast sálarliga og ella kropsliga sjúkur. Møguleikarnir eru óteljandi, men samfelagi krevur og væntar at tann ungi skal laga seg til verandi samfelag, tiga og bera Seg pent at. Just so sum tað var, tá ein var barn.
Regulera sin atburð- tilpassa seg- normalisera seg, men eingin setir sjóneykuna á grundina til allar trupuleikarnar.
Ein er enn ósjónligur, líka mikið hvussu hart ein roynir at skríggja. Enn er eingin, ið skilir.

Eingin hoyrir tey tigandi skríggini!

Sjónlig/ósjónlig – Barnið

Í staðin fyri at skriva egnan blogg, havi eg valt, við samtykki frá rithøvundanum, at umseta eina grein, ið bleiv skriva til Synlighedsdagen í 2008.
Skrevet til Synlighedsdagen i Kbh. sept. 2008 af Anne Christensen
©Synlighedsdagen
Greinin lýsir sera væl støðuna hjá menniskjum, ið stríðast við seinárinum av kynsligum ágangi.
Greinin er long og tí fari eg at skriva hana í pørtum.

Sjónlig/ósjónlig
Barnið
Tá eitt barn verður kynsliga misbrúkt, gert tað ósjónligt. Tað er ikki til staðar.
Eitt er, at tað “hvørvur” ímeðan ágangurin hendir og harvið missir seg sjálvan burtur, tí hendingin er so ógvuslig.
Eitt annað er, at undir áganginum, verður barnið gjørt til eitt objekt og tí sum persónur gjørt ósjónligt.
Eitt triðja er, at í dagligdegnum gert barnið somuleiðis ósjónligur.
Tí, grundað á ágangin, hevur barnið tað ikki gott. Eingin sær nakað, eingin hoyrir nakað, eingin tekur sær av nøkrum, eingin skilir nakað og eingin tosar um tað, ið fyllir alt í lívinum hjá barninum.
Barnið lærir at lata vera við at vísa sínar kenslur, sín tørv og síni mørk, tí eingin sýnist at fata nakað.
Barnið lærir at vera fitt og at gera sum tey vaksnu ynskja, fyri at tey skulu dáma ein.
Ein skal lata vera við at skapa trupuleikar fyri tey vaksnu, trupuleikar, sum tey ikki megna at handfara.
Soleiðis kann ágangurin halda fram, uttan at barnið, at síggja til, reagerar.
Soleiðis “yvirtilpassa” nøkur børn seg og mennast í staðin til ” trupuleikabørn”, ið gerast ógvuliga sjónlig og reagera ógvusliga í ymiskum støðum.
Men felags fyri øll er, at eingin sær barnið og eingin skilir hvat liggur aftanfyri hendan óhóskandi atburð hjá barninum.
Trupuleikarnir hjá barninum eru ósjónligir og av ymiskum grundum, kann barnið ikki seta orð á tað sum hendir.
Harvið er barnið gjørt ósjónligt – og at vera ósjónligur er nærum tað sama sum ikki at vera til.
Tað kann fáa ræðuligar avleiðingar, um kynsligur ágangur er ósjónligur og ikki er ein partur av veruleikanum í samfelagnun.
Barnið kann byrja at yvast í um ágangurin veruliga hendi. Ella var tað bert ein óhugnaligur dreymur ella nakað barnið ímyndaði sær?
Sjálvur ágangurin gert nú ósjónligur, tí hann verður tagdur burtur. Tað vit ikki tosa um, tað er ikki til.
Tá nú tað, ið vit ikki tosa um og tað sum eingin sær, er tað sum fyllir allarmest i lívinum, byrjar óveruleikin at breiða seg innaní. Barnið kann enntá sjálvt byrja at ivast í síni egnu veruleikafatan og veruleikasansi.
Eins egni veruleikið er ósjónligur fyri umheimunum. Ergo er ein sjálvur eisini ósjónligur.

Er KRIS sekteriskt?

Nakrar ferðir havi eg hoyrt frá fólki, ið IKKI kenna nógv til KRIS, at tað virkar so sekteriskt.

Men hvat merkir tað, at vera sekteriskt?

Eg fór inn á Sprotin.fo at leita eftir orðinum og har stendur:

“sertrúar-, sekteriskur; menigheden har et s. præg samkoman hevur sekteriskan dám; sekteriske meninger einvísar (el. sekteriskar) hugsanir”

KRIS er alt annað enn sekteriskt. KRIS er ein hjálparfelagsskapur, ið er óheftur, bæði politiskt og átrúnaðarliga, og her eru øll vælkomin at søkja sær hjálp.

Samstundis kann eg fylgja teimum, ið siga so….. til eitt vist. Teimum, sum ongantíð hava verið inni hjá KRIS ella tosa við tey, sum arbeiða har.

Tí – tá, ella um tú møtir einum persóni, ið hevur verið so langt niðri av kynsligum ágangi, so tyngdur av seinárinum og sum eftir so nógv ár, endiliga hevur funnið eitt stað sum m.a KRIS, har ein verður møttur, har ein verður hoyrdur og sæddur, har tey skilja støðuna hjá viðkomandi og viðkomandi so samstundis merkir, at hann/hon fær tað betri fyri hvørjaferð hann/hon sleppur av við eitt sindur av byrðuni, so er kanska ikki so løgið, at hesin persónur, á ein ella annan hátt “lovprísar” ( um eg kann siga so ) teimum, sum hava hjálpt.

KRIS er “oyrað”, sum lurtar. KRIS skilir støðuna. KRIS kann veita terapi. KRIS kann ikki taka burtur hesa illgerð, men KRIS kann hjálpa soleiðis, at persónurin lærir at liva við tí sum hent er og ikki í tí sum hent er.

Er tað kanska hendan ovurstóra gleðin av at vera hjálptur, ið far fólk at hugsa um KRIS sum sekteriskt? Kanska er tað tað !

 

 

 

Heldur tú, hon dyrkar tað?

Kann eg spyrja teg nakað ?” spurdi Sonja meg, ein dagin eg møtti henni.

“Ja endiliga. Eg svari, um eg kann ella fái ”, sigi eg við hana.

Sonja sigur víðari:

Ein dama í bygdini, har eg eri frá, varð í nógv ár misbrúkt sum barn av sínum egna pápa. Hon kom út við síni óhugnaligu søgu um, hvussu hon gjøgnum nógv ár varð noydd at gera ymiskt við pápa sín, og hann við hana. Søgan er so kompleks og sjálvandi skilir henda lítla gentan hvørki eitt ella annað av tí, sum fyrigongur.

Spurningurin fra Sonju:

Hendan gentan, sum er vaksin dama í dag, er ofta á Facebook og fortelur um sína lagnu sum barn. Ikki bara á Facebook, men eisini manna millum. Heldur tu ikki, at tað er for nógv av tí góða? Er tað ikki skaðiligt fyri hana? Heldur tú, hon dyrkar tað nu?

“Hvat heldur tú sjálv ?” spyrji eg Sonju.

Hugsa um hetta var tú? Nú eftir so nógv ár og enduliga torir hon at siga tað, sum pápi hennara gjørdi, og tey trúðu henni. Tað er ikki henni, tað er galið við. Men hann, sum oyðileygði hennara lív, sína egnu dóttur. Nei, Sonja, lat hesa damuna fáa loyvi at snakka so nógv, hon vil. Hon sum er / var stýrd av pápan sínum, sum misbrúkti hana so dyggiliga.

Sonja hyggur upp á meg og sigur so:

“ JA. Ein loystur trælur