TÍÐINDI
09-11-2018
Hagtøl yvir áheitanir til KRIS
Eins og undanfarin ár, hevur KRIS samla hatøl fyri 2017. Hagtølini vísa yvirlit yvir samlaðar áheitanir fyri árið, býti millum kyn og aldur og áheitanir um tað er 1.ferð ella annað. Niðastu myndirnar vísa samaberingar millum 2015, 2016 og 2017
11-10-2018
Altjóða sálarheilsudagurin
Altjóða Sálarheilsudagurin var  10.10.18. Tað var Sinnisbati, ið skipaði fyri degnum, ið varð hildin á Østrøm. Kris lutók aftur í ár, bæði við hugnaligum bási og við áhugaverdari og rørandi framløgu frá forkvinnuni í Kris , Beintu M Pedersen. Beinta segði frá lívi sínum við kynsligum ágangi í barnaárunum og seinárinum av kynsligum ágangi. Nógv … Læs videre "Tíðindi"
16-09-2018
Kris og Neistin
Bestu deildinar hjá Neistanum spæla aftur í ár við KRIS á búnanum .
07-09-2018
Takkarskriv
Vit ynskja av hjarta at takka tykkum mongu, sum stuðlaðu okkum til landsinnsavnanina 25 august. Takk fyri reiðan pening, uppringing til 90 nr, sms og flytingum í bankan. Inn komu 186.479 Kr , og fer hann óskerdur til hús okkara á Toftum, sum skal verða karmur um vaksandi virksemi hjá felagskapinum. KRIS bjóðar ókeypis ráðgeving … Læs videre "Tíðindi"
01-08-2018
Landsinnsavnan 25. august 2018
Leygardagin 25. august verður okkara árliga landsinnsavnan. Vit hava ognað okkum nýggj hølir á Toftum, har vit skulu húsast framyvir. Umvælingar eru enn í gongd, og tí fer allur peningurin, ið kemur inn, óskerdur til húsini. Nýggju hølini geva okkum munandi betur umstøður til at bjóða ókeypis ráðgeving og hjálp til tey, ið hava verið … Læs videre "Tíðindi"
04-07-2018
Fyribyrgjandi undirvísing
TÍÐINDAGREIN Týskvøldið tann 12. juni var undirvísing fyri 55 námsfrøðingum/hjálparfólki á dagstovnunum í Sunda kommunu. Dirvi til at síggja – tryggleika til at handla.  Tað eru Sigvør Gregersen, námsfrøðingur og Malan Kjærbo, sosialráðgevi, sum – vegna KRIS – bjóða seg fram til at undirvísa fakfólki í at tola at hoyra tað, ið barnið sigur og … Læs videre "Tíðindi"
22-06-2018
Heftini eru nú eisini teldutøk
Heftini, ið KRIS hevur føroyska, eru nú eisini teldutøk. Til ber at lesa, ella taka niður Her
11-06-2018
KRIS HEVUR FØROYSKAÐ TVEY HEFTI UM KYNSLIGAN ÁGANG OG GEVUR ÚT NÚ
KRIS Føroyar ,  fyribyrging – kunning – undirvísing                                 Í samstarvi við Red Barnet í Danmark, ið hevur tikið stig til at geva út fýra hefti um kynsligan ágang móti børnum, hevur KRIS umsett tvey tey fyrstu heftini til Føroyskt. … Læs videre "Tíðindi"
30-05-2018
Hvalvíkar/Streymnesar Róðrarfelag og KRIS
Hvalvíkar/Streymnesar Róðrarfelag hevur aftur í ár valt at stuðla felagsskapinum KRIS í arbeiðir við fólki sum hava seinárin av kynsligum ágangi. Vit eru sera takksom fyri at tey á hendan hátt varpa ljós á evnið.
22-05-2018
Intersport summer cup
Samstarv við Kris Føroyar! Fyrr í ár hava vit gjørt eina samstarvs avtalu við felagsskapin KRIS, har vit koma at hjálpa at kunna um arbeiðið hjá felagsskapinum. – Vit ynskja at vera við til at seta ljós á tað stóra og týdningarmikla arbeiðið, ið KRIS ger, sigur Andrass Thomsen høvuðsfyriskipari. Sum partur av samstarvinum, so … Læs videre "Tíðindi"
16-05-2018
Landsinnsavnan 2018
14-05-2018
Góðu Suðuroyingar !
Vit hjá KRIS ynskja at takka tykkum øllum fyri sera góða móttøku í sambandi við okkara átaki Tøgnin er Brotin í Saltsiloini leygarkvøldið 12. mai. Takk til Steingrím Niclasen og starvsfólkini í Saltsiloini. Vit ynskja eisini at takka tónleikarunum, Hotel Bakkanum í Vági, gistingarhúsinum í Miðbrekkuni og síðst men ikki minst tykkum, sum góvu tykkum … Læs videre "Tíðindi"
10-05-2018
Varpa ljós á kynsligan ágang
Hilmar Jan Hansen hevði í fyrrapartssendingini, Sjóðteim á Rás2, har hann prátaði við Bodil Simonsen, Joan Højgaard og Beintu M. Petersen um kynsliga misnýtslu. Beinta er forkvinna í KRIS og Bodil og Joan greiddu frá um kynsliga misnýtslu. Talan gjørdist um eitt opið, bersøgið, men neyðugt prát um eitt evnið, ið samfelagið má og skal … Læs videre "Tíðindi"
01-05-2018
Átak – Stuðulsgrunnurin hjá KRIS
Stuðulsgrunnurin hjá KRIS fer at hava konsert í Saltsiloini á Tvøroyri leygarkvøldið 12. Mei kl. 19.00. Átakið Tøgnin er brotin Átakið Tøgnin er brotin, fer at snúgva seg um, at 2 kvinnur siga frá um kynsliga ágangin, tær hava upplivað í barnaárunum. Onnur kvinnan greiðir frá um tá hon varð misbrúkt av pápa sínum, meðan … Læs videre "Tíðindi"
03-04-2018
KRIS blaðið
Í juli 2017 gav KRIS út eitt kunningarblað, ið varð latið í hvørt hús í Føroyum. Um onkur er, ið  ikki hevur fingið blaðið, so ber til at lesa tað: Her: KRIS blaðið  
25-04-2018
Stuðulskonsert
Leygarkvøldið 12 maj kl 19 , verður eitt stuðulstiltak í Saltsiloini á Tvøroyri. Stuðuls-grunnurin hjá KRIS skipar fyri. Atgongumerki á kr 150 kunnu keypast við dyrnar.
06-03-2018
Hví gongur so long tíð áðrenn sagt verður frá kynsligum ágang?
Í miðal ganga minst 17 ár frá tí at eitt barn hevur verið fyri kynsligum ágangi, til viðkomandi sigur frá. Hetta vísir ein kanning í psykologtidsskriftet.no Orsøkin til hesa longu tilgerðartíð eru mangar og torgreiddar. Í hesi grein verður víst á grundir, sum ótti fyri at eingin fór at trúgva teimum, skuldarkensla, at tey høvdu … Læs videre "Tíðindi"
26-02-2018
Aðalfundur
10-04-2018
Betri deildin hjá B36 stuðlar KRIS
Eins og seinasta kappingarár gleðast vit um, at ítrótturin er við til at varpa ljós á bannhalgaða evnið, kynsligur ágangur. Hetta kappingarárið hevur fótbóltsfelagið B36 valt at stuðla KRIS, við at besta lið teirra spæla við KRIS merkinum á ermuni.
22-02-2018
KYNSLIGUR ÁGANGUR Á BREDDANUM – TÍÐINDASKRIV FRÁ KRIS
KRIS er ein hjálparfelagsskapur, sum hevur til endamáls geva tí kynsliga misnýtta vegleiðing og hjálp, og at upplýsa um kynsligan ágang. KRIS hjálpir og stuðlar ungum og vaksnum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, og næstringum teirra. KRIS upplýsir um kynsligan ágang og um fyribyrging ímóti kynsligum ágangi, og arbeiðir málrættað við at gera tey, … Læs videre "Tíðindi"
14-02-2018
Kynsligur ágangur á talgildum miðlum
Hvussu tosa vit við børn og ung um kynsligan ágang á talgildum miðlum? Red Barnet arbeiðir áhaldandi við at forða fyri harðskapi og kynsligum ágangi á børn og ung. Tá talan er um kynsligan ágang, er hetta eitt økið, ið er sera tabuiserað og ofta vita børn og ung ikki sjálvi at tað, tey hava … Læs videre "Tíðindi"
12-02-2018
Fyrningarfreist strikað í Danmark
Fyrningarfreistin fyri kynsligan ágang á børn og ung er nú strikað í Danmark. Fólkatingið hevur samtykt eitt lógaruppskot frá Justitsministeriet um at strika fyrningarfreistina í málum um kynsligan ágang. Lógin kemur í gildið 1.april 2018. Tó eru avmarkingar í lógini um mál, ið longu eru fyrnað. Vísandi til §6, er lógin tó ikki galdandi fyri … Læs videre "Tíðindi"
01-02-2018
KRIS umboðað á temakvødinum 30.jan
Á triðja og seinasta temakvøldinum um pedofili, ið Bituff  skipaði fyri í Skótahúsinum við Løkin í Runavík tann 30.jan, tosaði Gvøðbjørg West frá KRIS um hvussu lívið kann vera eftir kynsligan ágang? Hetta kvøldið tosaði eisini Turið Horn um, hvat tað ger við familjuna og um hvønn tørv ein hevur ,sum familja, eftir avdúking av … Læs videre "Tíðindi"
09-01-2018
Tað er ongantíð ov seint
     
19-12-2017
Jólaheilsan
Eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum á ymiskan hátt hava stuðlað okkum í hesum hendingaríka ári sum brátt er farið. Árið 2017 hevur verið sera hendingarríkt hjá KRIS. Nógv er hent og nógv er eftir at gera. Vit takka fyri gott samstarv og fara vit við treysti undir nýggju uppgávurnar í komandi ári. Gleðilig … Læs videre "Tíðindi"
15-12-2017
Loyndarmálið – teknifilmur til børn um góð og ring loyndarmál
SMISO Hordaland hevur, saman við Raindog Studio, og við stuðli frá Helsedirektoratet framleitt ein teknifilm til børn, um góð og ring loyndarmál. Filmurin eitur Loyndarmálið. SMISO- Senter mot incest og seksuelle overgrep, er ein miðstøð fyri ung, kvinnur og menn, ið hava verið fyri kynsligum ágangi. www.smiso-hordaland.no Sí filmin Her
12-12-2017
Takkarskriv
Stuðulsgrunnurin fyri KRIS ynskir við hesum skrivi, at koma við eini hjartans tøkk til tykkum øll, ið hava stuðlað. Inn komu tils. Kr. 199.000,00 Peningurin fer til at gera ábøtur á hús, sum stuðulsgrunnurin, við eini stuðulsavtalu,hevur keypt frá Bank Nordik. Talan er um fyrrverandi bankabygningin á Toftum. Túsund takk til tykkara, sum vóru úti … Læs videre "Tíðindi"
30-11-2017
Enn ber til at stuðla KRIS
Um tú ikki fekst høvið at stuðla til landsinnsavnanina, ið stuðulsgrunnurin hjà KRIS skipaði fyri tann 25.nov, ber enn til at stuðla, við at flyta pening inn á kontonr: 6460 5738883- Bank Nordik
17-11-2017
Jólamerkjagrunnurin letur KRIS kr. 200.000
Jólamerkjagrunnurin hevur til endamáls at býta út ágóðan av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út á hvørjum ári. Grunnurin stuðlar samfelagsgagnligum verkætlanum fyri børn og ung. Í ár hevur KRIS fingið stuðul áljóðandi kr. 200.000. Hvørja ferð tú keypir jólamerki frá Posta, fer vinningurin til Jólamerkjagrunnin, sum letur stuðul til verkætlanir fyri børn og … Læs videre "Tíðindi"
23-10-2017
Landsinnsavning 2017
  Árliga landsinnsavningin hjá KRIS verður leygardagin 25.nov 2017 Okkum tørvar fólk at hjálpa . Verð Vælkomin at ringja á tlf nr 504701 ella við at senda eini boð.  
09-10-2017
Altjóða Sálarheilsudagur 2017
Týsdagin 10. Oktober verður Altjóða Sálarheilsudagurin hátíðarhildin í Öström í Tórshavn. Altjóða Sálarheilsudagurin er eitt afturvendandi tiltak, sum verður hildið kring allan heim 10. Oktober á hvørjum ári. Tiltakið er frá kl 13 til kl 20 KRIS fer at hava bás, har vit fara at kunna um okkara arbeiðið og høvi verður at seta okkum … Læs videre "Tíðindi"
28-09-2017
Takkarskriv
  Av hjarta takk fyri allan stuðul KRIS hevur við sínum arbeiði innan seinárin av kynsligum ágangi, verið við til at Føroya fólk meira og meira eru tilvitað um avbjóðingarnar hesi menniskju liva í og tí eru vorðin meira viðurkend í samfelagnum. Takk fyri tað ! Í døgunum 17. til 21. august hevði KRIS vitjan … Læs videre "Tíðindi"
06-09-2017
Hagtøl yvir áheitanir til KRIS frá mai 2013 til juli 2016
23-08-2017
Sig Nei!
Sig Nei! – Eitt átak ímóti netbornum kynsligum tvingsli av børnum EUROPOLtube: filmur Her  
22-08-2017
Ferðafrásøgn frá Utsatt-mann
  Eventyrlandet: Vilt-Vått-Vakkert Utsatte menn på motorsykler besøkte Færøyene Da bikergruppa med utsatte menn kryssa det fantastiske landskapet på Færøyene, på lånte motorsykler, var det med en uvirkelig og stolt følelse jeg red på en flott HD Road King. Jeg følte meg nesten som en deltaker i Ringenes Herre. Dype dalfører med strie elvefar, durende … Læs videre "Tíðindi"
16-08-2017
KRIS vitjan úr Noregi
MC-bólkurin, sum koyrdi runt í Noregi í 2016, fyri at seta sjóneykuna á menn og dreingir, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, koma nú til Føroya. Tann 17. august fáa vit vitjan av 4 monnum úr Bergen og fara teir av stað aftur tann 21. august. Hesir menninir eru ein partur av “Utsatt-mann” í Noregi. … Læs videre "Tíðindi"
01-08-2017
Utsattmann.no
Frá FB síðuni hjà Utsattmann.no UTSATTE MENN BIKER PÅ FÆRØYENE MC-gruppa, som dro Norge på langs i 2016 for å synliggjøre utsatte gutter og menn, kjører denne sommeren motorsykkel på Færøyene. Vi gleder oss til å besøke øyriket langt ute i havet og til å dele av våre erfaringer. Kris Føroyar Den enorme positiviteten og … Læs videre "Tíðindi"
26-06-2017
BankNordik stuðlar arbeiðinum hjá KRIS
Tørvurin og ynskið, sum KRIS í Føroyum í mong ár hevur havt um eitt veristað, er vorðin veruleiki, nú KRIS og BankNordik hava undirskrivað eina trý-ára stuðulsavtalu, ið m.a. fevnir um keyp av fyrrverandi bankabygninginum á Toftum. Starvsfólk og sjálvboðin hava lagt eitt stórt arbeiði í, at hetta skal gerast veruleiki, og tey hava savnað … Læs videre "Tíðindi"
04-06-2017
Ráðstevna í Noregi
KRIS við á landsráðstevnu í Noregi um evnið: “Kynsligur ágangur á netinum”. Mánadagin, tann 29. mai fóru umboð frá felagsskapinum KRIS á vitjan í Noregi. Komin til Noregs, vórðu vit boðin til SMISO. Hetta er styttingin fyri “Støttesenter mot incest og seksuelle overgrep”. Hetta sentrið liggur í Bergen. Vit fylgdu teirra arbeiði ein heilan arbeiðsdag, … Læs videre "Tíðindi"
18-05-2017
Hvessingur og KRIS
Hvalvíkar/ Streymnesar róðrarfelag stuðlar KRIS hettar kappingarárið. Manningin á “Hvessingi” hevur KRIS á teirra draktum. Vit takka róðrarfelagnum og manningini fyri stuðulin
08-04-2017
Eg vil hava lívið aftur
Tað sigur 48 ára gamli Jan Rein úr Havn, sum nú fyrstu ferð alment sigur sína søgu um kynsliga misnýtslu. Sendingin er frá 07.04.2014 Hoyr samrøðuna : Her
30-03-2017
Fyrilestrar á skúlanum á Skúlatrøð
Í sambandi við at KRIS, í døgunum 1. til 5. mai,  hevur vitjan úr Danmark av Helle Borrowman og Jan Poulsen, skipar stuðulsgrunnurin hjá KRIS fyri kunnandi tiltaki, við fyrilestrum, á skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík, mikudagin 3.mai kl.19 Helle Borrowman er forkvinna í Landsforeningen Spor, ið er ein felagsskapur fyri vaksin fólk við seinárinum … Læs videre "Tíðindi"
30-03-2017
Sig frá!
Sjónbandasamrøða við Beintu M Pedersen, forkvinnu í KRIS. Gjørd i samband við verkætlan, um kynsligan ágang, hjá næmingum úr felagsskúlanum á Oyrabakka Sí samrøðu her Her    
21-03-2017
Caféfundur verður hósdagin 23.mars
Kynsligur ágangur, seinárin og rúsmisnýtsla Nakrir persónar, við seinárinum av kynsligum ágangi, royna at doyva pínuna við rúsdrekka ella øðrum rúsandi evnum. Hetta misbrúk, sum verður ein háttur at handfara eina traumatiska uppliving, kann síðani føra til aðrar óhepnar avleiðingar. Persóninum tørvar hjálp til at sleppa burtur úr hesum misbrúki, men um misbrúkið ikki verður … Læs videre "Tíðindi"
21-03-2017
Tíðindaskriv frá Glasir, Marknagil
Stuðulscafé Næmingarnir á Glasir, Marknagil, hava í ár samlað pening inn til felagsskapin KRIS, ið veitir teimum, ið hava verið út fyri kynsligum ágangi, og næstum teirra, hjálp. Ímeðan næmingarnir á Glasi, Hoydalar, hava samlað inn til teirra Bolivia hjálp í mong ár, høvdu næmingarnir á Glasi, Marknagil, størri áhuga í, at pengarnir skuldu fara … Læs videre "Tíðindi"
20-03-2017
Lýsingarátak um kynsligan ágang
15-03-2017
KRIS eisini sjónlig í fótbóltinum
So er felagsskapurin KRIS eisini sjónligur í fótbóltinum og hetta fegnast vit um. Við vøllin í Sarpugerði, har føroyameistararnir 2016,  Víkingur, leikar sínar heimadystir, hava vit nú eina  bandalýsing. Og nýstovnaða felagsliðið úr Suðuroy, spæla í blusum, har okkara lýsing er á.  
01-03-2017
Havnar bóltfelag varpar ljós á kynsligan ágang móti børnum
Táið tað hendir, sum ikki má henda Havnar bóltfelag varpar ljós á kynsligan ágang móti børnum, við einum kunningartiltakið í HB húsinum, hósdagin 2.mars 2017, kl. 19:00.  Tiltakið er ætlað foreldrum og annars øllum, ið hava við børn at gera. Umboð fyri KRIS hava framløgu og nakað av tí, ið verður tikið fram er: –          … Læs videre "Tíðindi"
15-02-2017
RöddinLive: Harðskapur og kynsligur ágangur
“Eg skuldi havt runnið avstað, ella sagt tað tá. Men eg kom ikki út við tí fyrr enn nógv ár aftaná.” Hendan sendingin er um harðskap í parløgum og kynsligan ágang. Vit eru til filmin 50 Shades of Gray og tosa um hvussu filmin. Vit tosa við Gvøðni Vest, sum er ein av stovnarunum av … Læs videre "Tíðindi"
15-02-2017
Ókeypis viðgerð hjá sálarfrøðingi, fyri seinárin av kynsligum ágangi
Almannamálaráðið hevur, í samstarvi við Felagið føroyskir sálarfrøðingar, skipað eitt viðgerðartilboð til teirra, sum stríðast við seinárin av kynsligum ágangi, tá tey vóru børn Viðgerðartilboðið er skipað sambært Heildarætlan um kynsligan ágang, sum Almannamálaráðið umsitur. Viðgerðartilboðið, er ókeypis og er fyri øll vaksin fólk, sum hava trupulleikar av seinárinum, tí tey vóru fyri kynsligum ágangi, … Læs videre "Tíðindi"
14-02-2017
Felagsskapurin KRIS leitar eftir húsum
Sum vit hava skrivað fyrr, so ynskir KRIS eitt tilhaldsstað, har fólk við seinárinum av kynsligum ágangi og teirra avvarðandi, kunnu vera og fáa tað hjálp og umsorgan, tey hava tørv á. Vit virka í dag í leigaðum hølum, sum eru sera góð til virksemið, sum er í dag, men ynskja nú okkara egna hús. Tí  … Læs videre "Tíðindi"
06-02-2017
Hin dulda girndin/misnýtsla.
  “Tað er gott og neyðugt, at kristnar kirkjur og samkomur varpa ljós á duldar gøtur og døpur mein. Vit mega verja livandi lív og viðkvom børn. Vit mega lekja sár, ið bløða í likami, sál og sinni. Hin dulda girndin, trongdin ella sjúkan skaðar ómyndig, verjuleys og sakleys. Skaðin avlagar barnaárini, og vaknar aftur … Læs videre "Tíðindi"
03-02-2017
Stórfingin gáva frá Lions Club Tórshavn
2016 var seytjanda árið á rað, at Lions Club Tórshavn skipaði fyri listaframsýning á Ólavsøku. Ágóðin av framsýningini fer á hvørjum árið til eitt vælgerandi endamál og hesaferð var ágóðin latin felagsskapinum KRIS. Peningurin skuldi nýtast til at seta á stovn nýggja heimasíðu, har fólk, ið hava verið útsett fyri kynsligum ágangi og onnur, millum … Læs videre "Tíðindi"
02-02-2017
Neistin & KRIS
  Vit gleðast um, at eisini ítróttarfeløg ynskja at stuðla KRIS. Neistin stuðlar KRIS við at vísa okkara logo á spælarablusunum hjá bæði kvinnum og monnum. Les meira her:  http://www.neistin.fo/tidindi  
02-02-2017
HK Bussar stuðla KRIS
  Vit eru sera takksom fyri at HK Bussar stuðla KRIS. Ein stuðulsavtala er gjørd, har HK Bussar stuðla KRIS við kr 2500,- um mánaðan, í 2016 og 2017. Møguleiki er at leingja avtaluna, um partarnir eru samdir um tað.  
30-01-2017
Den færøske Julebazar stuðlar KRIS
  Tann 16.januar 2017 , høvdu vit vitjan av Gunhild V Michelsen, umboð fyri Den færøske Julebazar í Keypmannahavn, ið handaði KRIS eitt gávubræv, áljóðandi kr. 30.000. Tað er við stórum takksemi, at KRIS hevur móttikið hesa stóru gávu. “ Tann Føroyski Jólabazarurin er ein sjálvstøðug eind, ið er eitt samstarv millum Kvinnufelagið, Føroyahúsið, tey … Læs videre "Tíðindi"
30-01-2017
Seinárin av kynsligum ágangi og diagnosur.
Fitt av fólki hevði leita sær til Saltangará, tá KRIS, tann 18.01.17, bjóðaði til fyrilestur um Kynsligan ágang og diagnosur, sum Erling Fles, sálarfrøðingur hevði. Hann greiddi millum annað frá, hvussu kynsligur ágangur ávirkar menningina hjá barninum, bæði kropsliga, sálarliga og kensluliga og kom hann eisini inn á ymiskar diagnosur, ið menniskju kunnu fáa staðfestar, … Læs videre "Tíðindi"
16-12-2016
SKRIVA OKKUM EITT BRÆV
Fyri ein persón, ið hevur verið fyri kynsligum ágangi, kann ofta verða trupult at bróta tøgnina. Trupult at venda sær til onnur fyri at fáa hjálp. Fara tey at trúgva mær? Hvat skal eg siga ella spyrja um? Á nýggju heimasíðu okkara ber nú til at skriva til brævkassan undir dulnevni. Her ber til at … Læs videre "Tíðindi"
16-12-2016
Landsinnsavningin
Leygardagin 12.novembur skipaði stuðulsfelagið hjá KRIS fyri eini landsinnsavning, har fólk gingu hús úr húsið, fyri at savnað pening inn til eitt viðgerðarheim til fólk við seinárinum av kynsligum ágangi. Okkara fantastisku bússu-berarar, á konto og innringingar til 90 nr, góvu heili 309.862,00 kr. Vit takka av hjarta fyri stuðul.
16-12-2016
Vitjan úr Norra
Í døgunum 17. – 20.desember høvdu vit vitjan av 3 kvinnum frá SMISO í Norra. SMISO stendur fyri: Støttesenter mot incest og seksuelle overgrep. Linda Bakke er dagligur leiðari í “ Felleskapet mot seksuelle overgrep/ FMSO Rachel Vorre er dagligur leiðari í SMISO í Sør Trondelag, Trónheimi Grace Gjuvsland er dagligur leiðari í SMISO Hordaland, Bergen … Læs videre "Tíðindi"