16. august 2017

KRIS vitjan úr Noregi

MC-bólkurin, sum koyrdi runt í Noregi í 2016, fyri at seta sjóneykuna á menn og dreingir, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, koma nú til Føroya.

Tann 17. august fáa vit vitjan av 4 monnum úr Bergen og fara teir av stað aftur tann 21. august.
Hesir menninir eru ein partur av “Utsatt-mann” í Noregi. Teir greiða frá á teirra heimasíðu:
Utsattmann drives av menn som selv ble udsatt for seksuelle overgrep i barndommen.
Vi bekjemper seksuelle overgrep mot barn og bruker vår erfaring for å hjelpe andre gutter og menn, som har oplevd det samme. Vi er veivisere som går foran med lys i lykta og vil formidle at selv om livet har gått i stykker, så er det mulig å rejse seg igjen og få et godt liv. (Udsattmann.no).

Skrá fyri dagarnar

Hósdagur 17. august:
• Kl. 20.40 – norsku MC-bikararnir koma til Vágar frá Bergen. Føroysku bikararnir taka ímóti og norsku menninir lána súkklur frá føroysku bikarunum. Koyra inn á Hotel Runavík, har teir koma at búgva

Fríggjadagur 18 august :
• Kl 10.00 – morgunmatur hjá Kris, Heiðavegur 15, Saltangará saman við norsku og føroysku MC-bikarunum og miðlum

• Koyra til Havnar. Kl 13.30 tekur Bergunn Kass, forkvinna í Trivnaðarnevndini í Tórshavnar kommunu, ímóti og sigur nøkur orð

• kl 15.00 – norsku MC-bikararnir vitja arrestina í Mjørkadali, har teir fara at vísa fram dokumentarfilm, um teirra ferð frá Lindesnes til Nordkapp.

• kl 17.30 – KRIS bjóðar norsku MC- bikararnum eina máltíð

• kl 20.00 – norsku MC-bikararnir vitja Skjólið hjá Blákross, har teir fara at vísa fram dokumentarfilm, um teirra ferð frá Lindesnes til Nordkapp. Øll eru vælkomin

Leygardagur 19 august:

Sjómannadagurí Klaksvík
• kl 09.30 – borgarstjórin í Klaksvík tekur ímóti norsku og føroysku MC- bikararunum og bjóðar ábit

• Kl 15.00 – opið hús fyri norsku og føroysku bikarunum hjá Gvøðbjørg og Olaf

• Kl 17.00 – gongur leiðin til Eiðis til Frælsið, har kaffi verður bjóðað til norsku og føroysku MC- bikararnar

Sunnudagur 20 august:

• Kl 12 – ábit hjá Beintu og Flemming í Hvalvík, saman við norsku og føroysku MC- bikararunum
• kl 15 – Vesturkirkjan í Tórshavn. Norsku MC-bikararnir fara at vísa fram dokumentarfilm, um teirra ferð frá Lindesnes til Nordkapp. Øll eru vælkomin