KRIS bjóðar seg fram at undirvísa í fólkaskúlunum, upprunaliga 5. og 8. flokkunum, um rættin til egnan kropp. Undirvísingin tekur støði í barnarættindasáttmálanum, sum sigur, at børn skulu verjast móti øllum sløgum av kynsligari misnýtslu og kynsligum ágangi.
Endamálið við undirvísingini er :
• At næmingar læra og fáa vitan um teira rættindi – rættin til verju móti øllum slagi av harðskapi, misbrúki og misnýtslu.
• At næmingar læra at seta mørk, bæði í samband við seg sjálvan og við onnur.
• At næmingar læra at verja seg sjálvan og læra at siga frá.
Undirvíst verður í evnunum:
• Rættindi
• Kenslur
• Mørk
• Rættin til egnan kropp
Aftan á undirvísingina fáa børnini eitt skriv við heim til foreldrini, har tað stendur hvat undirvíst hevur verið í.