Táið tað hendir, sum ikki má henda
Havnar bóltfelag varpar ljós á kynsligan ágang móti børnum, við einum kunningartiltakið í HB húsinum, hósdagin 2.mars 2017, kl. 19:00.
Tiltakið er ætlað foreldrum og annars øllum, ið hava við børn at gera.
Umboð fyri KRIS hava framløgu og nakað av tí, ið verður tikið fram er:
– Hvat er kynsligur ágangur og hvørjar avleiðingar hevur tað fyri barnið
– Hvørji tekin, um lynsligan ágang, kunnu vísa seg?
– Hvar fer kynsligur ágangur fram?
– Hvat kunnu vit gera, fyri at fyribyrgja?
– Hvat gera vit tá/ um tað hendir