22. februar 2018

KYNSLIGUR ÁGANGUR Á BREDDANUM – TÍÐINDASKRIV FRÁ KRIS

KRIS er ein hjálparfelagsskapur, sum hevur til endamáls geva tí kynsliga misnýtta vegleiðing og hjálp, og at upplýsa um kynsligan ágang. KRIS hjálpir og stuðlar ungum og vaksnum, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, og næstringum teirra.
KRIS upplýsir um kynsligan ágang og um fyribyrging ímóti kynsligum ágangi, og arbeiðir málrættað við at gera tey, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, før fyri at liva eitt vanligt lív og geva teimum vónina aftur um eina betri framtíð
Upplýsingarátak í Grønlandi
Vit gleðast um, at ST og hjálpar felagsskapurin fyri børn, Unicef, varpa ljós á og eru farin undir eitt upplýsingar átak í Grønlandi, har málið er at bróta tøgnina um kynsligan ágang og at læra fólk at síggja tekin um ágang og seta orð á ágangin
Stúran er um støddina av kynsligum ágangi og fyri umsorganarsvíki hjá grønlendskum børnum.Hetta varð staðfest í september í fjør, tá Grønland, Føroyar og Danmark vóru til próvhoyring í Barnaráðnum hjá ST í Genéve, um hvussu tað gongur við at tryggja børnum teirra rættindir.
Í oktober í fjør almannakunngjørdi ráðið eina røð av niðurstøðum og viðmælum um, hvussu rættindi hjá børnunum kunnu verða betri tryggjaði – bæði í Danmark, Føroyum og Grønlandi
Upplýsingarátak í Føroyum
KRIS hevur arbeitt við seinárinum innan kynsligan ágang síðan ár 2000, og er nógv hent hesi árini. Tað eru nógv, sum hava brotið tøgnina og sagt frá um hvussu tey hava fingið hjálp frá KRIS.
Umleið 150 menniskju, yvir 18 ár, venda sær til okkara um árið. Hetta eru menniskju, sum stríðast við seinárin av kynsliga áganginum, sum tey hava verið fyri sum børn.
Vit eiga at hugsað um avleiðingarnar av hesum øgiligu gerðum, sum børnini hava verið fyri. Hesin ágangurin fevnir ikki bara um tann, sum er misbrúktur, men breiðir seg sum ringar í vatninum í alla familjuna og alt nærumhvørvið.
KRIS, arbeiðir málrættað móti eini 0-hugsjón. Tí halda vit, at tað er sera umráðandi at gera átøk, har sjóneykan verður sett á tey vaksnu, sum hava við børn at gera – bæði foreldur, fakfólk og onnur. Í hesum sambandi kunnu vit siga frá, at KRIS er í holtur við at umseta og geva út upplýsandi tilfar, sum skal latast til stovnar, felagsskapir og onnur, sum arbeiða við børnum. Eisini er okkara ynski, at kunna koma á stovnar, skúlar, felagsskapir og undirvísa í tí truplu handfaringini, tá tað ræður um evnið kynsligur ágangur.
Í samráð við SMISO Hordaland, hava vit nomið okkum kunnleika og førleika til at undirvísa yrkisfólki í fyribyrging av kynsligum ágangi. http://smiso-hordaland.no
Grein 19 í Barnarættindasáttmálanum:
1. Luttakaralondini skulu seta í verk øll hóskandi lóggávulig, fyrisitingarlig, samfelagslig og útbúgvingarlig tiltøk til at verja barnið fyri øllum sløgum av kropsligum ella sálarligum ágangi, skaða ella misnýtslu, vanrøkt ella vanrøknari viðferð, harðskapi ella úrnýtslu, m.a. kynsligari misnýtslu, meðan foreldrini, verjin ella onnur hava barnið undir hond.
2. Slík verndartiltøk eiga í hóskandi mun at fevna um munagóðar leiðreglur, eins væl og um at búgva til virkisætlanir, sum kunnu veita tann neyðuga stuðulin til barnið og til teirra, sum hava barnið undir hond, sum til onnur sløg av fyribyrgingum og eyðmerkingum, fráboðanum, tilvísingum, kanningum, viðgerðum og framhaldsviðgerðum av tilburðum av harðskapi ímóti børnum, sum greitt er frá omanfyri og um neyðugt til rættarsókn.

Kynsligur ágangur skal ongantíð góðtakast, og málið hjá okkum má vera, at í Føroyum skal eingin vera fyri kynsligum ágangi. Og fyri tey, sum hava verið fyri ágangi, eiga vit at gera alt, vit eru før fyri, til tess at bøta um árinini. Latið okkum sum land taka hetta álvarsmál upp. Latið okkum saman taka okkum betri av okkara børnum, ungu og vaksnu.