7. april 2020

Kjattráðgeving

KRIS kann nú eisini veita hjálp og ráðgeving umvegis kjattið á heimasíðu okkara www.kris.fo

Sum eina roynd byrja vit týsdagin 14.apríl. Kjattið er opið frá kl 10-12.

Okkara kjatt er til tín, sum hevur verið fyri kynsligum ágangi, fyri avvarðandi og til tykkum, sum eru stúrin um onkran.

Tú kemur at kjatta við sjálvbodnar ráðgevar,  sum hava breiða vitan um kynsligan ágang og seinárin og sum eru von við at tosa um trupul og viðkvom evni.

Tað er altíð tú, sum avgerð innihaldið í samtaluni og tú er 100% dulnevnd ella dulnevndur

Eins og alt annað virksemi hjá KRIS, eru galdandi somu reglur viðvikjandi tagnarskyldu.