3. august 2020

Bókaframløga hjá KRIS

Mikukvøldið tann 24. juni var bókaframløga hjá KRIS á Toftum. KRIS, sum hevur til endamáls at geva menniskjum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi vegleiðing og hjálp, at upplýsa um kynsligan ágang og fyribyrging ímóti kynsligum ágangi, hevur føroyskað tvær norskar bøkur: “Filokus og Blámaður-Klámaður” og “Høgguslokkurin”. Øll kunnu lesa bøkurnar, men tær eru sera viðkomandi í námsfrøðiligum høpi, t.d. á dagstovnum og í skúlum. Djóni Nolsøe Joensen, námsfrøðingur og Maria Hanusson Joensen, sálarfrøðingur, ummæltu bøkurnar á sjálvum degnum. “Filiokus og Blámaður-Klámaður”

Bókin “Filiokus og Blámaður-Klámaður” er ein myndabók um kynsligan ágang móti børnum. Rithøvundur er Marit Hoem Kvam. Hundurin Filiokus og ísbjørnin Blámaður-Klámaður skulu læra børnini um kynsligan ágang. Ein klassisk lýsing um, hvussu ein skemmari kann fara fram, heldur rithøvundurin. Hon vísir á at bókin, sum er ein søga við myndlýsingum, eisini er ein yrkisbók. Aftast í bókini er ein yrkisligur partur til tey vaksnu, sum lesa bókina fyri børnum. -Blámaður er ógvuliga stuttligur og fittur, og hann gevur Filiokusi góðgæti. So hendir tað, sum ikki má henda: Blámaður verður til Klámann. -Ætlanin við bókini er at geva vaksna lesaranum størri innlit í trupulleikan innan kynsligan ágang og uppskot um, hvat man kann gera og hvar man kann fara, um illgruni er um ágang.

Bókin “Høgguslokkurin” er ein myndabók um insest. Rithøvundur er Gro Dahle. Bókin handlar um gentuna Gullu og kjarnufamilju hennara. Gulla er sum gull, tí hon glitar og strálar, tá ið hon spælir við sínar djóraleikur. Longu á fyrstu síðu fáa mamman, pápin og beiggin djóraheiti frá Gullu. Gulla heldur at beiggin er ein apa, sum dámar væl at fjolla og fáa Gullu at flenna. Gulla strálar eisini á myndunum, tá ið beiggin er apan. Mamman fær fleiri heiti – hon er ein hara, høna, bjørn ella bara mammudjórið, sum Gulla letur til. Pápan kallar hon ein struts. Ein fantastisk bók!! Bókin um Apuna, sum verður til ein Høgguslokk, er sanniliga verd at lesa fyri bæði smáum og stórum børnum.

Dagstovnar og skúlar ið ynskja at ogna sær bøkurnar, sum eru ókeypis, eru vælkomin at venda sær til KRIS. Teldupostur: kris@kris.fo

Ummælið: Høgguslokkurin

Myndabókina, Høgguslokkurin, hava norska rithøvunda- og kunstnaraparið Gro Dahle og

Svein Nyhus úr hondum greitt.

Gro Dahle er fleiri ferðir vorðin heiðrað fyri síni ritverk til børn og ung, har hon upp ígjøgnum tíðina hevur skrivað bókmentir um tabuserað evni, sum ikki einans flyta mørk, men eisini taka burtur skommina hjá teimum, ið kenna seg aftur í lívsins skuggasíðum, sum Gro so væl megnar at lýsa og viðgerða ígjøgnum síni verk.

Svein Nyhus hevur teknað myndirnar í umtalaðu bókini, sum í sær sjálvum eru eitt meistaraverk, ið við einklum litum og tekningum megna at úttrykkja skiftandi stemningin og kenslurnar, sum gentan í bókini, Gulla, stríðist við eftir at hon verður útsett fyri ágangi.

Litirnir á myndunum eru einfaldir – einamest gulir og grábláir; har tað gula umboðar tað góða, gleða og óskylduga og myrku litirnar tað keðiliga og farliga. Litirnir eru við til at hjálpa okkum, orðaleyst, at skilja kenslurnar hjá Gullu og hvussu nógv ágangurin oyðileggur og køvir.

Bókin handlar, sum sagt, um gentuna Gullu og kjarnufamilju hennara. Gulla er sum gull, tí hon glitar og strálar, tá ið hon spælir við sínar djóraleikur. Longu á fyrstu síðu fáa mamman, pápin og beiggin djóraheiti frá Gullu. Hetta innstillar okkum lesarin beinavegin uppá hvørja relatión og tilknýtið Gulla hevur til ávikavíst pápan, beiggjan og mammuna.

Gulla kallar pápan ein struts. Myndirnar vísa eisini á ein pápa, sum stendur burtur í øðrum heimi og starir í sína telefon – hetta er kanska prik til vandamiklu kósina, sum okkara foreldrageneratión er á veg í. Goymdi boðskapurin peikar á, at eygasamband og nærvera er hornasteinurin handan trygt tilknýtið í millum foreldur og barn. Pápin hjá Gullu er nemliga ikki keðiligur, men fjarður.

Gulla heldur hinvegin at beiggin er ein apa, sum dámar væl at fjolla og fáa Gullu at flenna. Gulla strálar eisini á myndunum, tá ið beiggin er apan. Mamman fær fleiri heiti – hon er ein hara, høna, bjørn ella bara mammudjórið, sum Gulla letur til. Hetta vísir okkum á, at fyri Gullu er mamman umsorganarfull, heit og verjandi….

Álvarsama umskifti í søguni hendir, tá ið apan skiftir ham til ein høgguslokk, sum Gulla als ikki kennist við. Hann er øðrvísi og hevur ein løgnan atburð. Høgguslokkurin nertir við Gullu allastaðni við øllum sínum ólekkru ørmum og súgvikoppum. Gulla skilur einki og blívir stív sum ein pinnur, tí hon klárar hvørki at siga nakað ella at røra seg. Høgguslokkurin sprænir blekk, sum ger tað ómøguligt at síggja nakað ella yvirhøvur at flýggja. Eftir hetta, er eingin gylt glæma um Gullu longur, hon er ikki gull og følir sjálv, at hon er slóknað

Myndatalan í bókini er einastandandi og full av symbolskum dýrgripum, ið ótilvitað og tilvitað kveikja ein stemning, tankar og kenslur í okkum, sum vit øll, uppá sín vís, kunnu fyrihalda okkum til, serliga børn. Tí børn, ið verða kynsliga misbrúkt føla tað sama, sum ein vaksin ger, ið verður útsettur fyri kynsligum ágangi. Munurin er tó tann, at børn ikki eru nóg búgvin til at skilja hvat tað er sum hendir, tí tey hava ikki somu lívsroyndir.

Tað sum er sera hugtakandi við bókini er, at hon uppá ein genialan hátt megnar at lýsa óskyldiga barnasjónarmiði og ta innara stríð, sum kynsliga misbrúkt børn uppliva – ein iva í egnum leikluti í áganginum, ábyrgdar- og skuldarkenslur, um hví man ikki fekk steðgað áganginum ella hví man ikki bara rópti ella sló frá sær.

Í myndabókini verða vit ikki yvirstimbrað við upplýsandi teksti ella grafiskum myndum, ið krevja nógv av okkara hugsandi, rationella heila. Men, einfaldi og sigandi teksturin og myndirnar aktivera, hinvegin, lesarins kenslur, empati og innlivingarevni. Bókin er tí sera góð og væl egnað til børn og ung (eisini vaksin, vil eg siga), ið hava verið útsett fyri ágangi. Tí óansæð hvat teirra egna narrativ er, so kunnu tey kensluliga kenna seg aftur í ørkymlanini hjá Gullu undir og eftir ágangin, men eisini í vónini, sum birtist, tá ið Gulla megnar at siga mammuni frá.

Søgan hevur nemliga ein góðan enda. Tí hóast pápin ikki sær Gullu, so sær mamman hana. Mamman leggur merki til, at Gulla ikki glitrar meira og at hon tykist kedd. Hetta gevur Gullu dirvi til at siga mammuni frá. Myndirnar hjá Svein Nyhus lýsa lættan, sum vekist í Gullu, tá ið hon fortelur mammuni hvat er hent. Sólin kagar aftur fram og byrjar at skína; ein gul blóma sprettir á trænum og hóast teirra alvarsomu andlitsbragd, so lýsnar alt upp í bilinum, har mamman og Gulla sita í. Lesarin fær eina kenslu av, at tað birtist ein vón hjá Gullu, um at sleppa burtur frá blekkinum hjá høgguslokkinum. Lyktirnar á bilinum, ið vísa vegin fram, vissa okkum um, við sínum gullmerktu eitt tølum, at rætti vegur fram, er at siga frá. Og má eg ásanna, at sálarfrøðingurin í mær, hugsaði yes!! Tí søgan fær veruliga fatur á okkara kenslum og var hetta júst tað man ynskti fyri Gullu – at hon skuldi føla og fáa at vita, at vón er fyri framman.

Eftirspælið er, at mamman gerst ein ørn, ið verjir sín unga og fer beint til verka at steðga áganginum og fáa Gullu hjálp. Pápin er framvegis ein stutsur og vil ikki hoyra um nakað av hesum, og Gulla sær beiggja sín eftirfylgjandi sum ein frosk, ið einki ilt kann gera henni meira. Gulla fær at vita, at tað er loyvt at hava tvídeildar kenslur og at partvís leingjast eftir apuni, ið var stuttligi beiggin. Gulla glitrar og spælir aftur og er tað ikki neyðugt hjá henni at vera árvakin longur. Gulla lærir eisini alt um, at tað finnast tryggar hendur, góðir armar og hjálpsamir fingrar, at tey flestu kann hon líta á, so leingi tað ikki noyðist vera ein loynidómur. Tí tað ræður nemliga um, at vera trygg og siga frá, tá ið tað verður farið út um okkara mørk.

Høvuðsboðskapurin í myndabókini er beinrakin og einkul og megnar hon at lýsa barnasjónarmiðið í einum ótespiligum ræðuleika, ið barnið ikki er nóg búgvi til at skilja einsamalt. Bókin eggjar børnum at søkja sær hjálp frá álítandi vaksnum, um tey verða útsett fyri einum ella øðrum ótespiligum, hjálp til at sleppa av við skommina í tyngir og fyllir alt, um man ikki sigur frá. Høgguslokkurin, er heilt víst eitt av Dahle og Nyhus týdningarmiklastu verkum, ið als ikki svíkir.

Ummælið Filiokus og Blámaður Klámaður

Stutt um søgugongdina.

Hundurin Filiokus skal gera ørindi fyri mammu sína. Ávegis gongur hann fram við Bláhúsinum, har ísbjørnin Blámaður býr. Hann er øgiliga fittur og fryntligur. Blámaður biður

Seinni vísir tað seg, at Blámaður ikki er so fittur. Hann byrjar at kláa á Filiokusi:

Hann verður nú Blámaður- Klámmaður. Hetta verður nú tað ringa loyndarmálið hjá Filiokusi. Men – av tí at hann ovtalar seg – so skilir mamman hvat er hent. Tað ringa loyndarmálið verður nú ikki so tungt at bera.

Hetta er ein bók, ið vaksin eiga at lesa saman við børnum. Sum hjálp og vegleiðing er ein fakligur partur aftast í bókini, har rithøvundurin við ástøði og við egnum royndum greiðir frá tí, sum hendir. Ætlanin við tí fakliga partinum er at geva tí vaksna lesaranum innlit í og kunnleika um trupla vandamálið, ið kynsligur ágangur er – og til at geva hugskot um, hvat tú kanst gera, og hvønn tú kanst venda tær til, um tú fært illgruna um kynsligan ágang. Bæði myndabókina og fakliga partin kunnu øll lesa, men hetta tilfar hóskar serstakliga væl til námsfrøðiliga økið, s.s barnagarðar og skúlar. Somuleiðis hóskar tilfarið væl til at hava liggjandi í bíðirúmum hjá læknum og heilsusystrum ella á lesistovum á bókasøvnum.

Rithøvundurin Marit Hoem Kvam er doktari í sernámsfrøði og hevur í nógv ár arbeitt við evninum um kynsligan ágang. Hon hevur greitt úr hondum fleiri granskingarverkætlanir, saman við Redd Barna, ið hevur skrivað fororð til hesa bókina.

Hoem Kvam hevur eisini skrivað nógvar fakligar greinar og bøkur um hetta.

Eftir at hava lisið bókina fyrstu ferð, saman við tíggju ára gomlu dóttrini, helt eg hana vera íðan og ógvusliga. Men jú meiri eg havi hugsað og analyserað, so haldi eg hon gott kann lesast fyri størru børnunum. Hugsaði eisini í fyrstani, at bókin var í so ræðandi fyri børn kanska, men heildin sigur mær, at tað sum situr eftir er, at man skal vera varin. Dótturin virkaði ikki so ávirkað av bókini, sum eg var í fyrstani og spurdi relevantar spurningar út frá tilfarinum. Haldi at munurin á mær og dóttrini er, at mítt ættarlið ikki hava verið so von við at tosa um kynsligan ágang, og so slett ikki at lesa og kjakast um tað!! Ofta eru børnini besti máti at meta um, so um eg skal meta, útfrá míni egnu dóttir og hennara reaktión, so haldi eg at bókin, hóast á markinum fyri meg, er góð og upplýsandi og brýtur av sonnum nøkur tabu, og tað er fantastiskt í sjálvum sær og kann vera við til, at nógvur sosialur arvur verður brotin.