7. december 2022

Góðu valevnir!


Tað verður nógv lovað og kjakast, nú tað stundar til val. Eg eri sera glað um, at vit hava so mong valevnir, sum brenna fyri øllum hesum ymisku økjunum og evnunum. Tað er av stórum týdningi, at vit eru eitt fjølbroytt samfelag við nógvum møguleikum – og ikki minst møguleikum til hjálp, tá ið skaðin ella kreppan ger um seg. Eg vil við hesum skrivi, bara minna á økið, sum snýr seg um kynsligan ágang. Kynsligi ágangurin er tíverri alt ov nógvur í Føroyum – enn tann dag í dag. Tó skal sigast – tíbetur eru fleiri batar á økinum, tá ið hugsað verður um hjálp til einstaklingar og familjur teirra. Men! Tíverri eru vit ikki komin á mál – og framvegis eru sera langt eftir á mál, tá ið talan er um fyribyrgandi og upplýsandi tiltøk.

KRIS hevur virkað síðani 2000 og hevur í hesum tíðarskeiði, veitt hjálp til bæði einstaklingar, familjur, stovnar, leiðarar, ítróttafeløg og aðrar felagsskapir. Í dag vita flestu føroyingar, hvat Kris er og eisini, hvat kynsligur ágangur er, men tíverri er langt á mál, har vit sum land kunnu siga, at vit megna at nøkta tørvin á hjálp og vegleiðing í samband við kynsligan ágang.

Kynsligur ágangur er harumframt tíverri eitt tabuevni nógvastaðni. KRIS hevur øll hesi 22 árini, ið tað hevur virkað, verið ein virkin partur á økinum – bæði í samband við hjálp til tey, ið hava upplivað kynsligan ágang og seinastu árini eisini verið virkin á fyribyrgandi og upplýsandi økinum. Hetta er gjørt bæði við løntum og sjálvbodnum arbeiði. Vit kundu gjørt so nógv meiri – men tíverri eru pengar og ressursir ikki til tess. Tørvurin er her – er viljin at hjálpa eisini her?

KRIS hevur hesi seinastu 22 árini verið við til at:

  • hjálpt fólki út á arbeiðsmarknaðin aftur
  • hjálpt fólki at tosa meiri opið um kynsligan ágang
  • hjálpt fólki at fingið meiri kunning um kynsligan ágang
  • ført hagtøl í samband við kynsligan ágang
  • undirvíst á skúlum og stovnum kring landið
    Umframt alt hetta – hava vit eisini sett eina tilbúgving á stovn, sum er tøk alt samdøgrið, har bæði einstaklingar, familjur, leiðarar, stovnar, fyritøkur og frítíðarfelagskapir kunnu venda sær til, um støður í samband við kynsligan ágang eru ov truplar at handfara.

Vinarliga
Beinta M. Pedersen
forkvinna í KRIS