30. januar 2017

Den færøske Julebazar stuðlar KRIS

 

Tann 16.januar 2017 , høvdu vit vitjan av Gunhild V Michelsen, umboð fyri Den færøske Julebazar í Keypmannahavn, ið handaði KRIS eitt gávubræv, áljóðandi kr. 30.000.
Tað er við stórum takksemi, at KRIS hevur móttikið hesa stóru gávu.
“ Tann Føroyski Jólabazarurin er ein sjálvstøðug eind, ið er eitt samstarv millum Kvinnufelagið, Føroyahúsið, tey ymsu føroysku feløgini og einstaklingar í og uttan fyri Keypmannahavn.
Endamálið er at savna pening til vælgerandi endamál. Alt yvirskot fer til kvinnur og børn/ung í Føroyum, sum eru í torførum støðum. Umframt hetta stuðlar bazarurin mentunarligum tiltøkum úr Føroyum til gleði og gaman fyri føroyingar og onnur áhugaði í Keypmannahavn.”
Lesi meira um Den færøske Julebazar her: Her