KRIS kannar í hesum døgum títtleikan av kynsligum ágangi í Føroyum.
Kynsligur ágangur er framvegis ein stór avbjóðing í okkara samfelagi. Tað vísa tølini av fyrispurningum til KRIS seinastu nógvu árini. Tað er eingin loyna, at kynsligur ágangur er ein partur av okkara samfelagi, men tíverri eru tað nokk fleiri, sum framvegis halda kynsligan ágang loyniligan. KRIS metir, at vit í Føroyum hava eitt høgt skuggatal, tá ið talan er um kynsligan ágang.
Tískil er KRIS farið í holtur við at gera eina kanning, sum skal fáa til høldar tøl í samband við kynsligan ágang í Føroyum.
Kanningin er dulnevnd og vónar KRIS, at tað kann vera við til, at vit fáa til vega álítandi tøl í samband við hesa avbjóðing.
Úrslitið av kanningini verður lagt fram seinni í ár, tá ið KRIS skipar fyri stórari ráðstevnu.
Kanningin er ætlað øllum føroyingum, sum eru 18 ár og eldri.
Hvat er kynsligur ágangur?
Kynsligur ágangur er, tá ið ein vaksin setur eitt barn ella ungan í eina støðu, har talan er um kynsligt innihald, har barnið/persónurin, ikki er førur fyri at geva samtykkið ella at skilja tað, sum hendir. Tað kann verða við myndum, orðum, nerting ella samlega.
Leinki til kanningina: https://da.surveymonkey.com/r/ZS566HK