Tørvurin og ynskið, sum KRIS í Føroyum í mong ár hevur havt um eitt veristað, er vorðin veruleiki, nú KRIS og BankNordik hava undirskrivað eina trý-ára stuðulsavtalu, ið m.a. fevnir um keyp av fyrrverandi bankabygninginum á Toftum.
Starvsfólk og sjálvboðin hava lagt eitt stórt arbeiði í, at hetta skal gerast veruleiki, og tey hava savnað inn pening til endamálið. Fólk, virkir og feløg hava verið so beinasom og hava stuðlað væl. Og við stuðlinum frá BankNordik sær Stuðulsgrunnurin fyri KRIS seg nú føran fyri at taka stigið at keypa bygningin á Toftum til felagið at húsast í.
-Tað hevur stóran týdning fyri virksemið hjá KRIS, at vit hava góð hølir til okkara arbeiði, sigur Gvøðbjørg West, forkvinna í Stuðulsgrunninum fyri KRIS. Vit eru stórliga takksom fyri, at BankNordik við stuðulsavtaluni virðir og viðurkennir tað arbeiði, ið vit gera fyri tey, ið stríðast við seinárin av kynsligum ágangi.
Fyri fleiri av teimum, ið hava tikið av ókeypis tilboðnum um hjálp frá KRIS, hevur tað eisini stóran týdning at kunna vera saman í sjálvhjálparbólkum og at taka lut í ymsum felagsarbeiði. Hetta fer nýggja veristaðið hjá KRIS á Toftum at verða karmur um framyvir.
Árni Ellefsen, forstjóri í BankNordik, fegnast um avtaluna við KRIS og sigur, at BankNordik-samtakið við stuðulsavtaluni ynskir at gera sítt til at geva týðandi virkseminum hjá KRIS góðar karmar at virka undir, og harvið kann BankNordik vera við til at styrkja arbeiðið hjá felagsskapinum.
– Vit gleða okkum til at kunna bjóða okkara umsorganartænastu fram, ikki bert sum professionella og fakliga, men eisini sum eitt veristað við hugnaligum og tryggum kørmum, sum tey, ið hava verið fyri kynsligum ágangi, hava so stóran tørv á og hava uppiborið at fáa, sigur Gvøðbjørg West, forkvinna í Stuðulsgrunninum fyri KRIS, at enda.