21. marts 2017

Tíðindaskriv frá Glasir, Marknagil

Stuðulscafé
Næmingarnir á Glasir, Marknagil, hava í ár samlað pening inn til felagsskapin KRIS, ið veitir teimum, ið hava verið út fyri kynsligum ágangi, og næstum teirra, hjálp.

Ímeðan næmingarnir á Glasi, Hoydalar, hava samlað inn til teirra Bolivia hjálp í mong ár, høvdu næmingarnir á Glasi, Marknagil, størri áhuga í, at pengarnir skuldu fara til eitt vælgerandi endamál í Føroyum, og bleiv tað, sum sagt, KRIS í ár.

Stuðulskafe’in varð skipað soleiðis, at tað vóru spurnarkappingar og fyrilestur á skránni, ímeðan alt møguligt gott eisini var til matna at keypa hjá næmingunum.

Umframt cafe’ina vóru bússur settar runt um í skúlanum, har møguleiki var at lata pening, um áhugi var fyri tí.

Eisini høvdu næmingarnir møguleika til at fara út at arbeiða og gjalda 300 kr
Næmingarnir á Glasi, Marknagil kláraðu at savna 15000 kr inn til felagsskapin KRIS.

Vit fegnast um samstarvið, vit hava gjørt við tykkum viðvíkjandi stuðulstiltakinum, ið var 7 feb. Vit vón um framhaldandi samstarv og ynskjum um alt tað besta framyvir.
Eisini vilja vit takka stuðlunum, ið hava gjørt hetta tiltakið møguligt, teir eru:

Pizza 67
Landshandilin
Kiosk Activ
Irish Pub
Bowlinghøllin á Hálsi.

KRIS takkar hjartaliga fyri stuðulin.