3. februar 2017

Stórfingin gáva frá Lions Club Tórshavn

2016 var seytjanda árið á rað, at Lions Club Tórshavn skipaði fyri listaframsýning á Ólavsøku. Ágóðin av framsýningini fer á hvørjum árið til eitt vælgerandi endamál og hesaferð var ágóðin latin felagsskapinum KRIS.

Peningurin skuldi nýtast til at seta á stovn nýggja heimasíðu, har fólk, ið hava verið útsett fyri kynsligum ágangi og onnur, millum annað kunnu skriva inn sum dulnevnd

Nú okkara nýggja, stásiliga og snøgga heimasíða er vorðin veruleiki, eru vit ovurfegin og vilja vit hervið veita eina hjartaliga tøkk til Lions Club Tórshavn fyri stórfingnan stuðul á kr.70.000,-

Forsetin í Lions Club Tórshavn, Gunnar Streymoy, handar her stóru peningagávuna til Guðrun Horn Snæbjørnsdóttir, umboð fyri felagsskapin KRIS. Hetta varð gjørt, í samband við at kvinnurnar hjá Neistanum vunnu Lionssteypið 2016.

Les meira her: Her