25. marts 2020

Korona!

Korona !

So hugnaligt, nógv eru heima saman við sínum kæru. Okkara næstringar kunnu møtast, tó bert í smáum bólkum.

Vit halda okkum heima, vit eru bara úti, tá vit fara til handils, og vit hava hondspritt við okkum, tá vit fara út. Nýggjar mannagongdir. Tað er ikki bara keðiligt.

Summi taka hetta sum eina spennandi uppliving og taka tað, sum tað kemur.

So hugnaligt – og tó….

Ein bólkur er, sum kundi ynskt sær, at okkurt var øðrvísið. Tað eru tey, sum hava verið fyri kynsligum ágangi í barnaárunum og sum nú, sum vaksin, stríðast við seinárinum orsakað av hesum ágangi.

Seinárin verður skilgreina sum likamlig og sálarlig líðing í vaksnamannaárunum, sum er komin av kynsligum ágangi í barnaárunum.

Seinárinini kunnu vera nógv og ymisk, til dømis gerast kvinnur ofta tilvitaðar um hesi viðurskifti, tá tær eiga sítt fyrsta barn. Kanningar vísa, at PTSD er ein diagnosa, sum serliga merkir ein, sum stríðist við seinárinum. Eisini kunnu vit nevna etingarólag, trupulleikar við svøvni, angist og tunglyndi.

Kreppumiðstøðirnar í londunum rundan um okkum hava úr at gera. Grein i danska blaðnum Midtjyllands Avis vísir á, at felagsskapir har, hava upplivað eina tvífaldaða øking í áheitanum til kvinnu kreppumiðstøðir.

Tá vit verða biðin um at vera meira heima, kann støðan í heiminum blíva torførari og førir hetta til strongd og meiri harðskap.

Tað er í hvussu er tað mynstrið, ið fleiri felagsskapir hava sæð. Og tí mælir Venstre nú til, at tey mongu kømurini á gistingarhúsum, sum standa tóm, vegna herindi av coronavirus, skulu latast til kvinnur, sum ikki kunnu fáa pláss á kreppumiðstøðum.

Hvussu er støðan hjá okkum í hesum døgum? Kvinnuhúsið, sum hevur sum aðalmál at varpa ljós á harðskap og órættindi framd móti kvinnum og at veita harðskapsraktum kvinnum innivist, siga, at tey merkja ikki nakran vøkstur í áheitanum nú. Sagt verður, at tað kanska er, tí at fólk royna at halda út, at skommin er so stór, at kvinnan ikki megnar at siga frá, at hon er fyri harðskapi. Grannar og onnur í nærumhvørvinum hava torført við at blanda seg uppí. Tó siga tey í Kvinnuhúsinum, at tey vænta, at tá ein tíð er liðin, fara fleiri áheitanir at koma. Hetta minnir um t.d. jólafrítíðina, har áheitaninar eru fáar, men koma í januar mánað árið eftir, siga tey víðari í Kvinnuhúsinum. Leinki til Kvinnuhúsið: http://www.kvinnuhusið.fo 

Harðskapur og kynsligur ágangur kann vera bæði sálarligur og likamligur.

KRIS er ein felagsskapur, hvørs endamál er at veita hjálp og ráðgeving til menniskju, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, og at upplýsa um kynsligan ágang. KRIS merkir heldur ikki nakran vøkstur í áheitanum nú. Eins og hjá Kvinnuhúsinum, er mynstrið ofta soleiðis, at tað gongur ein tíð áðrenn fólk venda sær og biðja um hjálp, og hetta við at skommin og skuldarkenslan er so stór. Meir fæst at vita um okkum á: http://www.kris.fo

 – Fyri nógv, sum liva í einari torførari støðu, er skúli og frítíðarítriv eitt frípláss

Afturlatnir barnagarðar, skúlar og frítíðartilboð er ein avbjóðing fyri foreldur um alt landið.

Men nú boðar Redd Barna í Noregi frá, at børn, sum ikki hava tað gott heima hava fingið enn meiri at stríðast við, nú Korona tiltøkini eru ásett.

– Hetta eru børn, sum hava skúlar, barnagarðar og frítíðartilboð, sum eitt andarhald, men sum nú eru isoleraði og kanska saman við foreldrum, sum ikki eru før fyri at vísa nóg góða umsorgan.    

Nú er vandi fyri, at vaksin ikki leggja merki til, um eitt barn verður útsett fyri  rúsandi evnum, umsorganarsvíki, harðskapi og/ella kynsligum ágangi.

– Allir landsins íbúgvar hava eina ábyrgd fyri at ansa eftir hvørjum øðrum. Tað er umráðandi at vit, sum eru vaksin, vita hvat vit skulu gera. Um tað er ein bráfeingis vandi, um at okkurt ólógligt er áfatt, hava vit skyldu til at forða fyri hesum og eiga at seta okkum í samband við løgegluna.

Tað er at gleðast um, at vit í Føroyum hava felagsskapir, sum vilja hjálpa børnum, sum hava eitthvørt at stríðast við. Nevnast kunnu “Tú og Eg ráðgevingin” hjá Barnabata, har børn og foreldur teirra dulnevnd kunnu ringja og fáa ráðgeving og vegleiðing, og tilboðið hjá Bláa Krossi “Øll hava rætt til góð barnaár,”  sum fevnir um børn og ung, sum liva í heimum, har rúsur er, ella hevur verið, ein trupulleiki.