30. marts 2017

Fyrilestrar á skúlanum á Skúlatrøð

Í sambandi við at KRIS, í døgunum 1. til 5. mai,  hevur vitjan úr Danmark av Helle Borrowman og Jan Poulsen, skipar stuðulsgrunnurin hjá KRIS fyri kunnandi tiltaki, við fyrilestrum, á skúlanum á Skúlatrøð í Klaksvík, mikudagin 3.mai kl.19

Helle Borrowman er forkvinna í Landsforeningen Spor, ið er ein felagsskapur fyri vaksin fólk við seinárinum av kynsligum ágangi og Jan Poulsen er fyrrverandi løgreglumaður og starvast í dag sum námsfrøðingur í Kriminalforsorgini.

Heitini á fyrilestrunum eru:

  • Ud av overgrebenes skygge

Helle Borrowman inviterer indenfor i den dysfunktionelle familie. Hun fortæller om at vokse op i en familie med incest, – om at leve med senfølger og om at lære alting forfra som voksen.

Oplægget veksler mellem teori om grænseproblematikker og eksempler fra eget liv. 

  • Misbrug som mestringsstrategi

Jan Poulsen var i en lang årrække afhængig af alkohol, stoffer og sex. Han fortæller om, hvordan misbruget var en flugt fra smerten og hvordan han kom ud af det ved at bearbejde barndommens seksuelle overgreb.

  • Eisini verður tónleikainnslag við Steintór Rasmussen og Rakul Ró Steintórsdóttir

Atgongumerki kunnu keypast á netinum á www.billett.fo.

Kostnaður 250,-  Við í prísinum er kaffi og kaka

Lutaseðlar verða seldir og drignir á staðnum. Inntøka av lutaseðlum fer í Stuðulsgrunnin hjá KRIS.