21. marts 2017

Caféfundur verður hósdagin 23.mars

Kynsligur ágangur, seinárin og rúsmisnýtsla

Nakrir persónar, við seinárinum av kynsligum ágangi, royna at doyva pínuna við rúsdrekka ella øðrum rúsandi evnum.

Hetta misbrúk, sum verður ein háttur at handfara eina traumatiska uppliving, kann síðani føra til aðrar óhepnar avleiðingar.

Persóninum tørvar hjálp til at sleppa burtur úr hesum misbrúki, men um misbrúkið ikki verður sett beinleiðis i samband við ágangin, er stórur vandi fyri at hann far afturstig.

Persónurin far tá bert eitt amboð til at arbeiða við síni rúsmisnýtslu men ikki amboð til tað pínu, ið hevur ført til misnýtsluna.

Hesum fer Poul Jákup Thomsen, rúsevnisráðgevi, at greiða meira frá.