2. februar 2019

Starvsnæmingur hjá KRIS

Eg Beinta Marnarsdóttir Andreasen, eri 23 ár, eri úr Havn og lesi á 4.semestri til sosialráðgeva á Aalborg Universiteti.
Á 4.semestri skal næmingurin í starvsvenjing í fimm mánaðir. Hesar fimm mánaðarnar skal næmingurin seta seg inn í, hvat tað inniber at arbeiða sum sosialráðgevi.

Eg havi verið so heppin, at eg havi fingið møguleikan, at sleppa í starvsvenjing hjá KRIS. Eg valdi at søkja um at sleppa í starvsvenjing her, av tí at eg veit, at tað er eitt gevandi og mennandi starv, ið ger mun.

Eg gleði meg at byjra í starvsvenjing hjá KRIS, og ivist ikki í at eg fari at læra ótrúliga nógv.