Næstan hálvfjórða millión kom inn, tá ið felagsskapirnir KRIS og Sinnisbati skipaðu fyri stórum innsavningartiltaki í sjónvarpinum leygarkvøldið.
Vit eru sera takksom um hendan stóra stuðulin og ovfarnar, at so nógv kom inn, siga Beinta Pedersen, forkvinna í KRIS og Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata.
Við innkomnu stuðulspengunum, kunnu felagsskapirnir m.a. halda fram við at veita ókeypis tænastur og seta fleiri átøk í verk. Og samstundis, sum hetta var eitt innsavningartiltak, var endamálið at bróta tøgnina og varpa ljós á kynsligan ágang og sálarsjúku, sum framvegis er rættiliga tabuserað.
Við hesum stak góða úrslitinum staðfesta vit, at tað hevur eydnast og hvussu hjálpsamir føroyingar eru. Vit eru ógvuliga takksom og ynskja at takka øllum einstaklingum, fyritøkum og sjálvbodnum hjálparfólki fyri stóra stuðulin og álitið til okkum sum felagsskapir, siga forkvinnurnar.
Hjartans takk!
KRIS & Sinnisbati