28. september 2017

Takkarskriv

 

Av hjarta takk fyri allan stuðul

KRIS hevur við sínum arbeiði innan seinárin av kynsligum ágangi, verið við til at Føroya fólk meira og meira eru tilvitað um avbjóðingarnar hesi menniskju liva í og tí eru vorðin meira viðurkend í samfelagnum. Takk fyri tað !
Í døgunum 17. til 21. august hevði KRIS vitjan av Utsatt mann í Noregi.
KRIS, sum hevur til endamáls at hjálpa og stuðla menniskjum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, hittu 4 menn frá Utsatt mann á einari ráðstevnu í Noregi í mei í ár. Avtala bleiv gjørd við teir um at koma at vitja í Føroyum og á henda hátt varpa ljós á kynsligan ágang.
Teir føroysku “mc bikarnir” læntu 4 motorsúkklur til norsku gestirnar og vóru teir eisini sjónligir á fleiri av túrunum m.a. frá Vágum til Hotel Runavík og frá Hvalvík til Vestukirkjuna í Tórshavn.
Vitjað varð hjá Tórshavnar býráði, har Bergunn Kass og Turid Horn tóku imóti og í Klaksvík tók sjálvur borgarstjórin, Jógvan Skorheim ímóti. Vístur varð norski dokumentarurin Utsatte menn og vístu tey hesum stóran áhuga. Vit vóna at hetta fer at virka til størri politiskan áhuga, soleiðis at vit fáa enn meiri orku til at hjálpa menniskjum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi.
Vitjað varð eisini í Arrestini í Mjørkadali, har Elkin Klettheyggj tók ímóti. Eisini har bleiv filmurin vístur og menninir frá “Utsatt mann” fingu høvi at siga frá um teirra arbeiði og teirra royndir.

Á skránni var eisini vitjanin til Skjólið hjá Blákross, har Sverri Steinhólm var vertur. Filmur og góðar samrøður við politikarar, fakfólk og onnur.
Fríggjakvøldið bjóðaði Beinta Háberg Jacobsen til ein góðan døgverða í Áarstovu.
Frælsið á Eiði, har Martin Kúrberg tók ímóti. Har fingu vit eisini høvi at tosa við Una Næs, dómpróst, um arbeiði hjá kirkjum og samkomum, sum arbeiða við at gera átak ímóti ágangi í Føroym.
Derhardt Jacobsen, prestur, tók ímóti í Vesturkirkjuni í Tórshavn, har dokumentarurin varð vístur.
TAKK – øll tit, sum gjørdu hetta møguligt:
• Føroysku “MC bikarnir”
• Atlantic Airways,
• Hotel Runavík,
• HK Bussar,
• Býráðið í Havn
• Býráðið í Klaksvík
• Arrestin
• Skjólið
• Vesturkirkjan
• Áarstova
• Frælsið
• Kristoffur A. Olsen,
• Signar í Homrum
• Magni Christiansen