Jólamerkjagrunnurin hevur til endamáls at býta út ágóðan av søluni av jólamerkjum, ið Posta gevur út á hvørjum ári. Grunnurin stuðlar samfelagsgagnligum verkætlanum fyri børn og ung. Í ár hevur KRIS fingið stuðul áljóðandi kr. 200.000.
Hvørja ferð tú keypir jólamerki frá Posta, fer vinningurin til Jólamerkjagrunnin, sum letur stuðul til verkætlanir fyri børn og ung. Jólamerkjagrunnurin hevur gjørt av at lata KRIS stuðul í ár.
KRIS er ein sjálvboðin felagsskapur, hvørs endamál er at hjálpa og stuðla persónum yvir 18 ár, ið hava verið fyri kynsligum ágangi. Við síðuna av hesum, hevur Felagsskapurin KRIS eisini ta uppgávu, at skipað verður fyri upplýsing um kynsligan ágang. Hetta ger KRIS við tiltøkum og skeiðum.
Tað er í hesum partinum av virkseminum, at KRIS vil nýta stuðulin frá Jólamerkjagrunninum at framleiða kunningar- og undirvísingartilfar til fakfólk, og onnur áhugað. Hetta fer at koma øllum til góða, við at skapa tilvitsku og fyribyrging móti kynsligum ágangi.
Hesar samfelagsgagnligu verkætlanir sampakka sera væl við endamálið hjá Jólamerkjagrunninum, og er hetta orsøkin til, at grunnurin gjørdi av at veita KRIS peningaligan stuðul.
Jólamerkini kunnu keypast á Posta og á stamps.fo. Í ár hevur Elin P. Andreasen sniðgivið jólamerkini, og kostar arkið kr. 30,-.
Jólamerkjagrunnurin ynskir KRIS góða eydnu við verkætlanunum.
Í Jólamerkjagrunninum eru:
Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, formaður
Edvard Heen, stjóri á Almannaverkinum, nevndarlimur
Fróði Joensen, barnalækni, nevndarlimur
Posta.fo: Her
Hoyr sending frá GMF : Her