Nógv verður tosað um tilbúgving. Tilbúgving til alt møguligt. Hava vit hugsað um tilbúgving innan eldraøkið – seinárin av kynsligum ágangi ?
Hvussu hava okkara eldru borgarar tað, sum sita runt landið, inni á sambýlum,røktarheimum ella í egnum heimi ?
Júst hetta ættarliðið tosaði ikki nógv um trupulleikar við foreldur teirra,vinir, makar ella børn.
Munnu tey hava haft ella hava ein øðrvísi atburð enn onnur ? Hugsa vit hví,mamma ella pápi eru tunglynt ella hava ein atburð, sum ikki er vanligur ?
Vit vita, at tað er sera týdningarmikið at hava eina tilbúgving – júst innan hetta økið.
KRIS fer í næstum út við eini verkætlan, sum eitur “tilbúgving innan eldraøkið– seinárin av kynsligum ágangi”.