1. april 2019

Takkarskriv til bússuberarar og Føroya fólk !

Hjarta skal til alt arbeiði, um ein ikki hevur hjarta við er líkamikið. Út frá einum hjarta kann tú útinna so nógv, ja nógv meira enn ein sjálvur ánar. Ofta hoyrir man : Hann/hon er so hjartagóð/ur – hvat er tað ? At vera hjartagóður er akkurát tað vit í stuðulsgrunninum hjá KRIS hava upplivað hetta vikuskiftið til okkara landsinnsavnan. Glaðir bússuberarar, vælklæddir fóru sínar rutur í bygd og bý. Afturmelding hevur verið góð. Hetta einans tí hjarta er báðar vegir. Ein stór tøkk til okkara bússuberarar, fyri tykkara ídni, jaliga sinnalag, góða hjarta og stuðul. Føroya fólk: Ein stór tøkk fyri tykkara stuðul, takk fyri tit tóku væl ímóti og takk fyri tykkara hjartalag.

Vinarliga Stuðulsgrunnurin hjá KRIS