Kynsligur ágangur er ein av okkara stórstu samfelagstrupulleikum, og nógv børn og ung eru í vanda. Tá barnið gongur við tílíkum ringum loyndarmálum, uttan at tora at siga tað við nakran, kann ágangurin halda fram í langa tíð. Tað verður einasti veruleiki, barnið kennir og avleiðingarnar eru stórar fyri nógv. Alt ov nógv børn ganga einsamøll við einum ringum loyndarmáli. Fyri at børn skulu kunnu siga frá, um kynsligan ágang, mugu tey vita, hvat tað er. Tí bleiv ein teknifilmur, sum skal verða atkomiligur á alnetinum, gjørdur. Hann sigur frá, hvat kynsligur ágangur er, hvussu ein vanliga reagerar, um ein verður fyri kynsligum ágangi og hvussu umráðandi tað er at siga frá um ringa loyndarmálið. Vit hjá KRIS eru sera fegin um, at hava fingið møguleikan at presentera filmin. Hann er gjørdur við stuðli frá Jólamerkjagrunninum og í samstarvi við BMA productions og RVTS vest. – Okkara vón er, at nógv børn fara at hyggja eftir filminum; at hann verður lutaður á alnetinum, nýttur á dagstovnum og í skúlum og aðrastaðni har børn eru. Vit mæla til at tú, sum arbeiðir við børnum, brúkar filmin sum eina byrjan, tá tú tosar um kropp, mørk og ring loyndarmál.
#Børn eiga at vita!
Hygg eftir filminum her: