Um vit skulu basa trupulleikanum, hevur tað stóran týdning at kenna tølini. Tað sigur felagsskapurin KRIS, sum í hesum døgum kannar títtleikan av kynsligum ágangi í Føroyum.
Kanningin hjá KRIS hevur tvey endamál – at staðfesta títtleikan av kynsligum ágangi í Føroyum. Og í øðrum lagi, at vera grundarlag fyri nýggjari kanning, sum skal nágreina hjáárini hjá teimum, sum hava verið fyri kynsligum ágangi.
Sí her: https://kvf.fo/netvarp/sv/2023/04/03/kris-kannar-kynsligan-agang