“Tað hvørvur ikki av sær sjálvum”
Vit hjá KRIS eru sera fegin um og takksom fyri sera stóru undirtøkuna til ráðstevnuna. So at siga allir fakbólkar í Føroyum vóru umboðaðir – og tað vísir okkum, at tørvur er á fakligari áfylling innan júst hetta økið.
Sirið Stenberg, landstýriskvinna í almanna- og mentamálaráðnum, setti ráðstevnuna. Hon helt, at heitið “Tað hvørvur ikki av sær sjálvum” var eitt sera væl valt heiti. Grundgevingin fyri at vit valdu júst hetta heitið sum yvirskrift, er, at tað liggur ein tvíbýttur týdningur aftan fyri.
- Fyri tað fyrsta: vit mugu tora at lýsa og seta orð á kynsligan ágang. Um vit ikki gera tað, hvørvur tað ikki at sær sjálvum.
- Fyri tað næsta: vit vita, at ein stórur partur av teimum sum líða av seinaárinum av kynsligum ágangi, hava tørv á hjálp, tí seinárin hvørva ikki av sær sjálvum.
Tað krevur upplýsing, kunning og menniskjasliga og fíggjarliga orku at basa hesum stóra trupulleika – og vit loysa hann best í felag.
Sirið Stenberg nevndi grooming/lokking – hetta vita vit, at arbeitt verður við. SSP hevur havt og hevur framvegis sjóneykuna á grooming á netinum.
Grooming fer ikki bara fram á netinum. Hetta kann henda allastaðni, har børn og vaksin eru saman. Og tað hendir allastaðni. Eisini har børn eiga at kenna seg tryggast. Heima, hjá næstringum, vinum, í grannaløgum, samkomum, felagsskapum og so framvegis.
KRIS gleðist um, at uppskot er lagt fram til broyting í revsilógini um grooming, sum nú verður kriminaliserað í Føroyum!
Vit hjá KRIS eru samd um, at lógarbroytingar eru eitt sera týdningarmikið stig, men tað kann ikki standa einsamalt. Katrin Thorsvig Hansen høvuðsákæri nevndi, at longd av revsing ikki er fyribyrgjandi í sær sjálvum. KRIS heldur, at líka mikið hvønn dóm rætturin ásetur, so eigur altíð ein viðgerðardómur at fylgja við í ásetingini.
Nógv hevur verðið frammi um orðingar, sum t.d. samlega við barn og barnaporno. Hetta eiga vit at broyta. Samlega við barn er neyðtøka og eitt kynsligt brotsverk. Barnaporno er talgild kynslig brotsverk móti børnum. Og satt er, sum Sirið Stenberg nevndi í setanarrøðuni: Orð skapa eisini veruleika.
Tølini frá kanningini hjá KRIS um títtleikan av kynsligum ágangi í Føroyum, benda á at stórur tørvur er á hjáp til tey, sum hava verið fyri kynsligum ágangi. Erlin Fles, sálarfrøðingur vísir í síni framløgu á útsøgn hjá Ask Elklit, professara í klinisk psykologi, sum sigur at .. seksuelle overgreb er Danmarks største folkesundhedsmæssige problem.
Meginmálið eigur at verða, at eingi børn, ung ella vaksin verða fyri kynsligum ágangi. Týdningurin av einum tíðliga fyribyrgjandi parti kann tí ikki metast ov høgt. Tað skal setast inn, áðrenn ágangurin yvirhøvur hendir.
Børn skulu hjálpast til at seta mørk, og tí skulu tey læra um rættindi, kenslur og mørk, eins og tey skulu fáa eina vitan um møguleikan at leita sær hjálp, um tey verða fyri kynsligum ágangi. Foreldrini hava sjálvandi høvuðsábyrgdina at tryggja børnunum ein tryggan uppvøkstur. Aðrir persónar sum hava vanligt samband við børnini í gerandisdegnum, kunnu eisini verða við til at tryggja, at børnini verða ílatin til at handfara spurningar um hesi evni. Ein væleydnaður partur til at fyribyrgja kynsligum ágangi er treytaður av, at tabuini á økininum verða niðurbrotin. Tí er neyðugt at gera upp við óttan fyri at nerta við evnið um kynsligan ágang á børn, og at orð verða sett á trupulleikarnar, soleiðis at børn og ung ikki eru bangin fyri at tosa opið um evnið. Hetta er ikki minst galdandi fyri persónar, sum í samband við teirra yrkisgrein uppliva ítøkiligar hendingar av kynsligum ágangi.
Í framløgunum hjá Ingrid Kristine Aspli, Mogens Christensen, Rasmus Hinrichs og Erling Fles, varð dentur lagdur á, at fakfólk sum arbeiða við børnum, ungum og vaksnum eiga at verða betri ílatin til at síggja tekin og atburð, sum kunnu benda á mistrivnað. KRIS hevur í rúma tíð bjóða undirvísing og kunning fram til fakfólk og onnur.
Undirvísingarumhvørvið á skúlum og øðrum útbúgvingarstøðum skal styrkja møguleikarnar hjá luttakarunum fyri menning og læring. KRIS mælir til, at skúlar og útbúgvingarstøð hava eina tilbúgving, sum stuðlar við at gerast varug við møguligar trupulleikar, og eina virkisætlan, um illgruni um ágang móti børnum tekur seg upp.
Undirvísing til fakfólk skal tryggja, at hesi fáa kunning til tey serligu viðurskifti, sum gera seg galdandi í samband við fyribyrgjan av kynsligum ágangi á børn og ung.
Sum KRIS saman við mongum øðrum, hevur víst á, er neyðugt við samstarvi. Á pallborðkjakinum vísti Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum á, at arbeitt verður við at seta á stovn eina hot-line, har fólk kunnu venda sær til eitt høvuðs-telefonnummar og síðan verða hjálpt víðari harfrá. Tað hevði lætt um hjá teimum sum leita sær hjálp og ikki vita, hvønn tey skulu venda sær til. Sambært Djóna Nolsøe Joensen, verður hetta klárt um 2 – 3 mánaðar.
Arbeiði við at basa kynsligum ágangi eigur at verða eitt felagsátak. Johnny í Grótinum vísti á samfelagsliga og peningaliga kostnaðin. At tað er ein langtíðaríløga, sum loysir seg í longdini. Vit eiga ikki at verða bangin fyri at seta íløgur í menniskju.
Ein íløga í menniskju, er ein íløga í framtíðina.