Altjóða Sálarheilsudagurin var 10.10.18. Tað var Sinnisbati, ið skipaði fyri degnum, ið varð hildin á Østrøm.
Kris lutók aftur í ár, bæði við hugnaligum bási og við áhugaverdari og rørandi framløgu frá forkvinnuni í Kris , Beintu M Pedersen.
Beinta segði frá lívi sínum við kynsligum ágangi í barnaárunum og seinárinum av kynsligum ágangi.
Nógv fólk vitjaðu básin hjá okkum.