9. april 2019

Forkvinnufrágreiðing 2018


Árið 2018 hevur verið sera strævið og gevandi, vit hava arbeitt nógv fyri at fáa okkara hús liðugt.

Arbeitt hevur eisini verið við at fáa stuðlar til fígging, so vit kundu fáa húsið liðugt innan. Hetta gekk gott.

Við nógvari sjálvbodnari hjálp kundu vit verða stolt og errin at boða frá, at almenn móttøka varð 4. desembur og okkara hús bleiv tikið í brúk.

KRIS hevur gjørt eina avtalu við grunnin. Leiguavtala er undirskrivað og leigan pr.mðr. verður 14.000 krónur inkl. ljós og varma. Hetta meta vit at vit kunnu klára. Um ringar tíðir koma, hava vit grunnin at hjálpa okkum. Okkara játtan frá landinum bleiv hækkað í ár upp til 1.350 túsund krónur, tvs. hækkað við 150.000 kr. Játtanin fer til raksturin.

Gvøðbjørg arbeiðir fulla tíð. Malan arbeiðir hálva tíð. Beinta arbeiðir nakrar tímar um vikuna og Sigvør arbeiðir eisini nakrar tímar um vikuna.

Sigast skal, at nógv av arbeiði hjá oman fyri nevndu, eisini er sjálvboðið.

2018 hevur eisini verið eitt gevandi arbeiðsár – tá man fær allan aktivitetin niður á pappír, so letur tað veruliga eyguni upp fyri hvussu nógv hendir ígjøgnum eitt ár.

Aktivitetur:

  • 15. januar – fundur við Jarvin í ÍSF: framtíðarætlanir og samstarv.
  • 30. januar – Gvøðbjørg hevði eina framløgu hjá Bituff: temakvøld um pedofili – ”vit mugu tora at tosa um tað”
  • 28. februar – fundur við Blákross: Aðalskrivari Dakku, Lív sálarfrøðingur og Alisa námsfrøðingur greiddu frá fyribyrgingararbeiði. Tosaðu eisini um samstarv.
  • Feburar – lýsingartilfar til kunningarblað hjá HB.
  • 11. apríl – fundur við Eyðgunn Samuelsen landstýriskvinnu, Eyðun Mohr Hansen aðalstjóra og Elin Winther Poulsen samskipara, ”framløga”.
  • 14. maj – konsept í Suðuroy ”Saltsilo”
  • Juni – KRIS hevur føroyskað tvey heftir um kynsligan ágang, sum eru givin út.
  • 6-7 juni – Sigvør og Malan ”landskonferansu” í Noreg
  • 12. juni – Sigvør og Malan hava fyrstu undirvísing á dagstovni.
  • 9-10 juni – KRIS ráleggingardagur
  • 8. august – Grein í Sosialinum um arbeiði hjá KRIS – Malan, Gvøðbjørg og Beinta
  • 25. august – landsinnsavnan
  • 28.august – verið á ráðstevnu NFBO. Sigvør, Malan og Gvøðbjørg
  • 10. oktobur – luttóku á Sálarheilsudegnum, høvdu ein bás. Beinta fortaldi sína egnu søgu á palli.
  • 27. novembur – vitjan av politikarum frá hesum flokkum: Miðflokkurin, Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin.
  • 4. desembur – KRIS letur alment upp.

Framtíðin:

Vit arbeiða við verkætlanum innan:

  • Eldraøkið
  • Dagstovnar
  • Skúlar
  • Tannlæknar
  • Læknar
  • Sjálvhjálparbólkar

Vit eru allar sera spentar uppá framtíðina og okkara komandi verkætlanir, sum vit brenna fyri. Vit fýra fara glaðar til arbeiðis og trívast væl hjá KRIS

Takk fyri álitið

Beinta M. Pedersen

Forkvinna, KRIS.